Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 22 Sosialurin Miðvikan 4. partur Í seinasta parti varð greitt frá fólka­tingsvalinum í 1906, tá ið Oliver Effersøe fekk sópað Jóannes Paturs­son úr fólkatinginum. Eisini varð greitt frá fyrstu røðuni hjá Effersøe í tinginum. Samb. Dimmalætting var henda røðan væl móttikin á Fólkatingi. Løg­mála­ráðharrin Alberti, sum var ráð­harri fyri Føroyar, takkaði Effer­ søe fyri hansara »smukke tale.« Alberti gjørdi tað, sum nógvir danskir ráðharrar hava gjørt heilt til okkara tíð, at sláa fast, at tað var upp til føroyingar sjálvar, um teir vildu hava broytingar í sínum viðurskiftum við Danmark. Eisini fekk røðan eina góða umrøðu í donskum bløðum, og fekk hetta sjálvandi Tingakross at skúma av øði, meðan Dimmalætting fegnaðist. Hans Jacob Debes heldur, at Oliver Effersøe var frammanfyri sína tíð við sínum sera eirindaleysa stíli. Oliver Effersøe var ein fanatiskur fráhaldsmaður, sum heldur enn fegin vildi bannað fría rúsdrekkasølu, sum fráhalds­ rørslan eisini vildi. Hetta vildi sjálv­stýrisflokkurin við Jóannes bónda ikki gera. Tískil fór Effersøe miðvíst at kalla sjálvstýrisflokkin fyri Brændevinspartiet, og hetta virkaði eftir ætlan. Tað mundi gera sítt til, at Oliver vann á Jóannes við ikki færr enn 1.129 atkvøðum móti 489. Tað er slík yvirdrívilsir, sum mynda nútímans valstríð í dag, og sum í 1906 eisini mundi hava týdning fyri valúrslitið. Tað varð sagt, at tað var beiggi Oliver, sakførarin Poul, sum hevði lagt honum lag á í hesum taktikki. Poul og Rasmus búðu saman úti á Reyni. Hans Jacob Debes skrivar, at tað er ein av stóru gátunum í føroysk­um politikki, at hetta bar til, tí Rasmus verður roknaður sum anda­ligi faðirin at føroysku sjálvstýrisrørsluni. Tað kann nevnast, at í 1909 var Oliver einsamallur uppstillaður. Hóast hetta var val, har Oliver fekk 705 ja-atkvøður móti 296 nei-atkvøðum. Í 1910 var aftur val millum teir báðar. Tá vann Oliver Effersøe við 1.087 atkvøðum móti 529 til Jóannes Patursson Oliver Effersøe helt skansan í politikki fram til 1931. Tá var hans­ ara tíð farin, og hann varð kroystur at leggja frá sær. Hetta, sum ikki er við í almennu søguni hjá Sambandsflokkinum, verður komið aftur til í einum komandi parti. Her kann eisini leggjast afturat, at Lise, abbadóttir John Effersøe, beiggja Oliver, hevur sent fleiri myndir av ættini í Danmark, m.a. av mostrini Kammu og hennara tveim­um synum, sum lótu lív í týsk­ari hertænastu undir krígnm. Her sæst, at Niels er avmyndaður í uniformi hjá sjóverjuni. Tað má so vera haðani hann er farin í týska hertænastu. Ferðafrásøgnin frá 1921 Tann 7. juni 1921 fóru Sigrid og pápi hennara Oliver Effersøe úr Keyp­manahavn við ferðamanna­ skipinum Botnia. Leiðin gekk til Føroya, og ørindini hjá Oliver vóru kongavitjanin í Føroyum, sum tá skuldi vera. Hann skuldi vera við á hesi vitjan sum landstingsmaður fyri Føroyar, umframt at hann skuldi møta á løgtingi á ólavsøku. Tað tykist sum at Oliver tá var búsettur í Danmark. Hann var tá farin frá sum sýslumaður, og sum lands­tings­maður var tað sjálvandi mest í Danmark, hann hevði sítt politiska virksemi. Sjálv var Sigrid fødd í Føroyum, men fór haðani 6 ára gomul. Mamma hennara var deyð, tá ið hon var árs­gomul. Pápin var giftur aftur við dansk­ari konu, so hon mann hava búð hjá henni saman við pápanum. Nu skuldi Sigrid fyrstu ferð í 15 ár vitja oyggjarnar, ætt og vinir. Á leiðini til Føroya løgdu tey at í Leith í Skotlandi, sum ferða­manna­ skip til Føroya vanliga gjørdu fyri at fáa útgerð. Hetta var eitt frálíkt eyka upplivilsi á hesi longu ferðini. Fergast í land Kl. 2,30 náttina millum 12. og 13. juni komu tey til Havnar. Tað var eingin farmur við hesa ferð, tí steðgaði skipið bert tveir tímat fyri at lata tey nógvu ferðafólkini til Føroya fara í land. Hetta var mitt á sumri, tí var tað deiliga ljóst, tá ið teir ikki fáu bátarnir komu út til Botnia eftir ferðandi og teirra viðføri. Tað var ikki fyrr enn seinni, at Havnin fekk havn, tí mátti alt førast umborð og í land við báti. Nøkur ferðafólk vóru tó heintað í egnum báti av avvarðandi. At koma inn í Havnina og at sleppa í land hevði stóra avirk­an á Sigrid. Hon greiðir frá tá ið hon fór í land: Smukke raske Mænd i deres daglige færøske Tøj: Hudesko, tykke uldne Strømper, blaa Knæb­ en­klæder, en tætsluttende blaa Trøje eller det særegne »Kot«, en brun Jakke, samt den rød- og sort­ strib­ede Hue, kommer ombord, tager ens Ejendele, bærer dem ad Trappen i den lille Baad, mens man staar og ser til, angst for at de skal tabe noget i Vandet. Til slut gaar man selv i Baad­ene og bliver Roet ind til Kongebroen. Vi kom saa stille i Land, det hele foregik saa roligt som muligt, og i Thorhavn sov man ogsaa paa nogle faa Mennersker nær. Det var derfor saa underligt at gaa ved Nattetide i den tavse, sovende By, saa lyst som det var. Sigrid kom at búgva hjá síni tantu í Trøð, og hetta man hava verið hjá Petru og Jens Olsen. Petra var systkinabarn pápa hennara. Hon var dóttir Amaliu og gamla sýslumannin H.C. Müller. Kongavitjanin Jeg kom til Thorshavn i en livlig Tid, man havde travlt med Konge­ besøget. Der blev bundet Guirlander af lyng til Æresporten, hvilket Oliver Effersøe: Fekk sindrað fyrstu sjálvstýrisroyndina »Tilboðið« frá 1906 kundi verið fyrsta stig á sjálvstýrisleið hjá føroyingum. Men hetta fekk Oliver Effersøe forpurrað Tað eru fáar myndir av tí fyrsta Jón Effersøe í Føroyum saman við konuni Susanne Olesdatter. Hesa og hinar myndir í hesum parti eru frá Lise Effersøe Edvards Karen Marie, Kamma,Effersøe, gift Kryssing, umrødd í seinasta parti Niels Effersøe Kryssing, sonur Kammu, fall í týskari hertænastu Jens Effersøe Kryssing, sonur Kammu, fall í týskari hertænastu