Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 12. februar 2004 21 Kyndil-Stjørnan 18-40 (4-23) Keðiligasti dysturin í mannaminni Teir fáu áskoðararnir, ið høvdu leitað sær niðan í høllini á Hálsi týskvøldið at síggja dystin millum botn- liðið Kyndil og odda- liðið Stjørnuna í bestu kvinnudeildini, fingu skorið út í papp, hvussu stórur munur er millum topp og botn HONDBÓLTUR Terji Nielsen Tað má hava verið ein und- arlig kensla hjá klaksvíks- kvinnum at spæla fyri bert einum hálvthundrað áskoð- arum í høllini á Hálsi týs- kvøldið, bert trý samdøgur eftir at tær í somu høll og framman fyri okkurt um túsund áskoðarum vunnu steypafinaluna á VB. Hjá venjaranum eigur tað eisini at verða munandi lættari at gera leikararnar uppsettar til eina steypafinalu heldur enn ein dyst móti avgjørda botnliðinum. Men undir øllum umstøðum tóktist tað tó ikki sum um at Stjørnan ikki vóru klárar til dystin týskvøldið, tí tær gjørdu bart beinanvegin. 4-23 í hálvleikinum! Stjørnan, ið var uttan leik- bannaðu Anniku Ljósstein, vísti frá byrjan, at tær vóru komnar til Havnar at tryggja sær tvey týðandi stig í stríðnum um føroya- meistaraheitið. Taktikkurin var einfaldur - at renna Kyndil um koll, og tað lukkaðist eisini til fulnar. Fekk ikki talið av málum hjá Stjørnuni, ið komu eftir skjótálop, við, men tað mundi liggja um helming- ina av teimum íalt 40 mál- unu, ið tær skoraðu týs- kvøldið. Serliga hjá Báru Skaale Klaksstein á høgra vongi gekk væl í byrjanini, og fyrstu tjúgu minuttirnar skoraði hon ikki færri enn fimm ferðir! Bára hevur ein eginleika, ið bert fáir hond- bóltsleikarar her á klettun- um hava, nevnliga at hon ferð við fullari ferð fram eftir, tá ið mótstøðuliðið avsluttar. Hetta ger, at um mótparturin misnýtir sína skotroynd, so er hon nærum altíð klár í einum møgulig- um skjótálopi. Undir øllum umstøðum gjørdist tað tó beinan vegin greitt, at í dystinum týskvøldið fór ongin spenn- ingur at verða um úrslitið. Longu tá ið eitt korter var leikt av dystinum, hevði Stjørnan lagt seg á odda 12- 1, og tá var dysturin langt síðani avgjørdur. Kyndil hevði einki at bjóða uppá, og tað er neyv- an at gera ov nógv av, tá mett verður, at tær settu nýtt føroyskt met í feilav- leveringum týskvøldið. Ótrúliga nógvir bóltar vóru blakaðir út av síðulinjuni, í beinuni á viðleikarum ella beint í hendurnar á mót- støðuleikarum. Tá ið tað so hendingaferð eydnaðist teimum grønklæddu at spæla seg til málmøguleikr, vóru tær alt ov óneyvar. Av somu orsøk vaks munurin bara millum liðini, og tá ið komið var til hálvleiks, hevði Stjørnan skorað ikki færri enn 23 ferðir, meðan heimaliðið Kyndil bert fýra ferðir hevði megnað at fingið bóltin í netið aftan fyri Lidiju í málinum hjá Stjørnuni! Eykaleikarar fingu roynt seg Í seinna hálvleiki valdi venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, at spara fleiri av sínum stuð- ulsleikarum, og samstundis fekk hann roynt fleiri av vanligu eykaleikarunum, ið annars ikki fáa so nógva spælitíð. Unga Durita Ljós- stein kom inn sum spæl- skipari, Maria við Neyst kom inn á vinstra vong, og Súsanna Jacobsen fekk roynt seg á høgra vongi. Eisini fekk Lidija í málin- um sess á beinkinum sein- astu tíggju minuttirnar, og í hennara stað kom 16 ára gamla Jancy Joensen. Tað kom Jancy bara væl frá, tí millum annað eydnaðist tað henni at taka eitt brotskast frá Lotte Sørensen. Tað at Stjørnan sendi so nógvar eykaleikarar á vøll- in eftir steðgin, blandað saman við at spenningurin var farin úr dystinum, gjørdi at Kyndil nú heldur betur tørn. Munurin millum liðini vaks ikki nakað ser- ligt í seinna hálvleiki. Tað tóktist bara sum um liðini bæði bara bíðaðu eftir, at dómararnir fóru bríksla dystin av - lat tað bara verða sagt beinan vegin, tað vóru ikki bara leikararnir á vøllinum, ið bíðaðu eftir seinasta bríkslinum í dyst- inum, tað gjørdi hvør ein- asti áskoðari eisini! Tá ið tað forloysandi bríksli so at enda kom, vísti máltalvan, at heimaliðið Kyndil hevði fingið 18 mál, meðan gest- irnir úr Klaksvík høvdu 40 mál í skjáttuni. Himmalvíður munur á liðunum Tað var sum áðurnevnt stórur munur á liðunum báðum. Um Stjørnuna kann sigast, at tær høvdu nóg góð skjótálop, høvdu ferð á í sínum álopsspæli, og tær vóru avgjørdar í sínum at- sóknum upp á mál. Í verj- uni vóru tær væl skipaðar og kontantar, uttan tó at leika hart. Hinvegin kann sigast um Kyndil, at verjan var sera óskipað, serliga fyri steðgin, sera lítil ferð var á álopsspælinum, og tær vóru alt ov hálvhjartað- ar og óneyvar í sínum skot- royndum. Hagani skal koma eitt gott ráð til venj- aran hjá Kyndli undan næstu venjing hjá liðnum: Brúka næstu venjingarnar til venja avleveringar og at læra at lofta! Dysturin í tølum Kyndil-Stjørnan 18-40 (4- 23) Kyndil: Randi Wardum 5, Sabine Frølund 4, Lotte Sørensen 3(1), Annika Thomsen 3, Linda Weihe 1, Ann-Mari Wang 1, Anja Heinadóttir 1 Stjørnan: Katarina Stepa- nov 9(1), Alina Olaru 7(1), Bára Skaale Klakkstein 6, Anna Kristina Samson 6, Una Olsen 4, Joan M. Djordjevic 3, Durita Ljós- stein 2, Maria við Neyst 2, Súsanna Jacobsen1 Brotskøst: Kyndil 2(1), Stjørnan 3(2) Útvísingar: Kyndil 1 Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Rúni Djur- huus, H71: Dysturin var eitt gott korter seinkaður, tí dómararnir komu ov seint. Sum dysturin gekk høvdu teir, eins og tey allarflestu í høllini, trupult við at halda konsentratiónina, og tí gloymdu teir onkrar heilt upplagdar avgerðir. Tað er heldur ikki serliga gløgt av einum dómara, tá ið hann skal geva einum venjara átalu fyri at brúka seg, at dómarin bara steðgar dystinum, vendir sær til venjaran og sigur: H*** Kj*** Hegga Samuel- sen venja Fram Fram hevur fingið sær royndan leik- andi venjara, nú felagið aftur skal royna seg í triðju deild VENJARI tíðindaskriv Á leikarafundi í Fram- húsinum 10. februar, kom nýggi venjari fel- agsins á gátt at heilsa leikarunum. Vágamað- urin Jógvan "Hegga" Samuelsen, er maðurin, ið skal standa fyri 1. liðnum hjá Fram hettar kappingarárið, eftir at felagið fluttið upp úr 4. deild í fjør. Fundurin byrjaði kl. 20, har Hegga legði út, við at greiða eitt sindur frá um seg sjálvan, ætl- anir fyri venjingina og kappingarárið. Eisini verða nøkur nýggj nøvn í hópinum í ár. Úr Vág- oynni koma royndir menn, sum millum ann- að hava verið á U-land- sliðunum og 1. deild hjá FS Vágum í fjør. Hegga Samuelsen er sjálvur royndur maður innan fótbóltin. Hann hevur leikt við SÍF, FS Vágum, HB og ÍF Før- oyum í Danmark, har hann sum leikandi venj- ari førdi felagið til uppflyting. Hegga er eisini settur sum leikandi venjari hjá Fram. Og vónirnar frá nevndini og leikarum eru góðar fyri kapping- arárið, sigur Fram at enda í tíðindaskrivi. Talan var um satt antiklimaks hjá Stjørnuni, sum hesaferð spældi fyri nærum tómari høll, men hetta ávirkaði tó á ongan hátt úrslitið 21 Nr. 29 • hósdagur • 12. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo 10 milliónir í FSF-kassan Undankappingardyst- irnir móti Týsklandi vóru so sanniliga gull verdir fyri føroyskan fótbólt FSF-ROKNSKAPURIN Jákup Mørk »Høvdu vit ikki havt hepn- ið við okkum hesaferð, so hevði vandi verið fyri, at vit høvdu verið noyddir at skert aktivitetin hjá Fót- bóltssambandinum.« Somikið bersøgin var táverandi FSF-formaðurin, Torleif Sigurðsson, tá tað fyri góðum tveimum árum síðani varð staðfest, at Føroyar loksins høvdu fingið ein av fíggjarligu tungvektarunum í okkara undankappingarbólk. Saman við Týsklandi var Skotland avgjørt eitt av liðunum, sum vóru verd at koma í bólk saman við, og nú ársroknskapurin fyri 2003 skal leggjast fram leygardagin, kann í øllum førum staðfestast, at hetta kastaði pengar av sær í annars soltna FSF-kassan. Nógvar pengar. Hús við 15 mió Rakstrarroknskapurin fyri 2003 vísir nevnliga eitt úrslit á 10.309.537 krónur, og tað er so nógv tað besta úrslitið, sum Fótbóltssam- bandið nakran tíð hevur havt. Kassakreditturin, sum við ársbyrjan var trektur niður á 2.843 tkr. er nú burtur, og ístaðin hevur FSF tøkan pening upp á 3.394 tkr. Og tað er A-landsliðið, sum eigur so nógv tann størsta partin av heiðirinum fyri, at úrslitið hjá FSF er somikið gott. Sjónvarps- rættindi, sum í 2002 vóru 504 tkr., vóru í fjør 11.153 mió kr., og eisini atgongu- merkini góvu eina fitta millión meira í inntøku, nú tað bar til at hava fullsettan leikvøll. Hinvegin vóru útreiðslur- nar av landsliðnum eisini nakað størri. 4.539 tkr. mótvegis 3.481 tkr. í 2002, men tað má roknast sum smávegis munur sammett við innøtøkurnar. Í aðrar mátar líkist rokn- skapurin sær sjálvum. Út- reiðslurnar av yngru lands- liðunum og umsiting ann- ars var nakað størri í 2003 enn í 2002, men tó á ongan hátt soleiðis, at talan var um nakað alarmerandi tal. Størsta broytingin í so máta eru avskrivingarnar, sum eru nærum trífaldaðar, nú bygningurin við Tórsvøll stendur liðugur. Bygning- urin saman við raktrar- gøgnum annars stendur, nú hann er liðugur, í 15.212 tkr. Takkað verið stuðli úr ymsum grunnum, so er skuldin hjá FSF tó ikki meira enn 5.142 tkr., með- an samlaði eginpeningurin er 15.819 tkr. Høvuðstøl úr roknskapinum (í tkr.) 2003 2002 A-landslið, netto 8.995 -1.1726 Aðrar inntøkur 7.654 5.894 Kostnaður, onnur landslið -1.882 -1.581 Umsitingarkostnaður -3.467 -3.323 Úrslit áðrenn rentur 11.301 -737 Ársúrslit 10.310 -1.242 Eginogn 15.819 5.466 Fíggjarjavnvág 21.398 16.593 Hvussu nógv eru tíggju dagar Tosað verður nú í krókunum um, at tíðarfreistin ikki varð hildin, tá Frithleif Olsen varð skotin upp sum formans- evni Hvussu nógv eru tíggju dagar? Hetta tykist vera ein av spurningunum, sum nakrir av luttakarunum á komandi aðalfundinum í hesum døgum royna at greiða. Orsøkin er, at tað nú er onkur, sum vil vera við, at tíðarfreistin fyri uppstill- ingina til formanspostin ikki varð yvirhildin, tá Frithleif Olsen varð skotin upp seinasta hóskvøld. Í Fráboðanini til feløgini um aðalfundin stóð annars at lesa, at uppskot til nevndar- og formansval skuldu vera skrivstovuni í hendi 10 dagar undan aðal- fundinum, og í seinasta lagi 5. februar. Soleiðis er freistin, sum feløgini hava fingið upp- lýst yvirhildin, tí uppskoti var FSF í hendi hósdagin, 5. februar. Spurningurin er so, hvørt FSF hevur rokn- að rætt, tá tey í fráboðanini siga, at 5. februar er rætti dagurin. Aðalfundurin er sum kunnugt 14. februar, og verður hesin dagurin roknaður við í tíð- arfreistini, so er 5. februar seinasti dagurin. Skulu 10 dagar roknast sum 10 samdøgur, so er støðan tó ein onnur. Aðalfundurin byrjar nevnliga kl. 10 um morgunin, og so vildi hós- morgunin verið rætta tíðarfreistin. Tað tykist tó ikki, sum um hetta fer at hava nakra ávirkan á aðalfundin. Nevndarfundur var í FSF fríggjadagin, har framm- anfyristandandi aðalfund- urin var á skránni, og tá einki er komið haðani um, at uppskot ikki eru góð- tikin, má væl saktans gangast út frá, at øll upp- skotini eru góðtikin. Eisini uppstillingin av Frithleifi Olsen. Sum vit hava skilt tað, so var ætlanin annars, at uppskot um útsetan av aðalfundinum skuldi setast fram við teirri grundgev- ing, at einki lógligt for- mansevni var í uppskoti. Spurningurin vildi tá verið, um Dánjal Andrea- sen so skuldi hildið fram fyribils í sessinum, ella um onkur av hinum nevndarlimunum hevði tikið við, fram til nýggjan aðalfund, men tann spurn- ingurin tykist tó bara vera av hypotetiska slagnum. Góða lutakastið í seinastu EM-undankappingini viðførdi eitt satt pengaregn oman yvir FSF, og við Fraklandi í komandi bólkinum tykist gongdin halda fram C M Y K 20