Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Mat- seðilin Hósdagin 12.feb : Skinkusnitsel & Bankikjøt Fríggjadagin 13.feb : Lambslivur & Rivjasteik Leygardagin 14.feb : Oksafilét Mánadagin 16. febr: Bollar í karry & Stokt flak Týsdagin 17. febr: Stokt flesk & Milliónbúff Mikudagin 18. febr: Kjøtfrikadellir & Høsnarungalør *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 22,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 30,00 Matstovan í Hoyvík AUTO AUTO 311234 311234 AUTO -Dag & nátt- Vilt tú bil hýra - ring 311234 Nú fáast eisini Talutíðarkkort BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Føroya Tele Kall C M Y K 23 22 Sessurin hjá Christi- ani Andreasen er leys- ur, og eisini Karl Vidtfeldt og Rúni Heinesen mugu berj- ast fyri sínari søk, nú tríggir nýggir avbjóð- arar eru stillaðir upp FSF-NEVNDARVAL Jákup Mørk Hóast tað ikki verður stríðsval um formanssessin á komandi FSF-aðalfund- inum, so munnu tað vera fleiri, sum ganga við bæði lítlum og stórum firvaldum í búkinum undan nevndar- valinum. Her standa teir tríggir, Rúni Heinesen, Karl Vidt- feldt og Christian Andrea- sen fyri afturvali, og tað stendur greitt, at ein av hes- um sessum í øllum førum er tøkur. Christian Andreasen boðaði nevnliga í farnu viku frá, at hann ikki tók við afturvali, tá tað var líkt til, at Dánjal Andreasen framvegis skuldi vera for- maður, og tað støðuna stendur hann við. Heldur ikki tá vit spurdu hann, hvørt tað møguliga kundi koma upp á tal við einum tiltakssessi í nevndini, var skjótt fyrrverandi nevndar- limurin at vika. – Eg havi tikið eina støðu, og hana haldi eg fast við. Tað er alt, sum eg havi at siga um hasi tingini, segði Christian Andreasen í telefonini. Soleiðis stendur ein sessur tómur í løtuni, men tað eru ikki færri enn trígg- ir, sum kappast um at sleppa framat hesum. Og tað kann hava við sær, at tað gerst trupult hjá antin Karl ella Rúna at endur- vinna sín sess. Í Havn hava bæði HB og B36 sett hvør sítt uppskot um nýggjan nevndarlim fram. HB hevur skotið Bjarka Mohr upp til sessin, og tó at hann hevur sínar røtur í B71, so man hann nú so smátt kenna seg sum havnarmann. Seinastu árini sum aktivur í bestu mans- deildini leikti Bjarki við HB, og hann hevur eisini búð í Havnini í drúgt ára- mál. Uppskotið hjá B36 er Per Hansen, sum í nógv ár hevur verið virkin í nevnd- ararbeiðinum hjá B36. Her er hann tó ikki í løtuni, men tað skerst ikki burtur, at hann er ein maður, sum nevndin í B36 hevur stórt álit á. Seinasta uppskotið kem- ur úr Eysturoynni, har Magnus á Stongum er í uppskoti til nevndarsess. Magnus hevur í nógv ár lagt stóra orku í fótbóltin hjá EB/Streymi, og at síggja til er hann ein rætti- liga væl umtóktur maður millum flestu feløgini. Rossahandlar Spurningurin er so, hvørt tað verða onkrir rossa- handlar gjørdir undan valinum, soleiðis at summi feløg kunnu kenna seg meira vís enn onnur. Undan seinasta aðalfundi stóð greitt, at Havnin misti sín mann, tá Børge B. Han- sen misti sessin sum næst- formaður, og tað ljóðaði tá, at høvuðsstaðurin longu tá fekk lyfti um, at feløgini har skuldu fáa nýggjan lim inn á komandi aðalfundin- um. Stendur hetta lyftið við, so er einki at ivast í, at antin Bjarki ella Per fáa sessin, sum nú stendur leysur, og so er spurningur- in bara, hvat av feløgunum dugir betri at reka. Einki er tó at ivast í, at eisini EB/Streymur vil hava sín mann inn. Sum nevnt, so hevur Magnus á Stong- um stóran tokka millum fleiri feløg. Hann ber orð fyri at vera ein siðiligur maður, sum tó samstundis ikki er bangin fyri at geva sína hugsan til kennar, og tað er ein eginleiki, sum verður høgt virðismettur av nógvum. Spurningurin er so, um tað hevur kostað nakað í so máta, at EB/Streymur seinasta fríggjadag segði seg taka sin stuðul til Frithleif Olsen aftur. Kanska var hetta bara eitt taktiskt trekk, soleiðis at felagsliðið skuldi hava nakað at «forhandlað« við, tá tosið fall á nevndarvalið, men um so er, so kann hugsast, at hetta hevur givið baksláttur, nú Frith- leif verður valdur uttan atkvøðugreiðslu. Hvussu er og ikki, so skal nevndin mannast. Um talan so eisini her verður um út- skifting, ella um gomlu nevndarlimirnir megna at lofta sær, er nakað, sum aðalfundurin fer at vísa. Kapprenning um nevndarsessir www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo