hósdagur 12. februar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 29 - 12. februar 2004
Nr. 29 - 12. februar 2004
25
Aðalfundur
Ársaðalfundur Starvsmannafelagsins verður
leygardagin 28. februar 2004 kl. 13.00 á
Platform í Havnar Klubba.
Skrá:
1) Frásøgn formansins frá
a) farna ári og
b) virki felagsins framyvir.
2) Framløga av grannskoðaðum roknskapum til
góðkenningar
3) Lógarbroytingar
4) Møgulig uppskot frá limum og nevnd
5) Ásetan av limagjøldum
6) Val av formanni
7) Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum
8) Val av roknskapargrannskoðara og tiltakslimi
9) Ymiskt.
Limir,sum vilja hava uppskot til umrøðu á aðalfund-
inum og møgulig lógaruppskot, mugu senda
nevndini hesi í seinasta lagi leygardagin 21.
februar 2004.
Uppskot til formann felagsins er:
Gunnleivur Dalsgarð
Varðabú 32
100 Tórshavn
Starvsmannafelagið
Aðalfundur
Ársaðalfundur í Eftirlønargrunni Starvsmanna-
felagsins verður beint eftir aðalfund Starvs-
mannafelagsins í Havnar Klubba 28. februar
2004.
Skrá:
1) Frásøgn um virki grunnsins í farna roknskapar-
ári
2) Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar
3) Viðtøkubroytingar
4) Val av nevndarlimum
5) Ymiskt
Limir sum vilja hava uppskot til umrøðu á aðalfund-
inum og møgulig lógaruppskot, mugu senda
nevndini hesi í seinasta lagi leygardagin 21.
februar 2004.
Nevndin
Daewoo Matiz
Fyri P/f Trygd selja vit ein Daewoo Matiz se árg. 02
við skaða, hevur koyrt 14.000 km.
Bilurin kann síggjast hjá P/F Esmar Simonsen á
Kambsdali.
Tlf. 444405 ella 218821
Høli til leigu
Skrivstovuhølir í Niels Finsensgøtu 37 til leigu.
Tlf. 31 14 10
Kunngerð
um
innangarðsútskiftingarfund
fyri Norðskála bygd
Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, sum seinast er
broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 9,
verður boðað til útskiftingarfund mikudagin 26.
mai 2004 kl. 11.00 í húsinum hjá Kommunufelags-
skapinum í Sundalagnum á Oyrarbakka.
Til viðgerðar verður innangarðsútskifting av Norð-
skála bygd.
Nevdarlimirnir eru Marita í Brekkunum, Hósvík og
Jákup Skoradal, Miðvágur.
Tórshavn, tann 6. februar 2004
N. v.
Øssur Á. Midjord,
útskiftingarnevndarformaður
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Fulltrúi
Av tí at ein av okkara løgfrøðingum er farin í annað
starv,verður søkt eftir løgfrøðingi í Vinnumálaráðið.
Høvuðsuppgávur:
Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru:
• At ráðgeva landsstýrismanninum og stjóranum
• Gera uppskot til lógir og kunngerðir
• Málsviðgerð
• Kæruviðgerð
Førleikakrøv:
Tú hevur:
• Útbúgving sum cand. jur.
• Kunnleika til EDV, og
• dugir væl føroyskt og enskt
Setanartreytir:
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.Set-
anin umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí,
umframt onnur aðalstýri.
Umsókn við prógvum o.ø. skal vera send til:
Vinnumálaráðið
Postrúm 377
110 Tórshavn
Freist:
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 20. februar 2004. Nærri upplýsingar
um starvið fáast við at ringja til Arna Poulsen, tlf.
356070.
Mentamálaráðið
Vinnu- og Miðnámsskúladeildin
Sjálvlesandi
Innskriving til próvtøku í ymsum
miðnámsútbúgvingum
Sjálvlesandi, her í millum umgangarar, ið á sumri
2004 ætla sær til FHS-, HH-, HT- ella HIF-próvtøku,
skulu í seinasta lagi 25. feburar 2004 innskriva seg
til próvtøku við tann skúlan, har tey ætla sær til
próvtøku. Innskrivingarblað at fylla út fæst frá skúl-
anum.
10. februar 2004
Mentamálaráðið
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur Skála Handverkarafelags verður
fríggjadagin 27. februar 2004.
Tíð og stað verður lýst seinni.
Skrá sambært lógum felagsins.
Allir limir eiga at møta.
Nevndin
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
C
M
Y
K
25
24