Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Einir 10.000 føroyingar eru offur fyri ovurnýtslu av rús­ drekka So stórur er trupulleikin av rúsdrekkamisnýtslu í Før­oy­um, staðfestir Blái Kross­ur. Olga Magnussen, leiðari í Blá­kross, sigur, at talan er um einar 2.000 før­oy­ing­ ar, sum eru beinleiðis rús­ drekka­mis­nýtari Men rúsdrekkamisnýtsla er ikki ein trupulleiki, sum bara rakar tann, sum drekk­ ur. - Tað er ein trupulleiki, sum rakar alla familjuna og veruleikin er, at í miðal dreg­ ur hvør misnýtari fýra fólk við sær í trupulleikar. Her er talan um hjúna­ felaga, børn og foreldur. Sostatt eru tað einir 10.000 føroyingar, sum eru offur fyri misnýtslu av rús­ drek­ka, staðfestir leiðarin í Bláa Krossi. Hon sigur, at hetta byggir á kanningar, sum eru gjørdar í hinum norðurlondum. - Men tað er avgjørt onki, sum bendir á, at støðan er nak­að sum helst øðrvísi her hjá okkum, leggur hon aftur­ at. Olga Magnussen leggur, at hetta merkir, at hvør einas­ti av okkum kennir onkr­an, sum líður undir rús­drekka­ misnýtslu, tí 10.000 før­oy­ ingar er ein heilur fimmt­ing­ ur av fólkinum. 250 í viðgerð Olga Magnussen sigur, at hesi seinastu árini í miðal leit­að 126 fólk leita sær við­ gerð hjá Bláa Krossi. Áleið líka nógv leitað sær hjálp á Heilbrigdi á Velba­stað og sostatt eru tað einir 250 fólk, sum hvørt ár leita sær hjálp fyri rúsdrekkamisnýtslu á teim­ um báðum føroysku við­ gerðar­stovnunum. Harafturat eru so tey, sum meg­na at leggja av uttan við aðr­ari hjálp enn antabus og aðr­ari viðgerð frá starvsfólki í heilsuverkinum. Men samanumtikið vísa tøl­ini, at av øllum teimum, sum hava brúk fyri tí, eru tað rættiliga fá sum leita sær hjálp av teimum. Hinvegin heldur hon, Blá­kross­leiðarin, at tað er neyðugt at styrkja viðgerðina fyri rúsevnamisnýtslu. - Tað er eisini ein sann­ roynd at fremsta deyðs­ orsøk­in hjá ungum er rús­ drekka og samstundis er stað­fest, at rúsdrekka kann elva til einar 60 avleiddar sjúk­ur. - Tá hava vit ikki talt tær vanlukkur upp í, sum rús­ drekka elvir til, leggur hon afturat. Hon sigur, at ongi hagtøl eru fyri, hvussu nógv av teimum, sum eru í viðgerð, slep­pa burtur úr mis­nýtsl­ uni. - Men vit vita, at nógv verða hjálpt, leggur hon aftur­at. Hinvegin vísa tøl aðra­ stað­ni, ein triðingur sleppur burt­ur úr misnýtsluni, ein trið­ing­ur fær tað betri og ein triðingur hjálpist ikki. Olga Magnussen sigur, at Blákross roynir at útvega fíg­ g­ing til eina kanning á hes­ um øki at vita, hvussu støðan er í Føroyum. Ein blandingur Leiðarin á Blákrossi sigur, at seinastu árini hevur gongdin ver­ið tann, at fleiri og fleiri eru blandingsmisbrúkarar. Tað merkir, at tey mis­ brúka bæði rúsdrekka, rús­ ev­ni og heilivág. Fyrr var í mesta mun talan um rúsdrekkanýtslu burt­ur av. Tá ið eg byrjaði á Blá­kross­ heiminum fyri nøkrum árum síða­ni, vóru einir 68% av teim­um, sum vóru í viðgerð, drykkju­fólk burturav og 32% høv­du trupulleikar av øðrum evn­um eisini. Nú er støðan tann, at 42% av teimum, sum leita sær við­ gerð, eru bland­ings­mis­brúk­ ar­ar. Í Føroyum kenna vit ikki til, at fólk eru rús­evna­ mis­brúkarar burtur av, tí at­gongdin til rúsevni er so svika­lig. - Tey allarflestu eru rús­ drekka­misbrúkarar, men brúka so onnur evni og heili­ vág afturat. Hon sigur, at eitt, sum leyp­ur í eyguni er, at sein­ as­tu árini eru tað nógv fleiri kvinn­ur, sum verða mis­brúk­ arar­. Men tað, sum serliga fær tey á Bláa Krossi at stúra, er, at misnýtararnir verða yngri og yngri. - Talið á ungum fólki ímill­ um 18 og 30 ár, sum noyðast í viðgerð fyri misnýtslu, veks­ ur skjótt, heilt úr 2% í 2006, upp í 19% í 2009. Í 2010 er tal so fallið aftur niður í 16%. Halda í oyruni Í farnu viku skipaði Blá­i­ kross­ur fyri politiskum fundi í Miðlahúsinum um rúsevni. End­amálið við tí var at vita, hvat politikarar eiga at gera við hetta vandamál. Men eitt endamál er eisini at gera vart við, hvussu stór­ ur, hesin trupulleikin er og at misbrúkið krevur so nógv onn­ur offur afturat teimum fáu, sum leita sær viðgerð. - Tað gleðiliga var, at po­ litik­ar­ar úr øllum flokkum eru sinnaðir at taka málið upp, tá ið ein nýggj samgonga skal skipast eftir valið. Men Olga Magnussen legg­ur dent á, at eftir valið er ætlanin at halda í oyruni á politikarunum og at minna teir á tað, teir hava sagt. Hon heldur, at politi­k­ ar­ar­nir hava ikki rættiliga við­ur­kent, hvussu stórur trupul­leiki hetta er fyri alt sam­felag­ið, og ikki minst, fyri tær familjur, sum eru rakt­ar. Hon heldur somuleiðis, at rúsdrekkapolitikkur verður ikki rættiliga viðurkendur sum heilsupolitikkur. - Høvdu vit fingið ein virk­ nan rúsdrekkapolitikk við í samgonguskjalið, var nógv vunnið, leggur hon aftur­at, tí tað hevði verið at viður­kent trupulleikan. Hetta skal vera ein rús­ drekka­politikkur, sum ikki bara fevnir um viðgerð, men eisini um fyribyrging, tí fyribyrging er bíligari enn við­gerð. Hinvegin vil hon ikki legg­ja seg út í ítøkiligan rús­drekka­ politikk, men tað snýr seg um at tálma nýtsluna út frá einum heilsupolitiskum sjón­ ar­miði. - Hetta snýr seg ikki um at forboð, men um at bjarga nóg­v­um mannalagnum, sig­ ur Olga Magnussen. Viðurkenning manglar - Hóast 20% av føroyingum líða undir rúsevnamisnýtslu, eru tað rætiliga fá, sum fáa hjálp og Olga Magnussen, leiðari á Bláa Krossi, heldur, at hetta er ein samfelagsligur trupulleiki, sum politikarar ikki rættiliga vilja viðurkenna 10.000 føroyingar offur fyri rúsdrekkamisnýtslu RÚSDREKKA OG SAMFELAG Hvørt ár leita yvir 200 føroyingar sær hjálp fyri rúsdrekkamisnýtslu, men tað er bara toppurin av ísfjallinum, sigur Blái Krossur, sum nú vil hava politikararnar út úr skápinum