Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í hesum døgum framføra tey heimsleiklist á Tjóð­pall­ inum. Tað er “Reinsan” eftir Sofi Oksanen. Hetta hendir um somu tíð, sum leik­urin verður sýndur í tjóð­leik­ húsunum í Oslo, Stockholm og Reykjavík, eins og hann er sýndur í New York fyrr í ár. Eg skrivi ikki hesar regl­ ur, tí eg havi nakað ser­ligt skil fyri sjónleiki, men í takksemi fyri eitt berg­tak­ andi upplivilsi, sum eg vóni, at so nógv, sum rúmast í hes­um eyðmjúku hølum á gamla meiarínum hesar dag­ arnar í november, kunnu fáa lut í. “Reinsan” varð fyrst skriv­ að sum leikur og síðani sum skaldsøga, ið Sofi Oksanen vann Norðurlendska Bók­ menta­prísin fyri í 2010. Søg­an er stutt lýst á heima­ síð­uni www.tjodpallur.fo og gongur fyri seg í tveim­um tíðarskeiðum: í Est­landi um 1950, tá Estland var her­sett av Sovjet og estar í tús­undavís vórðu tvangs­ flutt­ir til Sibiria, og so í 1992, eitt ár eftir at Estland varð sjálvstøðugt: “Ein summ­ar­ morgun í 1992 finnur tann gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er bliv­ in lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkju­levn­ að í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sín­um alfonsi og er rýmd hig­ani. Báðar kvinnur bera ræðu- ligar loynidómar, og sum leikur fer, avdúkast hesi loynd­armál og samband kvinn­urnar ímillum”. Leikstjórin Kim Dam­ bæk lýsir leikin sum ein ”psyko­thrillari”. Tað er eitt vælvalt orð. Leikurin verður framførdur bæði á ein hjartagrípandi og nøtr­ andi hátt. Sjálvdan havi eg verið so hugtikin sum hesaferð, ikki bara av søguni men eisini av tí fram­úr­skar­ andi leik­listaliga avrikin­ um hjá teimum seks sjón­ leikarunum, Biritu, Hans, Gunn­vá, Bárði, Hjálmari og Bar­baru. Pallurin var so nakin, sum hugsast kann, men leikararnir traðkaðu so smid­liga inn og út í hend­ ing­arnar og sínar leiklutir á ein so sannførandi og rúnar­ bindandi hátt, so tú upplivdi søguna um kærleika, svik og makt uppá ein nærverandi og viðkomandi hátt. Í mun til tað, sum man hevur hoyrt aðrastaðni frá, so var henda pallsetingin og leik­ stjórnin serstøk og kravdi, at leikararnir vóru á alla somlu tíðina. Tað er jú øgil­ iga krevjandi, men er so sam­stundis við til at styrkja intensi­tetin. Tað megnaðu tey til fulnar.   Tillukku og takk fyri, Jenny & alt kompaníið á Tjóð­pallinum ! Hans Pauli Strøm Nøvn TØKK Grípandi leiklist á Tjóðpallinum