mikudagur 9. november 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
700 krónur minni til hvørt
barnið í 2012.
Hetta
er
jólagávan,
sum foreldur at børnum,
sum ganga á dagstovni í
Havn kunnu vænta sær
frá Tórshavnar býráð, um
býráðsmeirlutin í Havn fær
sín vilja.
Triðja árið á rað ætlar bý
ráðið í Havn at skerja játt
anina til kommunalu barna
ansingina, og um uppskotið
til fíggjarætlan fyri 2012
verður samtykt, so minkar
játtanin við 1,3 millión aftrat
næsta ár.
Pedagogfelagið harmast
gongdina og mótmælir teirri
politisku raðfestingini, sum
fer at fáa óhepnar avleiðingar
fyri dagstovnaøkið í Havn.
Rakar frítíðarskúlarnar
hart
Í Tórshavnar kommunu eru
38 dagstovnar, sjey av teimum
eru frítíðarskúlar ella hava
eina frítíðarstovu og rúma
børnum úr forskúlanum, 1.
og 2. flokki.
Frítíðarskúlanir
hava
rættuliga merkt sviðan av
sparingunum tey seinastu
árini, og sambært uppskot
inum til fíggjarætlan skulu
teir spara 400.000 krónur
afturat næsta ár.
Hetta hendir samstund
is sum krøvini til frítíðar
skúlarnar og tørvurin at
bjóða námsfrøðilig tilboð til
børnini eftir skúlatíð veksa
alsamt. Umboð fyri umleið
túsund foreldur í Havn fara
væntandi í hesi vikuni á fund
við býráðið við einum ynski
um, at frítíðarskúlanir skulu
vera opnir arbeiðsdagar, tá
ið skúlin er stongdur. Og ein
størri part av summarinum
við.
Hvussu býráðið skal kunna
ganga borgarakravinum um
ein betri frítíðarskúla á møti
– við aftur at skerja játtanina
til frítíðarskúlaarnar – kann
vera ógvuliga trupult at
síggja.
Stovnar undir trýsti
Nógv tann størsti parturin
av játtanini til dagstovnaøkið
fer til lønir. Við sáttmála
samráðingarnar í fjør fingu
vit eina lønarhækking – upp
á 1%. Hendan lønarhækking
skuldi finnast innan givnu
fíggjarkarmar á hvørjum
einstøkum
dagstovni
í
Havn. Haraftruat er álagt
øllum stovnum at spara 10
% í orkunýtsluni, uttan at
taka hædd fyri vaksandi
oljuprísum og er hetta eisini
eitt slag av sparing.
Hetta boðar ikki frá visjón
um, menning ella framburði
á dagstovnaøkinum. Ein
um øki, har nógv av starvs
fólkunum mugu taka til
takkar við nakrar av landsins
lægstu lønum – í einum
landi, sum telist millum tey
dýrastu í Evropa. Einum øki,
sum skuldi verið ein grund
leggjandi fortreyt fyri tí
trivnaði og fólkavøkstri, sum
vit øll – ikki minst politik
ararnir – tosa so nógv um og
so fegin vilja síggja.
Eru børnini ein
bagatell?
Tá fíggjarætlanin fyri 2012
kom til 1. viðgerð boðaði Levi
Mørk, limur í býráðsmeir
lutanum frá, at hann kundi
ikki taka undir við sparingini
á
dagstovnaøkinum.
Tað
harmaði býráðsformannin,
sum segði við Rás 2, at tann
eina milliónin hóast alt er
lítið at rokna í mun til tað
samlaðu fíggjarætlanina upp
á slakar 700 milliónur.
Vit vilja mótmæla, at
býráðsformaðurin á hendan
hátt ger sparingarnar á
kommuna dagstovnaøkinum
til reinar smálutir. Tí talan
verður um sparingar, ið
koma sum steinur omaná
byrðu og sum sanniliga fara
at ávirka tænastuna til tað
verra. Fyri tey meira enn
2.000 børnini í kommunalu
dagstovnaskipanini og for
eldur teirra er sparingin ið
hvussu so er ikki nøkur baga
tell.
Undarligar
raðfestingar
Í fíggjarætlanini fyri 2011
kunnu vit lesa, at Tórs
havnar Býráð satsar upp
á tey bleytu virðini, har
trivnaður er millum familj
urnar við børnum og ung
um, og hjá teimum eldru.
Dagstovnaøkið skal vera "á
einum støði, ið nøktar tørvin
hjá familjunum."
Eitt virðiligt lyfti, má
sigast.
Tað er alla æru vert, tá ið
býráðið sigur, at tað í 2012
skulu gerast stórar íløgur í
trivnaðin hjá borgarunum.
Men tað er hinvegin undr
unarvert hvussu politiska
skipanin
uttan
stórvegis
hóvasták
kann
raðfesta
milliónaíløgur í stadionljós
mastrar, nýggjan skoytu
vøll og ein golfvøll fyri
5 milliónur krónur, tá ið
kommunan ikki hevur ráð
til eina so grundleggjandi
tænastu sum frítíðarskúlar
og dagstovnar.
Hetta kann vera ringt at
skilja. Væl at merkja, um vit
líka síggja burtur frá, at 2012
er kommunalt valár.
Men hvat nyttar tað, at
vit kunnu standa á skoyt
um á Skálatrøð ella spæla
golf
á
Glyvursnesi,
um
grundleggjandi samfelags
tænastur verða píndar niður,
so at tær ikki megna at vera
á einum støði, sum nøktar
tørvin hjá familjunum –
soleiðis sum býráðið hevur
lovað.
Tað eru so neyvan raðfest
ingar sum hesar, ið fáa fólk at
støðast og koma heimaftur
til Havnar.
Gamaní
krevst
góð
stýring í avbjóðandi tíðum,
sum hesum. Men Havnin
hevur ein sunnan búskap.
Tað staðfesti sjálvur borgar
stjórin við stórum stavum
í almennum lesarabrævi so
seint sum leygardagin.
Og ein býur við einum
sunnum
búskapi
hevur
sjálvandi ráð til eitt virðiligt
dagstovnatilboð.
Eru børnini í Havn ein bagatell?
Maud Wang Hansen
Pedagfelagið
Meðan millionaupphæddir verða settar í stadionmastrar, skoytuvøll og golfvøll, ætlar
býráðssamgongan í Havn – triðja árið á rað – at skerja játtanina til Dagstovnaøkið í Havn.
Almenni politiski boðskapurin um, at Havnin hevur ein sunnan búskap og raðfestir trivnaðin
hjá barnafamiljunum, stendur í skarpari andsøgn við veruleikan á dagstovnaøkinum
Síðan Skráseting Føroya i 2007
gav 7 umsøkjarum løggilding,
hevur nógv verið skrivað
um grannskoðaramálið. Ser
liga efter at løgtingsins um
boðsmaður i november 2010
almannakunngjørdi
sína
frágreiðing um málið. Niður
støðan hjá umboðsmanninum
var millum annað, at løggild
ingin ikki hevði heimild i lóg
og var givin av órøttum.
Hóast nógv hevur verið
skrivað og sagt um grannskoð
aramálið, so hevur viðgerðin als
ikki snúð seg um grannskoðan.
Grannskoðan snýr seg um at
geva roknskapum og øðrum
upplýsingum álit og trúvirði.
Viðgerðin af grannskoðara
málinum hevur snúð seg um
juridiskar ósemjur, tænusta
mannakanningar og almenna
umsiting, og tað sum er komið
fram um grannskoðaramálið
hevur
eftir
mínum
tykki
hvørki økt um álitið á grann
skoðaraátekningum ella trú
virðið hjá grannskoðarunum.
Støðan fram til 2005
Fram til 2005 var støðan við
víkjandi løggilding af grann
skoðarum í Føroyum greið.
Grannskoðarar, sum høvdu
lokið prógv sum statsautori
seraðir
grannskoðarar
í
Danmark, kundu virka sum
løggildir/statsautoriseraðir
grannskoðarar í Føroyum.
Útbúgvingin sum stats
autoriseraður
grannskoðari
er ein praktisk útbúgving.
Krøvini fyri at fara til próv
tøku eru cand.merc.aud-út
búgving og 3 ára starvstíð hjá
einum
statsautoriseraðum
grannskoðara. Próvtøkan er
ein skriftlig roynd (2 próv
tøkudagar) og ein munnlig
roynd, sum varar umleið 1
tíma. Eftir lokna próvtøku
kann tann statsautoriseraði
grannskoðarin átekna rokn
skapir hjá partafelagum, smá
partafeløgum o.s.fr.
Próvtøkan umfatar i høv
uðsheitum hesar lærugreinir:
Grannskoðan
Roknskapur
Skattarættur
Vinnurættur
Teoretiska
grundarlagið
fyri
próvtøkuna
er
cand.
merc.aud-útbúgvingin,
og
endamálið
við
próvtøkuni
er at skjalprógva praktiskan
førleika innan lærugreinirnar.
Serliga at grannskoðaði rokn
skapurin ikki hevur týðandi
feilir og hann gevur eina rætt
vísa mynd af rakstri, balansu
og eginogn.
Hóast talan ikki er um eina
djúpa teoretiska próvtøku,
so er tað ein rættiliga torfør
próvtøka. Orsøkin er, at kandi
daturin skal vísa, at hann er
førur fyri at skýna á hvat er
týðandi fyri roknskapin og
hvat er minni týðandi, og í
einum stuttum skotbrái kann
tað vera en torfør meting.
Orsøkir til grann
skoðaútbúgving
Endamálið við útbúgvingini
sum statsautoriseraður grann
skoðari er at geva ársrokns
kapinum trúvirði og at lesarin
kann líta á upplýsingunum i
ársroknskapinum.
Í øllum meldrinum um
grannskoðaramálið
hevur
viðgerðin nærum ikki snúð
seg um, hvørt grannskoðarar
í Føroyum framvegis skulu
hava staðið royndina sum
statsautoriseraður
grann
skoðari. Serliga haldi eg, at
fáar politiskar meiningar hava
verið frammi um málið, hóast
tað er lóggevari, ið ásetur krøv
ini til útbúgving fyri grann
skoðarar.
Í roynd og veru er tað helst
manglandi politiski vilji til at
gera nakað við málið, ið hevur
gjørt málið so fløkt og torgreitt.
Í staðin fyri eina viðgerð av
krøvum til grannskoðaraút
búgving snýr málið seg um
juridiskar tulkingar, kanning
av almennu umsitingini o.s.fr.
Niðurstøða
Eftir mínum tykki hevur
viðgerðin av grannskoðara
málinum skatt grannskoð
aravinnuna í Føroyum. Við
gerðin í fjølmiðlinum hevur
verið
atfinningarsom,
og
hevur givið almenninginum
fatanina av, at lítið og einki
skil er á núverandi løggilding.
Lesarin av ársroknskapum
má av røttum vera í iva, um
grannskoðaraátekningin
gevur nakra trygd fyri, at
roknskapurin
gevur
eina
rættvísandi mynd af rakstri,
balansu og eginogn.
Um politiski viljin í Før
oyum er, at partafeløg, smá
partafeløg o.s.fr. skulu lata inn
grannskoðaðir ársroknskapir,
so má ein politisk niðurstøða
vera um krøvini til útbúgving
hjá grannskoðarum.
Ein sjálvsagdur møguleiki
er, at lóggevari ásetur, at
grannskoðarar ikki skulu taka
eina praktiska roynd sum
uppískoyti til teoretisku út
búgvingina, cand.merc.aud.
Tað er kortini mín niður
støða, at trúvirðið hjá grann
skoðaravinnuni hevur fingið
so stóran skaða, at eingin
annar veruligur møguleiki er,
enn at grannskoðarar skulu
taka próvtøkuna sum stat
sautoriseraðir grannskoðarar
fyri at fáa løggilding.
Tørvur er á, at álitið á
grannskoðaravinnuna verður
endurreist, hóast tað merkir,
at
løggildir
grannskoðarar
uttan próvtøku missa løg
gildingina aftur. Tað týdn
ingarmesta er hóast alt, at
almenningurin hevur álit á
grannskoðaraátekningunum -
alt annað er til ógagns fyri tey,
ið lesa roknskapir og grann
skoðaravinnuna sum heild.
Viðmerkingar til
grannskoðaramálið
Tummas Ennistein
statsautoriseraður
grannskoðari