mikudagur 9. november 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Hatta var so tað. Tingið
er mannað við 33 fólkum,
á tremur av nýíbirtum
íðinskapi. Nýggj stjórn
er um at verða skipað
við sigursharranum, Kaj
Leo Holm Johannesen
í løgmanssessinum. Og
kloyvda fjøldin situr nú
við bláum vónum og
reyðum vónbrotum og
vil ávíkavist frøðast og
sálast.
Myndborið lýst stóð
valið millum keksasteik
og lagkaku. Undan vali
num hótti eg við, at eg
kanska ikki fór á val.
Eg fór kortini, men tað
var ikki nóg mikið at
fáa teir, ið einans lovaðu
keksasteik, inn á ting.
Lagkøkupolitikkurin
sigraði. Vit hava valt útlit
til at fáa nakrar tunnlar
afturat gjøgnum megin
landsstøðið og gjøgnum
okkara gjøgnumgataðu
oyggjar. Flatskatt hava
vit eisini valt – bara 40
prosent per capita – so
vit fáa ráð at keypa okk
um størri og betri flat
skíggjar við ‘flat rate’
breiðbandssambandi.
Vit skulu í minsta lagi
hava trý sjúkrahús, ið
helst skulu virka sum
hotell, og fyri alt í verð
ini ikki mugu standa
uttanfyri okkara persón
liga tryggleikaøki. Sam
anhald,
samhuga
og
skynsemi valdu vit frá.
Reformpolitikkur kann
ikki fremjast við flat
skatti. Snúningsdepilin
hjá okkum er vorðin "Eg
og mín tørvur". Vit vilja
sleppa at draga hvør
sína línu og verja okkara
egnu áhugamál. Tað er
ikki bara fiskivinnan, ið
fær fríar ræsur.
Nú sita tey, vit valdu,
á Gamla Apoteki og
tingast um hvørja resept,
tey skulu seta saman til
fólkið. Tilfarið kunna
vit bara gita, men greitt
er, at flatskatturin skal
fíggjast av pensjonist
unum, og danski skatt
gjaldarin skal fíggja tann
ultra-liberala róman á
lagkøkuni. Hvør, ið skal
fara
biddaragongdina
til Danmarkar, fáa vit at
síggja. Samstundis taka
okkara
fund-raising-
hetjur sær tykni av, at
grikkar
skammleysir
snulta upp á eurolondini.
Vit skilja væl, hví tey
kveistra
etiskar
og
moralskar
spurningar
frá sær.
Moralurin
í
lag
køkupolitikkinum
er
nevniliga eisini lagskip
aður. Fleiri av okkara
kristiliga sinnaðu ting
limum
skíra
darwin
istisku útviklingslæruna
sum heiðinskapur og
gudloysi. Hon er ein
vanæran ímóti gamal
testamentligu skapanar
mytuni, físa tey. Men
bíða nú – er ikki okkurt
mótsagnarkent millum
l a g k ø ku p o l i t i k k i n
og
tann
gudsóttandi
moralin? Tað er ikki
sørt hugvekjandi, at tey
agitera við støði í gamla
testamentliga
grund
setninginum: “Tú mást
ikki hava aðrar gudar
enn meg”, men reka
politikk
eftir
grund
setninginum í evolu
tiónsteoriini:
Survivel
of the fittest.
Vit fáa tað, vit hava
uppiborið. Tað eiga vit
at leggja okkum í geyma
fyri næsta løgtingsval.
Aftaná valið
William Smith
Argir
Liberalur hugsanarháttur við
møguleikum. Soleiðis koma
vit fram á leið. Soleiðis eiga
vit at stýra okkara flaka- og
fiskivinnu burturúr tí píndu
og fastlagdu støðu, hesar
vinnur eru í anno 2011.
Loysnin í einum pakka
Arbeiðast má fram ímóti
at gera ein heildarpakka,
ið inniber loysnir fyri all
ar sektorar í vinnuni. Øll
aspektir mugu við, og ong
in lutur eigur at liggja eftir.
Útsagnir, ið kunnu avlaga
partar av vinnuni, mugu
steðga. Eitt slag av fiski
vinnureformi, har øll vinnan
fær møguleikar, og sum inni
ber loysnir, heldur enn hótt
anir og forðingar sum nú.
Flakavinnan og
heimaflotin
At tvinna fiskivinnuna á
landi saman við fiskivinnuna
á sjónum er ikki til gagns fyri
nakran. Hesin hugburður má
broytast í ein ávísan mun. Tó
skal hetta gerast soleiðis, at
báðar vinnur fáa sum mest
burturúr.
Grundleggjandi
fortreyt
Uppskriftin uppá eina nýggja
tíð fyri flotan má innibera, at
2018 skal vekk úr hugaheimi
føroyinga. Vinnan fer ikki
at virka undir vanligum
íløgu-/lánstreytum,
so
leingi eitt evstamark er sett
fyri ræðisrættin, serliga tá
ongin veit, hvar tey standa
eftir 2018. Fortreytin fyri
íløgum og framburði er trygg
ognarviðurskifti. Ein grund
leggjandi íløgustrategi, ið ikki
kann burturforklárast. Tí má
hendan hóttan burtur.
Lívfrøðiliga burðar
dygg fiskivinna
Her
skal
grundleggjandi
hugburðsbroyting til. Veiði
orkan
á
landgrunninum
er í dag á søguliga lágum
støði. Flotin fiskar ikki á
leiðum, ið roknistykkið hjá
serfrøðini nýtir í sínum
tilmæli. Hetta má og skal
broytast. Politikkurin eigur
at leggja seg eftir at gera
grundleggjandi broytingar
viðvíkjandi hvussu vit ynskja
at rokna veiðiorkuna út. Tað
má og skal geva meining fyri
tann, ið tað rakar. Frøðin
skal tillaga síni tilmæli til
fiskidagaskipanina, friðaðu
økini runt grunnin mugu
eftirmetast, og ávirkanin
av hesum má staðfestast.
Markið fyri Ytru Leið má
takast upp til kjak og broyt
ast. Fiskidagar á djúpum
vatni eiga ikki, sum nú, at
verða nýttir í einum toska
roknistykki.
Soleiðis sum vit fiska nú,
er onki sum týðir uppá, at
vit fiska annað enn burðar
dygt. Tað eru tillagingar í
roknistykkinum, ið skulu
prógva hetta, og somuleiðis
skulu vit leggja lang-tíðar
ætlanir um hvussu vit tillaga
okkum, tá náttúruumstøður
broyta tilfeingið í sjónum.
Vit skulu tora at fiska. Vit
skulu gera eina skipan, ið
gevur heimaflotanum góðar
umstøður at broyta sítt
mynstur eftir náttúrunnar
leiki. Bert við at taka atlit til
heildina á landgrunninum
kunnu vit taka avgerðir,
ið geva meining fyri tey, ið
skulu umsita hesa vinnu.
Skulu vit lóggeva
ella lokka vinnuna
Vinnan verður í dag stýrd
við lóggávu um bæði eitt og
annað. Hesum amboðum
kenna vit øll avleiðingarnar
av. Tað eru tveir hættir at
stýra uppá – tann dømandi og
tann lokkandi stýrihátturin.
Tað er ongin ivi um, at loysast
má upp fyri lógarverkinum,
so vinnan fær loyvi at fara
tann rætta vegin. Vinnan
hevur tær bestu loysnirnar,
og tí má vinnan sleppa meira
enn bara hoyrast. Vinnan má
sleppa at hava fríar ræsur at
stýra seg burtur úr trongu
støðuni, hon er í.
Stuðul til flakavinnuna
Fyri at stuðla undir, at flaka
vinnan fær munandi betri
rávørugrundarlag, má avgerð
takast um afturbering av tolli
av innfluttum frystum fiski,
soleiðis at hendan vinna
fær bæði støðuga og betri
atgongd til rávøru. Hetta fer
at seta krøv til infrakervið
á landi, og við einari tílík
ari politiskari avgerð fer
hendan
vinnan
at
gera
íløgur í upptiðningaranlegg
til frystan fisk, ið eisini er
vegurin fram. Samstundis
sum hetta verður sett í gildi,
má man politiskt seta kraft
iga inn við nýggjum sam
ráðingum við ES um eina
betri tollavtalu, so hesin
fíggjarligi
fløskuhálsur
hvørvur.
Góðskan á frystari vøru
kann ikki samanberast við
fisk, ið hevur ligið feskur í 6-10
dagar. At tosa um at heima
flotin skal gera styttri túrar
er eitt luftkastell, tí hvørki
geografiskt, metereologiskt
ella biologiskt inniber hetta
fíggjarligar fortreytir, ið flot
in kann liva undir.
Tíðin er grundleggjandi
forðingin í allari flaka- og
fiskivinnuniskipanini,
so
leingi vit ynskja at sigla
veiðuna feska til lands. Við
at frysta umborð tekur tú
størsta
hóttanarfaktorin
út úr allari skipanini. Hetta
krevur sjálvandi stórar íløgur
og harvið fígging. Tí er tað
avgerandi at ræðisrættindini
koma í rættlag.
Tey skip/bátar, ið fram
haldandi fara at sigla við
feskum fiski til lands, eitt nú
útróðrarflotin, fara ikki at
merkja stórar broytingar, tí
sum nú er, standa flakavirkini
seg ikki í kappingini um fesk
asta fiskin, tí verður hann
útfluttur óvirkaður. Hetta fer
tí ikki at verða ein trupulleiki
fyri teir, ið framhaldandi fara
at veita feskan fisk. Men tá
verður gingið burtur frá, at
komið verður við fiski, ið er
meira enn fáar dagar gam
al. Vit hoyra, at góðskan og
haggreiðingin umborð á før
oyskum skipum er vánalig.
Hetta er lutvíst rætt, men
haggreiðingini feilar onki.
Tað er goymslan, ið spillir
fiskin og stigvíst minkar
um góðskuna. Við frysting
steðgar tú allari niðurbrót
andi prosessini, og tí verður
góðskan varðveitt.
Sum eg nevndi í byrjanini,
so er tað ein avgerandi fak
torur fyri framburði, at man
ikki pilkar eitt av oman
fyrinevndu út úr hesari til
gongd, men at alt verður sett
í verk við skili. Hetta er ein
tilgongd, ið má skipast rætt.
Fígging
Síðstu mongu árini hava vit
sæð, at bankavinnan hevur
brúkt tað mesta av síni orku
at fíggja flotan, so hvørt skip
hava skift eigarar. Fígging
til framburð ella menning
hevur ikki ligið fremst. Tí
kann hugsast, at landið átti
at sett inn á ein ella annan
hátt, soleiðis at heimaflotin
og flakavinnan fáa eina
lagaliga tilgongd at útvega
fígging fyri at menna seg
burturúr hesi fortíðarligu
støðu, vinnan av mongum
orsøkum er komin í, nú vit
skriva 2011. Landið kundi sett
inn við politiskum stabiliteti,
ella við beinleiðis banka
virksemi, um tað er neyðugt.
Hetta er ein tilgongd, ið
verður øllum føroyingum at
frama.
Tað eru tríggjar orsøkir
til at fáa hetta sett í verk sum
skjótast:
1. Vit mugu skapa inntøkur
fyri
at
varðveita
og
tryggja tað sosiala undir
støðukervið.
2. Við hesum tryggja vit
Føroyum fíggjarligan sta
bilitet, so danska Fíggjar
eftirlitið ikki fær møgu
leikan at pantseta enn
meira enn ta hálvu milli
ardina, ið longu er pantsett
í eini komandi oljuvinnu.
3. Henda
bjarging
gevur
fíggjarligar møguleikar og
umstøður til útbúgving av
okkara borgarum, ið m.a.
eisini skal gera samfelagið
til reiðar til eina komandi
oljuvinnu.
Framtíðin er okkara, um
vit bert tora at taka ímóti
henni.
Fiskivinnan, flakavinnan
og framtíðin
Eyðstein Poulsen