Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er undir alt lágmark, at mann útihýsir helvtini av øllum føroyingum við at brúka kynsdis­kriminerandi heiti um okkara land, mál og byrjan til lívið. Vit mannfólk verða dag og dagliga mint á, at Føroyar eru okkara móðurland, at føroyskt er okkara móður­ mál og at vit verða stoypt lív­móðurini. Tá vit so hava verið í lívmóðurini, so skulu vit gud-hjálpti-tú-mær eisini fáa føði gjøgnum móðurkøku. Tá vit so hava búð í lívmóðurini í 9 mánaðar, hvat er so tað fyrsta vit síggja? Nemliga: Ein jarðarmóður. Tá vit nú hava verið gjøg­num hesar tríggjar fasurnar, so læra vit at tosa. Og hvat er tað fyri mál, sum vit læra? Tað er sjálvandi okkara móð­ur­mál. Og hvat læra vit gjøg­num okkara móðurmál? At landið, sum vit búgva í, jú, tað er okkara móðurland. Umframt hetta, so hava vit eisini móðurfeløg, systirskip, dóttirfelag - ja, sjálvt ølin er kvennkyn. Hetta er farið langt yvir gevind, og vit mannfólk mugu standa saman móti hesari hetzini, sum fer fram móti okkum. Eg fari hervið at mæla øllum mannfólkum frá at taka lut í eini fólkateljing, sum byggir á greiðan mis­ mun millum kynini. So leingi sum okkara land er eitt móður­land og oyðubløðini til fólkateljingina eru skriv­ aði á móðurmáli, so eiga vit mannfólk at halda okk­um langt vekk frá fólka­telj­ ingini! Við sarkastiskari heilsan. Eg nokti at tosa, skriva og hugsa, so leingi tað eitur móður­mál! Hergeir Staksberg Undirritaðu feløg vilja við hesi yvirlýsing staðiliga mótmæla ætlanunum um at broyta skattingina av eftirlønum soleiðis, at inngjøld verða skattaði heldur enn, sum í dag, útgjøld. Uppskotið, um at broyta skattingina av eftirlønini, er í greiðari andsøgn við pensjónsnýskipanina, sum allir politi­skir flokkar hava tikið undir við. Høvuðsendamálið við pen­sjóns­nýskipanini er at tryggja vælferðarsamfelagið, sum er undir hørðum trýsti, nú framskrivingar vísa, at talið av arbeiðsførum føroyingum verður hálverað næstu 30 árini. Við at broyta skattingina av eftirlønargjøldum, fara skatta­krónur at mangla í framtíðini. Stórur vandi er tí fyri, at skatta­grundarlagið, orsakað av uppskotinum, má økjast munandi í framtíðini, fyri at forða fyri, at landskassin kemur í stórar trupuleikar. Tí er nógv sum bendir á, at eftirlønaruppspararin verður álagdur fleiri skattir og avgjøld í framtíðini, orsakað av uppskotinum. Ført verður fram, at tað er líkamikið, um eftirlønar­upp­sparing verður skattað við inngjaldi ella útgjaldi. Nógv talar fyri, at hetta ikki er rætt. Um spart verður upp ígjøg­num eitt heilt arbeiðslív, verður eftirlønin vanliga um 60% av teirri løn, ið arbeiðstakari hevði, meðan hesin var á arbeiðs­marknaðinum. Hetta merkir, at skattagrundarlagið verður lægri tá farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Eitt lægri skattagrundarlag førir við sær lægri skattasats. Við øðrum orðum vil eftirlønaruppspararin eisini missa inntøku í eftir­lønarárunum orsakað av uppskotinum. Hetta eru fakfeløgini, sum longu hava fráskrivað sær lønarkrónur, fyri at spara upp í eftirløn, hart ímóti. Høvuðsendamálið undir uppskotinum um broytta skattaksipan er, at skatturin frá eftirlønarinngjøldum skal fíggja, at eingin skal rinda meira enn 40% í skatti. Við øðrum orðum eru tað tey, ið hava spart upp til eftirløn, ið nú skulu rinda fyri, at tey vælbjargaðu skulu fáa skattalætta. Hetta mótmæla undirritaðu feløg eisini staðiliga. Um eftirløn verður skattað við inngjaldi lækka samlaðu inn­gjøldini til lívstryggingar- og pensjónsfeløgini samsvarandi skatta­satsin. Hetta merkir, at samlaðu inntøkurnar hjá somu feløgum lækka munandi. Umsitingargjøldini hjá lívs­tryggingar- og pensjónsfeløgunum eru sum er, ikki kappingarfør við útlendsk feløg. Uppskotið vil gera hesi enn minni kappingarfør, tí lækkaða inntøkugrundarlagið hjá feløgunum kann noyða tey at hækka teirra umsitingargjøld til skaða fyri alt tað føroyska samfelagið. Undirritaðu feløg vilja tí staðiliga mótmæla, at politikarar á henda hátta ætla at broyta fyritreytirnar fyri teimum avtalum, ið liggja til grund fyri verandi eftirlønarskipanum. Hetta er eitt greitt álitisbrot. Tórshavn 4. november 2011 Yvirlýsing viðvíkjandi skatting av eftirlønargjøldum Føroya Lærarafelag Akademikarafelag Føroya vegna Føroya Verkfrøðingafelag Magistarafelag Føroya Føroya Byggifrøðingafelag Arkitektafelag Føroya Samtak vegna Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Fiskimannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Felagið Føroyskir Sjúkrarrøktarfrøðingar Farmakonomfelagið Havnar Arbeiðskvinnufelag Føroya Handverkarafelag Landsfelag Handverkaranna HK Føroya Deild Yrkisfelag fyri Trygging og Fígging Lærarafelag Handilsskúlans Føroya Tekniska Lærarafelag Starvsfólkafelagið í BankNordik Føroya Pedagogfelag Almanna- og heilsurøktarafelagið Bioanalytikarafelagið Maskinmeistarafelagið Musiklærarafelag Føroya S&K Felagið Umboðsráð Tryggingartakaranna í LÍV Starvsmannafelagið Fysioterapeutfelag Føroya Ljósmøðrafelag Føroya Kost- og føðslufelag Føroya Ergoterapeutfelagið Heilsuhjálparafelag Føroya Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lærara Hettar er út av lagi vánaligt, ein farleið hjá Strandferðsluni hevur brek, men tað lættasta er at flyta trupuleikan, so eru øll glað. At hesin framferðarhátturin hjá SSL verður nýttur hvørja ferð galið er á ávísum leiðum, er sjón fyri søgn. Allar oyggjar norðan fyri Skopunarfjørð skulu svíða, tí Teistin hev­ ur brek - tað er skom av tí allarstørsta fyri SSL, og sjálv­ andi eisini landsins myndug­ leikar. Hvat er galið, og hví eru Alfa Pilot og Silja Star ikki góð nokk, tá teir eru góðir nokk til restina av oygginum, eingin trupuleiki er hjá Ternuni at sigla farmatúr ímillum túr­ arnar til Nólsoyar. Strandfaraskip Landsins flutti til Suðuroyar, og eitt er púra greitt, síðani tann dagin er alt vorið verri. Eyguni á SSL røkka ikki norður um Gomlu Rætt, og vónandi flytur SSL til Havnar aftur skjótt - ella til Norðoyggjar. Tann endaliga skommin liggur hjá føroya landsstýri, men SSL hevur ongar um­ skyldningar fyri at lata okkum norðanfjørs svíða fyri, at tann eina leiðin skal hava reyðan løbara. Vit skulu minnast til, at sum einasta farleiðin í land­ inum hevur Sandoy tvey skip til at taka. Hví skulu vit straffast hvørja ferð ? Løgtingsvalið er farið aftur um bak, gylt lyftir og grønar skógir hava teir útvaldu lov­ að, kanska okkurt lyftið verður hildið, men tað røkkur ongantíð longur enn til egna familju og kanska til privatar vinir eisini. Vit nólsoyingar hava so ongan mann á tingi, so vit fáa nokk ikki meira enn vit hava fingið framanundan - nevni­ liga EINKI. So lá ssl aftur, men trupuleikin verður fluttur Jan Hansen Nólsoy