Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyingar við fobi: Tá óttin tekur yvir FOBI Tað eru nógv fólk, ið ræðast at eitt nú flúgva, sigla ella at vera í lyftu, men hjá summum gerst ræðslan so stór, at talan er um fobi. – Fólk leita sær hjálp, tí eitt lív við eini fobi kann verða sera avmarkandi, sigur Jegvan Z. Bæk, sálarfrøðingur, sum skipar fyri fobiskeiðum. Rannvá G. Fossaberg Eiturkoppar, lítil rúm, lyftur, at flúgva og sigla. Tað eru fleiri føroyingar, ið gerast so illa tilpassar av hesum, at tey kenna hjartabankan, fara at sveitta og blíva bangin av hesum tingunum. Tey hava eina fobi. – Í mínum arbeiði hitti eg nógvum fólkum, ið eru óvan­liga bangin fyri ym­ isk­um, men serliga er tað at flúgva og sigla, sum nógv ræðast. Eisini hava nógv fobi fyri smákyktum, sigur Jegvan Z. Bæk, sum hevur meir enn 30 ára royndir sum sálarfrøðingur. Eitt av hans­ ara serøkjum er ótti, herundir øll sløg av fobium. Fólk, sum hava fobi, hava eina sjúkliga ræðslu fyri onkrum ávísum. Ein ræðsla sum er óneyðug, sigur Jegvan Z. Bæk: – Tá tú hevur eina fobi, hevur tú ein ótta, sum ikki svarar til sjálvan vandan. Øll kunnu fáa fobi Tað finnast nógv ymisk ástøði um fobi, og hví summi fólk hava fobi. Til døm­is kunnu ávís við­ur­ skifti og ógvusligir hvøkkir í móður­lívi elva til fobi. Tað eru eis­ini tey, sum halda, at henda øgiliga ræðslan er nakað íborðið, tað vil siga, at vit hava útviklað ótta fyri ávísum vandamiklum ting­ um gjøgnum ættarlið: – Tað eru fleiri før­oy­ ingar, sum ræðast eitt nú skorpiónir, hóast vit ikki hava skorpiónir her um okkara leiðir, sigur Jegvan Z. Bæk. Sambært honum kunnu øll fáa fobi. Sum oftast fáa fólk eina fobi orsaka av einum hvøkki, ella tí tey hava verið í eini ávísari støðu, har tey eru blivin bangin. Óttin festir seg soleiðis, at tað blívur til eina fobi fyri øðrum líknandi hendingum ella støð­um, greiðir Jegvan Z. Bæk frá: – Ein rættiliga van­lig fobi er at ræðast eitur­kopp­ar. Tað kann til døm­is koma av, at tú sum barn brádliga hevur lagt merki til ein eiturkopp, sum hevur gingið eftir rygginum á einum øðrum persóni, og tú ert blivin kløkkur av hes­um. Næstu ferð tú sært ein eitur­ kopp, kemur hesin hvøkkurin aftur á teg, soleiðis at tú merk­ir eina øgiliga ræðslu. Panikkurin fær valdið Tá fólk blíva útsett fyri síni fobi, hugsa tey ikki skynsamt, tey gerast frá sær sjálvum, og panikkurin fær valdið: – Tey vita væl, at teirra reak­tión ikki er vanlig, men tey klára ikki at hugsa ratio­ nelt, tá tey eru í støðuni, sigur Jegvan Z. Bæk, sum legg­ur afturat, at hann eisini veit um fleiri føroyingar, ið hava flog­ræðslu, hóast tey ongan­tíð hava verið í einum flog­fari: – Summi hava ongantíð flogið og gerast púra pan­ isk við tankan um at skula í eitt flogfar, tí tey hava hoyrt onkran sagt frá einum ringum túri, ella tí tey hava sæð um flogvanlukkur í sjón­ varpi. Jegvan Z. Bæk sigur, at fólk við fobi ofta skammast við teirra óneyðuga ótta, og tað kann gera trupulleikan enn størri. – Hevur mann eina fobi, kennir mann ofta skomm og hugsar nógv um, hvat hini halda. Tað, at mann roynir at goyma tað fyri øðrum, kann gera trupulleikan enn størri, greiðir Jegvan Z. Bæk frá. Viðgerð kann hjálpa Hóast tað eru fleiri, ið royna at liva við síni fobi, gerst trupul­leikin aloftast so stór­ ur, sum árini ganga, at tey sjálvi kenna seg hava hjálp fyri neyðini: – Tað er eyðkent fyri fólk Summi hava ongantíð flogið og gerast púra pan­isk við tankan um at skula í eitt flogfar, tí tey hava hoyrt onkran sagt frá einum ringum túri, ella tí tey hava sæð um flogvanlukkur í sjón­ varpi