Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 33 - 18. februar 2004 Nr. 33 - 18. februar 2004 7 Bingjurnar, sum skræddu seg leysar og gjørdu stóran skaða á dekkinum á Ice Lady, bjargaðu skipinum í seinna enda, tá tær tettu holið í dekkinum Í VANDASJÓGVI Edvard Joensen Bingjurnar á dekkinum á Ice Lady kílaðu seg fastar yvir stóra holinum, sum var í dekkinum. Tað gjørdi, at so lítið av sjógvi kom niður, at skipið kláraði at halda seg flótandi. Var tað ikki so, sakk skipið. Árni Dam á Skipafelagn- um Føroyar, sum er um- boðsmaður hjá Ice Lady í Føroyum, greiðir frá, at tá lastin skeytst umborð á Ice lady, slitnaðu tvær bingjur, sum stóðu á yvirdekkinum eisini. Og sum rímiligt var, stóðu tær ikki stillar í slík- um líkindum, sum skipið var í. Tær furaðu eftir dekkin- um og gjørdu skaða fyri sær. Millum annað skræddu tær kappan, har niður- gongdin er, oman av og slættaðu dekkið. Har gjør- dist eitt heilt stórt hol í dekkinum. Hetta mannhol- ið tók nógvan sjógv, og varð tað standandi soleiðis gapandi opið, var eingin ivi um, at skipið hevði sokkið, sigur Árni Dam. Men lukkutíð fyri skip og manning, brotnaðu føturnir undan aðrari bingjuni, sum lá og sigldi eftir dekkinum, og hon kílaði seg fasta úti í borðinum, orsakað av slag- síðuni, skipið hevði fingið. Hin seinni reistist hálv oman á hana og bant so báðar fastar. Og tilvildin og eydnan vildu tað soleiðis, at hendan fyrra stóð beint yvir hesum opna mannhol- inum og typti soleiðis so mikið, at ikki tann nógvi sjóvurin kom niður. – Høvdu beinini ikki brotnað undan, so bingjan stóð tætt at dekkinum, kom skipið ikki aftur í aftur, ivast Árni Dam ikki eina løtu í. Brimil skjótur Skjóta hjálpin frá Brimli eigur eisini sín góða lut í, at tað spældi so væl av, sigur Árni Dam. Brimil var skjótur hjá Ice Lady og fekk beint henni inn í Vágahavið, heldur enn at hon var farin lensandi suður móti Bankanum. Var hon endað so sunnalaga, hevði ikki verið tespiligt at komið norður fyri aftur í tí veðrinum, sum var, og í harðasta streymi, vísir Árni Dam á. – Eitt sundurbrotið skip við slagsíðu upp á eini 20 stig er ikki so at fara um havið við í illveðiri, vísir hann á. Árni Dam er ikki nøgdur við lastingina, sum verið hevur, áðrenn skipið er far- ið til havs. Ikki tað, at teir, sum last- að hava, ikki hava vitað, hvat teir gjørdu. Men hel- dur pakningin, lastin var í, er hann ivasamur um. Frystilast er, og alt var pakkað í plastik og lagt á plattar. Og tá skal einki til, áðrenn tað rósar. Tí so tætt verður eingin last stúvað, at ikki nakað av luft er ímill- um. – Talan skal bara vera um millimetrar í einum borði, so hava vit fleiri centimetr- ar í hinum borðinum, vísir Árni Dam á. Og hendan lastin gleið væl, sigur hann og nevnir sum dømi, at teir skumpaðu onkran platt upp á pláss við at seta ryggin ímóti, tá hann var komin upp á bryggjuna. – So lætt flutti tað seg, vísir hann á. So tað sigur seg sjálvt, at í eini last í øgi- ligum rulli, endar skjótt galið. Lastin var stúvað, sum vanligt er, við pútum í mill- um har, opini vóru, Men púturnar nyttaðu so einki í hesum førinum. Tær brustu, og so var rættiliga galið. Stórarbeiði Tað var stórarbeiði at taka upp eftir skaðan, sum Ice Lady fekk, sigur Árni Dam. Teir hava havt 460 plattar í landi og umskipað mest- sum hvørt einasta kolli í lastini var. Tórshavnar Skipasmiðja hevur havt garneringina frá í stórum parti av lastini og gjørt nógv av nýggjum. Eisini nýggjan kappa á dekkinum, sum vera man. – Vit máttu tøma stóran part av lastini úr skipinum fyri at sleppa til at síggja, hvussu umfatandi skaðin var. Og hann var stórur, sig- ur Árni Dam. Klassin kravdi lastina betri tryggjaða, áðrenn skipið slapp avstað aftur, sigur hann. Millum annað hava skipasmiðjumenninir sveisað fleiri stúttur á mill- umdekkunum og upp við síðuportrunum. So nú verð- ur lastin eisini tryggjað við reimum, sigur Árni Dam. Fólk hjá Skipafelagnum hevur arbeitt í meira enn eina viku við at tøma Ice Lady, pakkað um og lasta av nýggjum, sigur Árni Dam. Mánadagin og fríggjadagin í seinastu viku máttu teir biða eyka fólk og truckar til arbeiðis, tí tá var teirra fólk og útgerð upptik- in av at lossa og lasta teirra egnu skip. Ice Lady sleppur vænt- andi avstað aftur í dag, sig- ur Árni Dam, umboðsmað- ur hjá skipinum. Leysu bingjurnar bjargaðu skipinum Bingjurnar skræddu kappan oman av dekkinum, so sjógvur fossaði niður. Seinni tettu somu bingjur holið aftur. Fólk frá Tórshavnar Skipasmiðju hevur nú gjørt nýggjan kappa Mynd: Jens Kristian Vang Ice Lady hevði slagsíðu upp á eini 20 stig Mynd : Brimil Tá Tjóðveldisflokk- urin hevur skipað seg á løgtingi, og tá Tór- bjørn Jacobsen hevur avgreitt síni mál á fólkatingi, tekur Høgni Hoydal sæti á fólkatingi. Tjóðveldis- flokkurin nýtir fólka- tingsumboðanina, og allar teir møguleikar, hon hevur við sær, at virka fyri fullum føroyskum sjálvstýri FÓLKATING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Vit hava enn ikki endaliga gjørt av, nær eg aftur taki sæti á Fólkatingi. Ávísar uppgávur skulu fáast frá hondini, bæði innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum, skip- an okkara á tingi og ávísar uppgávur, sum Tórbjørn Jacobsen er í ferð við í Fólkatinginum júst nú, sig- ur Høgni Hoydal, tá vit spyrja hann, nær hann aftur tekur sæti á Fólkatingi. Høgni Hoydal varð vald- ur á Fólkating við seinasta fólkatingsval, sum var 21. november í 2001. Hann fekk 2640 atkvøður, men av tí at hann var landsstýr- ismaður, mátti næsti maður taka sæti, og hann var Tór- bjørn Jacobsen, sum fekk 870 presónligar atkvøður. Høgni Hoydal er nú van- ligur tingmaður, og nú hann á fyrsta sinni sleppur at royna seg í hesum leikluti, verður tað sum andstøðu- leiðari. Umframt at vera formaður Tjóðveldisfloks- ins, er hann eisini formaður floksins á tingi. – Vit skulu skipa flokkin, velja framsøgufólk o. a. Tórbjørn Jacobsen hevur fyrispurningar liggjandi í Fólkatinginum og eitt upp- skot, hann setti fram í sam- bandi við at fáa innlit í Fíggjareftilitið. Hóast tað fleiri ferðir er avtalað, so veit okkara landsstýrismað- ur í fíggjarmálum ikki, hvussu støðan er í bankun- um, tí hann fær ikki innlit í viðurskiftini hjá Fíggjar- eftirlitinum. Hesi mál skal Tórbjørn Jacobsen av- greiða, áðrenn eg taki sæti á Fólkatingi aftur, sigur Høgni Hoydal. – Men eg rokni við, at tað verður einaferð í næsta mánaði, sigur Høgni Hoy- dal, sum bara hevur verið fólkatingsmaður í eina viku – tað var áðrenn Tórbjørn Jacobsen tók sæti fyri hann. – Tá náddu vit at skipa Norðuratlantsbólkin – eitt arbeiði, sum Tórbjørn Jacobsen hevur ført víðari og bygt upp saman við grønlendsku umboðunum. Hesum arbeiði fari at halda fram við á fókatingi, sigur Høgni Hoydal, sum letur sera væl at úrslitunum, sum Norðuratlantsbólkurin hevur nátt. Høgni Hoydal vísir á, at Norðuratlantsbólkurin hev- ur sett tríggjar arbeiðsbólk- ar, sum arbeiða við Ríkis- rættarligu støðuni hjá Grønlandi og Føroyum, ein sum arbeiðir við hernaðar- málinum og ein sum ar- beiðir við búskaparligu viðurskiftunum millum Grønland, Føroyar og Dan- mark. Hetta er arbeiði, sum ser- frøðingar gera, og sum verður fíggjað av Norður- atlantsbólkinum, sum er at rokna sum einhvør annar politiskur flokkkur í Dan- mark. Norðuraltansbólkurin fær bólkastuðul frá Fólkating- inum. Hetta er tað, sum allir flokkar á fólkatingi fáa – lutvíst eftir tingmannatal- inum. Minstu flokkarnir á fólkatingi hava vanliga fýra tinglimir, Norðuratlants- bólkurin hevur tríggjar. – Vit hava gjørt av í Tjóð- veldisflokkinum, at vit skulu brúka fólkatingsum- boðanina fult út í arbeiði fyri okkara søk. Tað merkir, at vit brúka allar møguleik- ar, sum umboðanin gevur, eisini tær fíggjarligu møgu- leikar, sum vit hava sum partur av Fólkatinginum, sigur Høgni Hoydal, sum ikki ivast í, at Norður- atlantsbólurin er komin fyri at vera. Men væntar Høgni Hoy- dal, at onkur annar politisk- ur flokkurin í Føroyum kundi komið upp í bólkin? – Tað hevði sjálvandi ver- ið ynskiligt. Vit bjóðaðu Lisbeth L. Petersen uppí, men hon takkaði nei, sigur Høgni Hoydal. Óli Breckmann, sum fall á seinasta fólkatingsvali, var uppi í danska Konserv- ativa flokkinum, meðan Jóannes Eidesgaard, sum eisini fall á seinasta vali, hevði sín egna tingbólk. Høgni Hoydal sigur, at um tað gleðiliga hevði hent, at t. d. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin tóku undir við sjálvstýrispolit- ikkinum hjá Tjóðveldis- flokkinum, so skuldu teir verið meira enn vælkomnir upp í bólkin, tí bólkurin hevur sum endamál at ar- beiða fyri fullum sjálvstýri hjá Grønlandi og Føroyum, men Høgni Hoydal vísir samstundis á, at sjálvstýris- tilgongdin í Grønlandi er langt frá komin so langt sum í Føroyum, so hann kundi ímyndað sær rúm saktans kundi verið bæði fyri Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum. : Høgni á fólkating í mars Høgni Hoydal tá hann tók sæti á Fólkatingi eftir valið 21. november í 2001. Hann var bara og vendi á danatingi, tí ein landsstýrismaður kann ikki hava onnur størv. Tað er tó einki óvanligt í tí, at ein landsstýrismaður ella løgmaður stillar upp og verður valdur í Fólkatingið uttan at taka sæti – fyrr enn hann er farin úr landsstýrinum Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokk- inum letur stóran part av fólkatings- lønini til flokspolit- iskt arbeiði FÓLKATING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum er helst lægst lønti fólkatings- maðurin í kongaríkinum. Tí upp undir seinasta fólka- tingsval, sum var 21. november í 2001, gjørdu valevnini hjá Tjóðveldis- flokkinum eina avtalu um, at eingin teirra skuldi fáa fulla fólkatingsløn, sum er væl hægri enn tingmanna- lønin. Meðan fólkatingslønin hjá føroyskum fólkatings- monnum er slakar 50.000 kr um mánaðin, so liggur tingmannalønin úr umleið 30.000, alt eftir, hvar í landinum tú býrt. Býr ting- maður í Suðuroy ella í Norðoyggjum, fær hann 7.500 skattafríar krónur omaná. – Tað er rætt, at vit, sum vóru valevni Tjóðveldis- floksins, gjørdu av, at tann av okkum, sum varð valdur, skuldi ikki fáa meira út- goldið av fólkatingslønini, enn tað sum ein tingmaður fær. Restin fer í ein grunn, sum hevur til endamáls at upplýsa um politikk Tjóð- veldisfloksins, sigur Høgni Hoydal. – Hetta er ein innanfloks- grunnur, sum tó einki hevur við roknskapin hjá flokkin- um at gera, men ein grunn- ur, har til ber at søkja um pengar til ymiskt floks- politiskt arbeiði, sigur Høgni Hoydal. Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum fær tí bara tann partin av fólka- tingslønini, sum svarar til løgtingslønina eftir skatt. Lønin fer til flokkin Fólkatingsvalið 2001 Seiansta fólkatingsval var 21. november í 2001. Báðir fólkatingsmenninir fullur, teir vóru Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum og Jóannes Eides- gaard úr Javnaðarflokkinum. Nýggir fólkatingsmenn gjørdust: Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum og Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum. Valúrslitið var hetta: (1) Sambandsflokkurin 7196 27,3 (2) Tjóðveldisflokkurin 6565 24,9 (3) Javnaðarflokkurin 6165 23,4 (4) Fólkaflokkurin 5407 20,5 (5) Miðflokkurin 567 2,2 (6) Sjálvstýrisflokkurin 434 1,6 Tey, ið fingu flestar atkvøður, vóru: Jóannes Eidesgaard 3676 Høgni Hoydal 2640 Óli Breckmann 2335 Lisbeth L. Petersen 2286 Anfinn Kallsberg 1523 Edmund Joensen 955 Tórbjørn Jacobsen 870 Fakta C M Y K 7 6