mikudagur 18. februar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 33 - 18. februar 2004
Nr. 33 - 18. februar 2004
9
Hóast lyfti frá Tórs-
havnar býráð um
spælistað á Gamla
vaskarínum, fáa tón-
leikararnir í høvuðs-
staðnum kortini ikki
bygningin í Tórsgøtu.
Umboðið fyri tónleik-
ararnar, Rógvi á
Rógvi, tekur ikki
Tórshavnar býráð fyri
fult longur. Formað-
urin í mentanar-
nevndini, Heðin
Mortensen, sigur, at
tað var eitt mistak at
geva tónleikararun-
um lyftið um Gamla
vaskaríið
TÓNLEIKUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað var ein bragdligur
borgarstjóri í Havn, sum í
Sjónvarpi Føroya í heyst
kundi boða tónleikararun-
um í høvuðstaðnum, at teir
endiliga skuldu fáa eitt
spælistað. Jan Christiansen
greiddi sjónvarpshyggjar-
unum at Tórshavnar býráð
hevði gjørt av, at Gamla
vaskaríið skuldi í framtíðin
hýsa tónleikararunum í
Havn.
Hetta vóru bjørt tíðindi
fyri tónleikarar í Havn, sum
fleiri ferðir hava víst sína
ónøgd við, at einki spæli-
stað hevur verið í Havn,
síðan Perlan, fyrst í áttatiár-
unum, varð tikin niður.
Nú fáar mánaðir seinni er
kortini vent í holini. Lyftið
um Gamla vaskaríið er
longu brotið. Tórshavnar
býráð hevur slept ætlanin-
um um Gamla vaskaríið og
vil nú hýsa tónleikarunum í
hølunum undir Snarskiv-
uni. Hesa avgerð eru tón-
leikararnir alt annað enn
fegnir um.
Rógvi á Rógvu hevur
verið sera virkin í arbeiðin-
um við at tryggja tónleikar-
arunum í høvuðsstaðnum
betri kor og hann sigur, at
hann er givin við at taka
Tórshavnar býráð fyri fult.
Altíð lappaloysnir
Rógvi á Rógvu er vónbrot-
in og sigur seg vera alt
meira sannførdan um, at
býráðspolitikkararnir
í
Havn ikki hava nakra veru-
liga ætlan við tónleikaum-
hvørvinum í Havn.
Hann vísir á, at Tórs-
havnar býráð heldur á við
at
fremja
lappaloysnir,
heldur enn at arbeiða mið-
víst ímóti eini varandi
loysn, sum tónleikararnir í
høvuðsstaðnum kunnu taka
undir við.
– Eg havi hoyrt, at hølini
undir Snarskivuni eisini
skulu nýtast sum danistað
fyri ung og kafeteria hjá
sosialu deild. Eftir øllum at
døma ætla mann so bara at
putta tónleikararnar inn í
somu hølir og tað er púra
óskiljandi, tí hetta loysir
avgjørt ikki okkara tørv á
einum spælistaði í Havn,
sigur Rógvi á Rógvu.
Hann leggur dent á, at
tónleikararnir ynskja eitt
veruligt spælistað, har tón-
leikurin einsamallur verður
settur í hásæti. Kortini rína
hesi ynski ikki við hjá
býráðspolitikkarunum
í
Havn og tónleikararnir eru
við at ótolnast.
–
Vit
fingu
játtað
250.000 krónur á fíggjar-
lógini, men tað røkkur
kanska ikki meir enn til
nakrar stólar í einum spæli-
stað, greiðir Rógvi á Rógvu
frá.
Brúka býráðsvalið
Seinni í ár verður komm-
unuval kring landið og hes-
um ætla tónleikararnir at
gera sær dælt av. Undir val-
stríðnum til løgtingsvalið
20.januar vóru tað fleiri
valevni, sum søgdu seg
vilja stuðla tónleikinum,
um tey vórðu vald.
Um somu valagn verða
nýtt á kommunuvalinum er
ilt at meta um, men Rógvi á
Rógvu sigur, at tónleikar-
arnir í høvuðsstaðnum ætla
at spyrja uppstillaðu flokk-
arnar, um ein atkvøða fyri
flokkinum verður ein at-
kvøða fyri betri korum fyri
tónleikin í Havn.
Eitt mistak
Formaðurin í mentanar-
nevndini
í
Tórshavnar
býráð, Heðin Mortensen,
sigur tað var eitt mistak, at
tónleikararnir fingu at vita,
at teir alt fyri eitt fingu
Gamla vaskaríið.
– Gamla vaskaríið er í alt
ov ringum standi til at
gerast spælistað í løtuni.
Nógv fleiri pengar skulu til,
áðrenn Gamla vaskaríið
kann nýtast. Tað var tí
skeivt, at tónleikararnir
fingu at vita, at teir sluppu
inn í Gamla vaskaríið, sigur
Heðin Mortensen
Hann leggur afturat, at
ætlanin er at endurreisa
Gamla vaskaríið til eitt
mentanarhús í Havn og tá
kann væl koma upp á tal, at
tónleikararnir fáa innivist
har.
–
Endurreisnin
skal
gerast eftir sama leisti, sum
við Müllers Pakkhúsi. Eg
meti tað fer at kosta eini 6-
7 mio. krónur at gera
Gamla vaskaríð til eitt væl-
útbygt mentanarhús, sigur
Heðin Mortensen.
Leisturin, sum Heðin
Mortensen sipar er, at Tórs-
havnar býráð endurreisir
Gamla vaskaríð í stigum og
játtar pening hvørt ár á
fíggjarlógini til byggingina.
Hesin leistur verður nýttur í
samband við byggingina av
Müllers Pakkhúsi.
Tónleikarar fyri vanbýti
Rækju-
vinnan
hjálp-
ast
Landsstýrismaður-
in við fiskivinnu-
málum, Johan
Dahl, hevur sett
ein skjóttarbeið-
andi bólk at við-
gera kreppuraktu
rækjuvinnuna.
Týsdagin var Fiski-
málaráðharrin á
fundi við grøn-
lenska Fiskimála-
ráðharran, Simon
Olsen
RÆKJUVINNAN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum, Johan
Dahl, hevur sett ein bólk
at viðgera kreppuraktu
rækjuvinnuna. Bólkurin
skal millum anna við-
gera, hvørjar møguleik-
ar vinnan hevur at reisa
seg aftur.
Bólkurin er mannaður
av serfrøðingum, um-
boð fyri vinnuna, fyri-
sitingini, Føroya Fiski-
mannafelag og Føroya
Reiðarafelag.
Lands-
stýrismaður hevur givið
bólkinum ein mánað at
gera eina frágreiðing
um støðuna í rækjuvinn-
uni.
Fundur í
Keypmannahavn
Í gjár skuldi Johan Dahl
hitta grønlendska Fiski-
málaráðharran, Simon
Olsen, í Keypmanna-
havn. Føroyingar og
grønlendingar eru á ein-
um máli um, at fiski-
vinnusamstarvið mill-
um londini skal styrkj-
ast.
Sum liður í hesum ar-
beiði, skuldu landsstýr-
ismaðurin í fiskivinnu-
málum
hitta
grøn-
lendska starvsbróður sín
um útlitini fyri øktum
samstarvi millum lond-
ini í framtíðini.
Umboðið fyri tónleikararnir í Havn, sum vilja hava spælistað, Rógvi á Rógvu, heldur ikki, at Tórshavnar býráð veruliga hevur nakra ætlan við tónleikinum í
høvuðsstaðnum.
Mynd: Savnsmynd
Niclas Foldbo var byggileiðari, tá Vágatunnilin varð bygdur:
Tilfarið undir Leirvíksfirði er gott
Sambært teimum for-
kanningum, sum
gjørdar eru og við
góða tilfarinum, sum
maskinan nú borar
seg ígjøgnum í huga,
væntar Niclas Foldbo,
verkfrøðingur, sum
hevur verið byggileið-
ari í sjey tunnilsbygg-
ingum, at góða "drift-
in", sum nú er, fer at
halda fram, til komið
er um Leirvíksfjørð
TUNNILSBYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein av teimum, sum hevur
drúgvastu royndirnar við
tunnilsbygging í Føroyum,
er Niclas Foldbo, verkfrøð-
ingur, sum býr á Toftum.
Hann hevur sum byggileið-
ari verið við til at bygt sjey
tunlar og seinasta verkætl-
ani, ið hann tók sær av sum
byggileiðari, var tunnilin
undir Vestmannasundi.
Niclas var byggileiðari,
tá ið E. Pihl & Søn bygdi
Leynatunnilin og Norð-
skálatunnilin, og hann var
byggileiðari, tá ið Lands-
verkfrøðingurin bygdi teir
tríggjar tunlarnar í Kals-
oynni og Leirvíkstunnilin.
At enda var hann eisini
byggileiðari, tá ið P/F
Vágatunnilin
stóð
fyri
størstu verkætlanini innan
samferðslukervið í Føroy-
um, nevniliga at byggja fast
samband millum Streymoy
og Vágoy.
Góðar vónir
Hansara royndir við tunn-
ilsbyggingum skorta tí ikki,
og Niclas hevur tískil eisini
verið við, tá ið "manuella"
luftboringin varð avloyst av
hydrauliskari og dátustýrd-
ari boring.
– Jú, eg havi gott mót um
byggingina av undirsjóvar-
tunlinum undir Leirvíks-
firði. Teir eru komnir í gott
gróttilfar, og eg vænti, at
góða "driftin" verður var-
andi, til komið er um fjørð-
in.
Maðurin við teimum
drúgvu royndunum vísir til
forkanningarnar,
sum
gjørdar eru, og hesar eru
góðar, leggur hann dent á.
Undir vitjanini í Leirvík
herfyri, skiltist, at bæði
byggiharrin, sum er P/F
Norðoyatunnilin og ar-
beiðstakarin, sum er Føroya
Konsortiið, vænta, at til-
farið undir Leirvíksfirði
verður uppaftur betur enn
tilfarið undir Vestmanna-
sundi.
So, her eru í løtuni øll út-
lit til, at farleiðin, sum fer
at knýta Norðoyggjar at
meginøkinum, verður enn
ein "drønandi succes", sum
fyrrverandi løgmaður tók
til um tunnilin undir Vest-
mannasundi, eftir at hann
hevði latið fyrsta skotið av í
Leirvík.
Luft og hydraulikkur
Niclas Foldbo sigur, at
broytingarnar við útbúnað-
inum til tunnilsbyggingar
hava verið stórar, síðan
hann í síni tíð byrjaði sum
byggileiðari.
– Teir fyrstu tunlarnir
vórðu boraðir við luft, sum
hann tekur til. Hydraulisku
boringarnar byrjaðu í 1978,
tá ið tunnilsbyggingarnar í
Kalsoynni fóru fram. Í dag
verður framvegis borað við
hydraulikki.
Hann sigur, at tá ið Norð-
skálatunnilin varð bygdur,
var alt meira at kalla eftir
eygamáti – og í hvørjum
einstøkum føri varð mett
um, hvussu borast skuldi,
og hvussu borurin skuldi
stýrast.
– Nú er boringin dátu-
stýrd, soleiðis at borivogn-
urin veit ítøkiliga, hvar
hann skal seta borin, og
hvussu borast skal, sigur
Niclas Foldbo.
Hann vísir á, at fyrstu
ferð, borað hevur verið í
báðum endum samstundis,
var, tá ið tunnilin undir
Vestmannasundi varð bygd-
ur. Hinvegin hevur verið
vanligt at gera benið klárt,
har tunnilin kemur útaftur.
Rein matematikk
Mong eru ivaleyst tey, ið
undrast yvir, at tað ber til at
bora í báðum endum og
síðan "raka" saman uppá
sentimeturin, tá ið teinurin
er náddur – og enntá mitt
undir havbotninum.
– Men hetta er eingin
trupulleiki. Hetta er tann
reina matematik saman við
góðum tólum, sigur Niclas
Foldbo, sum hendan dagin,
vit hittu hann í Leirvík, var
ein túr og skoðaði gongdina
í Norðoyatunlinum.
Eftir vitjanina í tunlinum,
var hann styrktur í trúnni á,
at henda stóra verkætlan fer
at ganga væl.
Niclas Foldbo, verkfrøðingur,
hevur góðar vónir um, at
verkætlanin undir
Leirvíksfirði fer at ganga væl
Mynd: Jens Kr. Vang
Útgerðin er nógv broytt. Í 1978 varð luftboringin skift út við hydrauliska og dátustýrda boring
Mynd: Jens Kr. Vang
Undirskriva sáttmála
um samanlegging
hóskvøldið
SAMANLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Komandi hóskvøld klokk-
an 19.30 verður sáttmálin
um kommunusamanlegg-
ing millum Oyndarfjarðar-,
Skála-
og
Runavíkar
kommunu undirskrivaður í
býráðssalinum
í
Salt-
angará.
Samanleggingin verður
veruleiki frá 1. januar 2005
at rokna, men fara komm-
unurnar fram til saman-
leggingina at hava tætt
samarbeiði um øll mál.
– Tað eru sløk hálvt
triðja ár, síðan Skála
kommuna og Runavíkar
kommuna undirskrivaðu
sáttmála um samanlegg-
ing, og síðan tá hava
kommunurnar báðar virka
í tøttum samstarvi.
Samlaða fólkatalið í
hesum trimum kommun-
unum, sum nú fara at und-
irskriva
sáttmálan
um
samanlegging hóskvøldið,
var á nýggjárinum 3.523.
Samlaða fólkatalið í teimum trimum kommununum – Skála
kommunu, Oyndarfjarðar kommunu og Runavíkar komm-
unu, sum fara at skriva undir sáttmála um samanlegging
hóskvøldið, var á nýggjárinum 3.523.
C
M
Y
K
9
8