fríggjadagur 20. januar 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 13. januar 2012
4
VIKUSKIFTI
Liv gott og bíliga
í januar
lagt til rættis: Inna Törnroos
Januar er tann mánaðin í árinum, har tað
er torførast at fáa endarnar at røkka.
Jólaresið kostar nógvar pengar, og so er
ikki so nógv eftir at brúka í januar. Men
við eitt sindur av snildi ber tað til at gera
januar til ein festligan mánað hóast alt
Tú leingist eftir onkrum nýggjum. Tað er veitsla um vikuskiftið og alt,
sum hongur í klædnaskápinum er gamalt og alt ov ofta brúkt.
Tips 1: Spæl at tú er stylistur. Tak einar 10 blusir/troyggir og einar 10 buksir/
kjólar úr skápinum. Legg alt á gólvið saman við turrikløðum, hálsketum og skógvum.
Royn ymiskar kombinatiónir og blív ikki bilsin, um blusin frá summarinum 2005
og kjólin frá jólinum 2010 rigga væl saman, og tú hevur eitt nýtt »outfit«.
Tips 2: Ger eitt »skift-um-klæði-party«. Savna einar 10 vinkonur (í ymiskum
støddum) saman og bið tær allar taka klæði við, sum tær kunnu hugsa sær at
sleppa av við. Legg klæðini á sofur, sengur og borð. Skriva síðani tøl á pappírslepar,
so at hon, ið fær nummar eitt, velur fyrst, nummar tvey velur næst og so víðari. Tú
finnur heilt víst okkurt nýtt, og vinkonurnar dáma óivað okkurt hjá tær eisini.
Tips 3: Keyp og sel brúkt klæði. Torg.fo og Rótikassin á Facebook
eru fín til bæði at gera kvetti sjálv og til at selja slíkt, tú ikki brúkar.
Ein góður háttur at fáa pengarnar at røkka í januar.
Nýtist tær veruliga eina fasta telefon? Í
flestum førum er tað bara gamal vani, at
vit blíva við at hava tí føstu telefonina.
Kanna ístaðin møguleikarnar fyri Skype-
telefon og spar nógvar hundrað krónur.
Tað er myrkt og illfýsið úti – nú er tíðin at
kannað, hvussu tú er tryggjað. Er tað kanska
so hjá tær, sum hjá so nógvum øðrum, at
tú betalur meira enn neyðugt í trygging
ella er dupulttryggjað á onkrum øki?
Klæði
Telefon
Tryggingar
Sigarettir og sprutt
Legg av og royk! Tað kann ikki sigast ov
ofta. Við at leggja av at roykja hava tú
og familjan ráð at ferðast uttanlands fyri
sama kostnað sum tínar sigarettir. Um
tú vil tapa teg eftir jólini, er ein »hvítur
mánaði« í januar eitt gott hugskot.