Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2012síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 13. januar 2012 5 VIKUSKIFTI Eitt spariráð, sum tey flestu av okkum høvdu havt gott av at brúkt oftari, er at rudda skuffur og skáp. Hvussu oftani er tað ikki hent, at man hevur keypt battarí/ perur og sama slag lá aftast í skuffuni? Ella at húgvan hjá lítla er vorðin burtur og nýggj má keypast. Men tá tú leitar eftir eini hosu finnur tú húgvuna. Gott nokk vilja tey flestu tapa eitt sindur av jóladellunum í januar. Men svølta kunnu vit ikki, so tá jólarestirnar eru uppetnar, má okkurt nýtt ár borðið. Tips 1: Set tær fyri at tøma køliskáp og frystiboks. Nýt hugflogið og kókibøkur og finn uppá nýggjar matrættir við tí, tú eigur inni. Spæl annars, at tú er spanióli og et tapas. Steik epli við olju og hvíttleyki. Rista breyð, kóka egg og so framvegis. Legg alt í lítlar skálir á borði og et sum tey í Spania. Tips 2: Ger súpan av leyki ella av gularøtrum. Bíligt og smakkar væl. Tips 3: Ger spagetti og tomatsós. • 2 blikk tomatsós • Hvítleykur • Salt • Pipar • Sukur (lítið sindur) • 2 leykir Lat hetta kóka leingi og væl og et spagetti afturvið. Ein frálík máltíð, sum kostar lítið og einki. Bilurin kostar eina rúgvu. Lat hann standa nakrar dagar í vikuni og tak bussin til arbeiðis. Við at fara av bussinum eitt steðgistað ov tíðliga fær tú eisini venjing og fríska luft. Tað kostar at ganga í býin, til mentanartiltøk og í biograf. At vera heima ein størri part av kvøldinum er eitt nógv nýtt tipp, eftirsum tað man keypur sjálvur av drykkivørum er væl bíligari enn tað úti í barrum og diskotekum. At leiga film ella lána á bókasavninum er eitt gott hugskot, um tú vil síggja ein góðan film, men ikki hevur ráð at fara í biograf. Leiga tað, sum tú ikki nýtir, út. Eitt kamar, sum stendur tómt, ella eini tóm summarhús kunnu merkja nógvar túsund í inntøkum. Matur Bilur Undirhald Hús/íbúð Rudda skuffirnar