fríggjadagur 20. januar 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 13. januar 2012
14
VIKUSKIFTI
Sálarfrøði
Súsanna O. Skaale
post@sosialurin.fo
Síðani Rigmor Napoleonsdóttir Arge
bleiv útbúgvin sálarfrøðingur í 2004,
hevur hon starvast í psykiatri og hev
ur í høvuðsheitum arbeitt við svárari
sálarligari líðing. Tey fyrstu 4 árini
arbeiddi Rigmor sum kommunu
sálarfrøðingur og seinni í Distrikts
psykiatrini í Noregi. Frá síðst í 2009,
tá hon flutti heim til Føroya at búgva,
hevur hon starvast á Psykiatriska
Deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Í Noregi arbeiddi Rigmor í stóran
mun tvørfakliga við ymsum instansum,
og tað vóru sum oftast trupul mál. Eitt
nú psykiatriskir sjúklingar við dupult
diagnosum ella sjúklingar, ið vegna
dóm komu í viðgerð hjá henni. Eisini
hevur hon arbeitt nógv við fólki við
svárum misnýtslutrupulleikum og
sjúklingum við psykosutrupulleikum.
Spurd hví hon hevur valt júst psykia
triina sum arbeiðisøki, svarar hon:
– Mær dámar so ómetaliga væl hetta
økið, tí her kenni eg, at eg kann gera ein
mun. Í psykiatriini eru menniskju, ið
eru sera treingjandi. Menniskju, hvørs
lagna er hart rakt bæði á ein og annan
hátt, og eg trúgvi, at eg við mínum fak
ligu førleikum og míni orku til at halda
út saman við teimum kann gera ein
mun í teirra lívi. Í psykiatriini er tann
psykologfakligi førleikin sera centralur,
og tí er hetta eitt týdningarmikið og
meiningsfult stað at arbeiða fyri meg.
Innan psykiatriina eru tað serliga
menniskju við psykosum, ið hava
hennara áhuga. Eisini er tað sokallaður
dualpoblematikkur, og fólk, sum hava
verið fyri kynsligum ella øðrum
ágangi.
– Hesi menniskju hava upplivað
nakað veruliga trupult, ið hevur merkt
teirra sál, og tað hevur mín áhuga.
Kanska eri eg til tíðir nakað góðtrúgvin,
kanska eisini ein plathumanist, men eg
trúgvi, at mítt arbeiði ger mun. Har
aftrat haldi eg, at tað er nakað við
galskapinum sum er so ómetaliga
dragandi, ræðandi og hugtakandi alt
í senn. Psykosa og sinnisjúka er hinu
megin alt vit og skil, og eg kenni, at júst
hetta dregur og hugtekur meg, sigur
Rigmor.
At seta orð
á tað orðleysa
Á sálarfrøðiliga fakfestivalinum í fjør
hevði Rigmor eina verksmiðju við
heitinum »Ávirkanarfyribrigdi«. Spurd
hví hon valdi júst hetta evnið, greiðir
hon frá, at hon er í gongd við eina 5
ára specialistútbúgving við Karakter
analytisk Institut í Noregi. Fyrstu 2
árini tók hon, meðan hon búði í Noregi.
Hesi seinastu árini hevur hon ferðast
regluliga til Noregs fyri at halda áfram
við útbúgvingini.
Á Karakteranalytisk Institut verður
í høvuðsheitum arbeitt út frá ástøð
inum hjá Wilhelm Reich. Reich var
upprunaliga útbúgvin innan psykoana
lysuna, sum Sigmund Freud menti, men
Reich breyt frá psykoanalytiska um
hvørvinum við at seta kroppin ístaðin
fyri psykuna í miðdepilin fyri analysu.
Rigmor greiðir frá, at meðan Freud setti
fokus á sjálvt innihaldið í samrøðuni,
setti Reich ístaðin fokus á formin av
samrøðuni. Reich var ikki áhugaður
í sjálvum innihaldinum av verbala
samskiftinum, men í kroppinum og
implisitta samskiftinum, ið fer fram
millum kroppar.
– Við støði í millum annað karakter
analytisku tilgongdini hevði eg eina
verkstovu saman við einum starvs
felaga, ið snúði seg um, hvussu vit
venja okkum at seta orð á tað orðleysa,
greiðir Rigmor frá.
– Hvussu vit kunnu venja okkum
at merkja og lurta eftir, hvat kroppurin
sigur okkum, við tí hann merkir, og
eisini hvussu kroppurin avlesur tað
implicitta ella orðleysa samskifti, ið
aðrir kroppar samskifta við okkara
kropp.
– Hetta samskifti fer jú allatíðina
fram í millum okkum, men av tí at
tað fer fram á einum ótilvitaðum støði
gloyma vit mangan at geva tí gætur.
Kroppurin er jú allatíð tilstaðar sum eitt
subjekt og sum eigarin av tí kognitiva
innihaldinum. Okkara kenslulív merkist
og kemur til sjóndar í okkara kroppi,
og tað er jú kroppurin og kenslurnar,
sum støðugt lita okkara upplivingar. Jú
meira tilvitað vit eru um hetta, jú betri
megna vit at regulera okkum – eisini í
mun til onnur.
Sum dømi um sjálvregulering nevnir
Rigmor, tá ein heldur, at onkur kemur
sera nær til okkum at tosa. Tá regu
lera vit okkum ofta á tann hátt, at vit
flyta okkum undan. Hendan sjálvregu
leringin fer fram á einum ótilvitaðum
støði, men hon er sera týdningarmikil
fyri, at vit kunnu ansa eftir okkum
sjálvum og seta egin mørk. Haraftrat
er sjálvreguleringin áhugaverd, tí vit
kunnu læra nakað um okkum sjálvi,
sum kroppurin longu veit, men sum
enn ikki er vorðið tilvitað. Haraftrat
kunnu vit eisini í hesum nonverbala
samskifti læra nakað um persónin, ið
samtalað verður við.
– Í stuttum ynskti eg at seta fokus á,
hvussu vit kunnu venja okkum at kenna
okkara egna kropp, og hvussu okkara
kroppur allatíðina samskiftir á einum
implicittum støði við aðrar kroppar.
Haraftrat ber eisini til at læra seg at
hoyra hvussu okkara medmenniskju
samskifta við okkum gjøgnum teirra
krop, sigur Rigmor.
Spurd hvussu hon meinar, at fak
fólk og leikfólk kunnu gagnnýta hesa
vitan, sigur hon, at hon metir tað vera
týdningarmikið at vera tilvitað um, at
um tað er í einum barnagarði, á ellis
heimi ella sjúkrahúsi, so eru tað fak
fólkið, ið eigur ábyrgdina av relatiónini
og samskiftinum. Tá er týdningarmikið
sum fakfólk at duga at brúka alt sam
skifti og ikki bara tað verbala sum týð
andi informatión um tað menniskja, ið
vit hava við at gera.
Sum leikfólk – t.d. sum maki í einum
parlagi ella sum móðir at einum barnið
– er hetta eisini gull vert at vita fyri at
kunna betra um samskifti. Vit samskifta
jú allatíðina við okkara kroppi, eisini
– Í psykiatriini eru menniskju, hvørs lagna er hart rakt. Men eg trúgvi, at eg
við mínum fakligu førleikum og míni orku til at halda út saman við teimum
kann gera ein mun í teirra lívi. Tí er psykiatriin fyri meg eitt týdningarmikið
og meiningsfult stað at arbeiða, sigur Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur
Galskapurin
er bæði ræðandi
og dragandi
Greinarøð