fríggjadagur 20. januar 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 13. januar 2012
15
VIKUSKIFTI
tá vit til tíðir ikki ynskja at samskifta,
koma vit til at samskifta.
Wilhelm Reich og
Karakteranalysan
Wilhelm Reich var rættiliga radikalur
í sínari tilgongd til sálarliga viðgerð.
Eitt nú ynskti hann ikki, at tað bleiv
tosað í terapirúminum. Hann kravdi, at
kropparnir vóru lætt ílætnir, soleiðis at
til bar at síggja, hvat kroppurin fortaldi
um menniskjans psyku.
Reich meinti, at til ber at diagnostisera
og koma at kenna menniskjað við at eitt
nú at merkja musklarnar – um teir eru
spentir ella slappir – og við at hyggja
at, hvussu andadrátturin er, hvussu
húð, eygnabrá, gestikkur og mimikkur
sær út. Sostatt var ikki sett so nógv
fokus á, hvat ið varð sagt verbalt, men
heldur hvat ikki bleiv sagt. Og hvat
tøgnin segði.
Við at hyggja at øllum hesum og
soleiðis lata upp fyri tí søgu, ið kroppur
okkara ber og allatíðina fortelur um
okkum, ber til at koma inn at menn
iskjanum og hoyra um tess lív. Karakter
analysan hjá Wilhelm Reich sigur, at vit
bera okkara søgur við okkum – tað vil
siga, at tað kropsliga úttrykk, tú hevur
í dag, kann siga nakað um tað samspæl,
og tað lív tú hevur havt heilt aftur til
teir fyrstu umsorgnanarpersónarnar, ið
vóru um teg sum barn.
– Tað var júst hetta, eg ynskti at
geva luttakarum á verksmiðjuni eina
vitan um. Tíðin var ikki drúgv á einari
slíkari verksmiðju, men eg ynskti at
geva ein brellbita, sum snúði seg um,
hvussu tey kunnu læra at kenna eftir
í egnum kroppi og eisini venja seg at
hoyra søgurnar, ið vera sagdar av øðr
um kroppum uttan orð.
Er kroppurin
gloymdur í nútímans
sálarfrøðiligari viðgerð?
Seinastu áratíggjuni hevur kognitiva
paradigmið vunnið stóran frama bæði
sum præferansa innan psykotera
peutiska viðgerð í psykiatri og í
privatum viðgerðarstovum. Kognitiva
tilgongdin til viðgerð setur fokus á
kognitión (tvs. tankar), og hvussu júst
okkara tankalív hevur avgerandi týdn
ingi fyri okkara sálarliga trivnað.
Tá Rigmor verður spurd, um hon
heldur, at nútímans sálarfrøðilig viðgerð
av tí sama hevur gloymt kroppin í
viðgerðini, svarar hon, at hetta er
lutvíst so. Men samstundis er eisini
eitt paradigmuskifti farið fram innan
psykoterapi og sálarheilsu seinastu
árini. Tí orsakað av revolutionerandi
gransking innan neurobiologi ber
til at ávísa, hvussu okkara heili og
kroppur støðugt mennast av teimum
relationellu sambondunum, ið vit
hava. Tað biologiska ella kropsliga
og relationella verður sostatt alsamt
meira integrerað, so hvørt sum vísindin
støðugt betur kann prógva, hvussu
hesar ymisku dimensjónir allatíðina
ávirkast av hvør aðrari. Sum dømi um
hetta nevnir Rigmor, at um tú livir í
einum parlagi við støðugum psykiskum
ella fysiskum harðskapi, so ávirkast tú
mentalt og kropsliga av hesum og yvir
longri tíð ávirkast tú eisini á einum
neurobiologiskum støði.
Rigmor leggur afturat, at sum svar
til henda spurning má hon eisini koma
inn á sokallaða mistakið hjá Descartes á
sinni, har uppbýti í sál og likam fyrstu
ferð varð gjørt.
– Hetta mistakið við at býta upp
í psyku og soma hevur elvt til, at vit
enn í dag hugsa, at mann skal »orðna«
kroppin á einum stað, meðan sálin
skal »orðnast« á øðrum stað. Tað er
tvørturímóti so ómetaliga týdningar
mikið at minnast til, at alt hongur
saman; at verður tú sjúk í kroppinum,
so ávirkar tað psykuna og umvent.
Tað er neyðugt við eini holistiskari
ella heildartankagongd, og hetta
hevur karakteranalytiska tilgongin
altíð havt. Av júst hesi orsøk hevur
Karakteranalysan eisini til tíðir verið
hildin at vera mystisk, misteinkilig ella
spekulativ.
Rigmor sigur til endans, at við
nýggjastu heilagranskingini, ið undir
strikar, at neyðugt er at hava eina
holistiska tankagongd, hevur karakter
analysan – við sínum fokus á, hvussu
psykan kemur til sjóndar í kroppinum
– fingið sína renessansu.
mynd: Høgni Heinesen
Á várið 2011 skipaði ein bólkur av sálar
frøðingum saman við felagnum »Føroyskir
Sálarfrøðingar« fyri tí fyrsta føroyska
sálarfrøðiliga fakfestivalinum. Endamálið við
fakfestivalinum var at menna sálarfrøðiliga
vitan, innlit og førleika í Føroyum, og at
bjóða øðrum fakbólkum møguleika at ogna
sær vitan og íblástur innan júst hetta økið.
Endamálið var eisini at varpa ljós á, hvussu
margfeld og fjølbroytt sálarfrøðin er.
Tískil vóru verkstovurnar á fakfestivalinum
eisini býttur í fimm breytir: »Børn og Ung«,
»Arbeiðs- og Organisatiónssálarfrøði«,
»Læring og Menning«, »Klinisk Sálarfrøði og
Viðgerð« og »Likam og Sál«.
Súsanna O. Skaale hevur gjørt eina
greinarøð við samrøðum við ein sálar
frøðing frá hvørji breyt. Samrøðurnar snúgva
seg í høvuðsheitum um valda evnið hjá
sálarfrøðinginum. Fyrsta samrøðan er við
Jan Willemoes, ið hevði verkstovu á breytini
»Arbeiðis og Organisatiónssálarfrøði«.
Fokus á
sálarfrøðina
Fakta
Rigmor Napoleonsdóttir Arge
Útbúgving
2004: útbúgvin cand.pæd.psych. 2004 í DBU (Danmarks
pædagogiske universitet Kbh).
2008: tvey ára eftirútbúgving innan Karakteranalysu
(psykoterapetiskur viðgerðarháttur).
2009: 1 ára eftirútbúgving innan álvarsligar sálarligar líðingar.
Er nú í gongd við specialistútbúgving innan psykoterapi.
Arbeiðsøki
2004: byrjaði yrkisleið sína í Noregi sum
kommunusálarfrøðingur í Oslo
2008: sett í starv í Distriktpsykiatri Follo í Akershus beint við
Oslo.
2009: sett í starv á Psykiatriska Deplinum á
Landssjúkrahúsinum
2010: konstituerað leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatriska
Deplinum