Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 21 · 17. februar 2012 4 VIKUSKIFTI Adventure Race Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo – Eg veit ikki, hvussu samarbeiðið hjá okkum á liðnum fer at ganga, og so áni eg ikki, hvussu eg fari at reagera krops­ liga og sálarliga undir tílíkum um­ støðum, sigur Súsanna Skylv. Saman við trimum monnum á sínum liði, Skandia Adventure Team, fer hon at lut­taka í einum sokallaðum adventure race í Ekvador leygarmorgunin. Dystast upp á tíð Tá klokkan er fimm í Ekvador í Suður­ amerika leygarmorgunin, byrjar ein sjáldsama hørð liðkapping, sum er av slagnum adventure race, har ítróttar­ fólk úr øllum heiminum luttaka. Henda kappingin hevur fingið heitið Huairasinchi Chevrolet 2012. Í samfull fýra sam­døgur skulu luttakararnir ígjøgn­um fleiri etapir, har tey eitt nú skulu súkkla á fjallasúkklu, renna, rógva kajakk og klatra. Hóast allir lut­ tak­ararnir hava íðkað ítrótt á høgum støði, eru tað ikki einans tær ymisku grein­irnar, tey kappast í, sum eru av­ bjóðandi. Kappingin fer fyri ein stóran part fram í jungluni, og tískil skulu tey luttakandi dystast upp á tíð í áum, runu og á ósløttum lendi. Tíðin verður sett í gongd leygarmorgunin klokkan fimm, og fyrstu luttakararnir koma væntandi á mál einaferð týsdagin. Kroppurin verður pressaður Ein luttakari í kappingini er Súsanna Skylv, sum er kend innan føroyska itróttarheimin. Og júst tær royndirnar, sum hon hevur frá ítróttinum, heldur hon kunnu verða ein fyrimunur á adventure race. – Eg havi róð í nógv ár, so eg eri von við at merkja, at kroppurin verður pressaður til tað ýtarsta. Seinastu árini havi eg eisini íðkað triatlon á høgum støði, so eg kenni til nakrar av disiplin­unum, sum eru í kappingini, sigur Súsanna. Henda adventure race kappingin, sum er í Ekvador í døg­unum 18. til 21. februar, er ein World Cup kapp­ing og gevur atgongd til heims­ meistara­skapið í adventure race, sum verður seinni í ár. – Eg eri á einum góðum liði, ið telur tveir danskarar og ein breta. Teir hava áður luttikið í fleiri slíkum kappingum sum hesari, so teir vita, hvørjar upp­ livingar liggja fyri framman teir fýra Fýra samdøgur við kropsligum avbjóðingum. Eingin svøvnur og lítið av mati. Soleiðis er adventure race í Suðuramerika, har føroyska Súsanna Skylv í hesum døgum luttekur Súsanna kappast í frumskógi