fríggjadagur 17. februar 2012síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 17. februar 2012
5
VIKUSKIFTI
dagarnar, tey dystast í Ekvador. Hetta
heldur Súsanna hevur nógv at siga.
– Tveir av teimum hava leingi koyrt
adventure race saman, so teir kennast
væl og vita um styrkir og veikleikar
hjá hvørjumøðrum, sigur Súsanna,
sum sjálv heldur seg vera væl fyri til
dagarnar í Suðuramerika.
Súsanna er væl fyrireikað
– Eg eri í góðum formi og luttaki
javnan í kappingum av ymsum slag,
so kropsliga eri eg væl fyri, sigur 33
ára gamla havnardaman, sum er eins
tilvitað um sínar styrkir sum veikleikar
á einum slíkum túri.
– Bæði kropsliga og sálarliga eri eg
sterk. Harafturat havi eg ein positivan
hugburð, tá tað kemur til harðar avbjóð
ingar sum til dømis tær, eg væntandi
fari at uppliva í kappingini í Ekvador.
Eitt, sum Súsanna er serliga spent
uppá, er at vita, hvussu kroppur og sinn
fara at reagera í teimum ymisku støð
unum, sum vera á túrinum.
– Eg eri ótrúliga spent upp á at finna
útav, hvussu eg eri undir tílíkum um
støðum, serliga tí eg fái lítlan og ongan
svøvn og ikki fái vanligan mat, sigur
Súsanna. Framum manglandi svøvn
og mat verður ein av størstu avbjóð
ingunum hjá Súsonnu at klatra.
– Vit skulu súkkla upp í 5000 metra
hædd og klatra niðuraftur, og eg ímyndi
mær, at tað fer at kennast rættiliga kalt
í so høgari hædd, sigur Súsanna.
Hevur turran fisk í taskuni
Túrurin er býttur upp í fleiri partar, og
luttakararnir hava bert fáar steðgir, til
dømis tá tey skifta frá eini disiplin til
eina aðra. Í hesum steðgunum hava tey
eisini møguleika at fáa hjálp frá einum
sokallaðum hjálparliði, sum er eitt lið
av fólki, ið hjálpir við útgerð, klæðum
og mati.
– Vit eta ikki serliga nógv á túrinum,
men orka skal jú til, og tí eta vit serligar
energiposar við gelé í, sum geva nógva
orku og liggur lætt í maganum, greiðir
Súsanna frá, sum eisini hevur tikið
føroyskan mat við til ferðina.
– Eg havi tikið nakrar posar av
turrum fiski við, av tí at tað fyllir lítið
í taskuni, og samstundis er nógv orka
í turrum fiski.
Hóast hon næstan ikki svevur í fýra
samdøgur, etur lítið og er ekstremt
virkin, so gleðir Súsanna seg til teir
dagarnar, kappingin verður.
– Mær dámar
væl at geva mær
sjálvum av
bjóðingar og eg
føli, at eg eri so
væl fyrireikað
sum yvirhøvur
gjørligt og
formurin er
í topp, sigur
Súsanna.
Savnsmyndir: Álvur Haraldsen
Adventure race, tilvildarlig
– Eg eri í góðum formi og luttaki javnan í kappingum av ymsum slag, so kropsliga eri eg væl fyri, sigur 33
ára gamla havnardaman, sum er eins tilvitað um sínar styrkir sum veikleikar á einum slíkum túri
Adventure race er ein kapping, har luttakararnir skulu royna
tvær ella fleiri disiplinir, ið serliga snúgva seg um úthaldni.
Aloftast er kunningarrenning ella navigatión afturvendandi
partur av adventure race, men eisini lendisrenning,
fjallasúkkling, kajakrógving og klatring eru partar av
kappingunum. Eitt adventure race kann vara í alt frá nøkrum
tímum og heilt upp í meir enn eina viku. Liðini avgera sjálvi,
nær ella um tey hava steðgir, og hesir steðgirnir telja við í
samlaðu tíðini. Tað liði, ið kemur á mál við bestu tíðini,
hevur vunnið kappingina.
Hvat er adventure race?