Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 24. februar 2012 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Sunshimmer bjóðar alskyns summarvørur Eitt hav av vørum eru at fáa frá Sunshimmer, sum avgjørt skríggja av summar. Ert tú troytt av hvítu vetrarhúðini, kanst tú leita tær í Matas, sum selur Sunshimmer vørurnar. Um tað er sjálvbrúnari, sólputur ella okkurt heilt annað, tú vilt hava, so er Sunshimmer eitt gott val. Ver vøkur innan í Flestu okkara kenna helst til tey eyka kiloini, sum sníkja seg uppá á jólum. Og hetta tí, at vit eta nógv góðgæti og annað ósunt um jólini. Um tað er fyri at tapa teg nøkur kilo, ella tað er fyri at reinsa kroppin, so er Grønt te ótrúliga gott fyri allan kroppin. Mulong Te er nakað sum Grønt te, tó hjálpir tað eyka væl til at fáa tey eyka kiloini av. Við Mulong te og røttum kosti kanst tú lættliga sleppa av við tey eyka kiloini, samstundis sum tú reinsar kroppin, og harvið fær vakrari húð. ES góðkennir klænkiheilivág Nú eru góð tíðindi at heinta hjá teimum, sum hava tørv á at klænka seg. ES hevur fyri stuttum góðkent nýggjan klænkiheilivág, sum skal geva sunnum mati og venjing eina hjálpandi hond. Sagt verður, at heilivágin kann betra um úrslitið við 60 prosent stigum. Heilivágin ber heitið Konjak glucomannan, og verður helst at fáa í Apotekinum og Matas innan leingi. Skínandi mineral putur Mineral putur hevur fingið eina veruliga álitisváttan seinastu árini, og mineral bylgjan hevur eisini fest seg í Føroyum. Mær dámar best Mineral Putur frá Make-Up Store, tí tað gevur eina ótrúliga vakra húð, sum skínur av vælveru. Eg havi roynt nógv sløg av mineral puturi, og mær dámar avgjørt best tað frá Make Up Store – og serstakliga tá ið summar er í nánd. Gev húðini vætu Tað er neyvan nøkur loyna, at vetrarkuldin fer illa við húðini. Tí hava allar húðtypur tørv á nógvari vætu, sum samstundis frískar húðina upp aftur. Tað eru nógvir møguleikar á hesum økinum, men mær dámar best at nýta babyolju. Hetta tí, at babyolja ikki inniheldur parfumu ella onnur skaðandi evni, og tí er tað rein væta – ella olja – sum húðin fær. Blív vár og summarklár Várið er um at vinna á vetrinum, og tí er nú tíð til at blíva vár- og summarklár. Her eru nøkur boð upp á, hvussu tú heilsar várinum vælkomnum – og fær teg sjálva aftur í summarhýr