Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 24. februar 2012 7 VIKUSKIFTI Onkuntíð hevur verið buldrasligt at verið Strandferðslustjóri, hvussu er nú? Tað er rættiliga rokasligt, men tað er so upp og niður. Í løtuni er tað hampiliga friðarligt. Hvør er størsta avbjóðingin beint nú? Størsta avbjóðingin er at fáa samferðsluna at fungera optimalt fyri brúkaran, og at leggja stóran dent á kunning í strandferðsluhøpi. Hvat er tað besta við starvinum? At eingin arbeiðsdagur er líka. Er tað ein fyrimunur ella ein vansi, at stovnurin liggur í Suðuroy? Kanska er tað ein fyrimunur við tað at suðuroyingar eru vanir við at sigla, og liva í heila tikið rættiliga tætt upp at samferðsluni. Hvussu heldur tú teg í form? Eg royni at renna av og á, og annars at ganga túrar í náttúruni. Hvørji frítíðarítriv hevur tú? Ítrótturin hevur altíð fylt nógv. Nú eri eg ikki so aktivur sjálvur longur, so nú fylgi eg við børnunum og abbabørnunum. Ferðast tú nógv í egnum landi? Tey seinnu árini havi eg ferðast rættiliga nógv í egnum landi, og eitt nú havi eg verið á øllum oyggjum í landinum. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Áhugin er nokk so breiður. Tað eru føroyskar sendingar, ein góður filmur, eins og ítrótturin fyllir nógv, seliga fótbólturin. Hvat er tín lívrættur? Suðuroyarsperil. Er tú sjálvur góður kokkur? Eg haldi meg vera rímiliga góðan kokk, men eg skal helst hava eina uppskrift at halda meg til. Hvør bók liggur á náttborðinum? Tað er Frelseren hjá Jon Nesbø. Verður tú í sama starvi um 10 ár? Neyvan. Eg helt satt at siga ikki, at eg nakrantíð aftur skuldi uppliva tað at síggja eitt veruligt filmslistaligt meistaraverk. Tann tíðin er líka sum farin, haldi eg meg hava kunnað staðfest. Undantøk eru tó, so sum »Hvíta Bandið« hjá Michael Haneke, »The Return« hjá russaranum Andrei Zvyagintsev, »Another Year« hjá Mike Leigh. Men so syrgiliga langt er millum hesi meistaraverkini. Eg var tí sera harmur um, at eg ikki var í Keypmannahavn, tá filmurin »Hesturin úr Torino« hjá Bela Tarr úr Ungarn gekk har í fjør. Tá eg las ummælini um filmin, visti eg, at hetta er ein filmur, sum mær hevði dámað. Tí gjørdist eg meira enn ovur­ fegin, tá eg í donsku bløð­unum sá, at filmurin varð sýndur tvær ferðir millum jólini og nýggjárið í Cinemateket. Og tað var meðan eg var staddur í Keypmannahavn. Og rætt hevði eg. Hetta er júst filmurin, upplivingin, sum eg havi saknað í nógv ár. Sonn kompromisleys filmslist av tí rætta slagnum, sum nú tíverri er við at doyggja út. Ein rúsur at síggja slíka list. Óneyðugt er at siga, at film­ urin er svartur/hvítur/gráur. Sjálvandi verður hesin filmur ikki sýndur í Føroyum. Føroy­ ingar eru ov smalir til veruliga filmslist. Tey, sum síggja filmin, hefta seg ivaleyst við monotona tón­ leikin, sum verður endurtikin aftur og aftur í filminum. Men her er tónleikurin ikki órógvandi, hann er ikki so harður, hann er partur av verkinum. Stormurin, sum ýlir uttan um húsini alla tíðina, er harafturat tann rætti undir­tónin hjá hesi dapru søgu. »Hesturin úr Torino« var ein so stór uppliving, at hon mest av øllum kann samanberast við eina religiøsa opinbering. Eg havi lisið í onkrum blaðið, at Bela Tarr hevur sagt, at hetta var hansara seinasti filmur. Vónandi lýgur hann. Kieslowski segði eisini, at hann var givin at gera filmar. Stutt eftir doyði hann, alt ov ungur, undir einari skurðviðgerð í hjartanum. Øll list hevur sína gulløld. Eingin skrivar longur sjónleikir sum Shakespeare, eingin ger tónleik sum Mozart, eingin skrivar skaldsøgur sum William Heinesen, eingin málar sum Rembrandt. Og um nøkur fá ár fer eingin at gera filmar sum Bela Tarr, ja, uttan Bela Tarr sjálvur vónandi. Eftir at hava sæð, nei, upp­ livað »Hestin úr Torino« havi eg ikki hug at síggja aðrar filmar. Ikki fyrr enn »Le Havre« hjá Kaurismaki kemur til Danmarkar. Til Føroya kemur hann sjálvandi ikki. Og tá næsti filmurin hjá Haneke kemur. Lívið er ov stutt til pseudo­ filmslist og fólk, sum samanbera danskar filmar við Mike Leigh. »Hesturin úr Torino« er ein skapanarsøga, sum byrjar, har sum hin endar. Ein søga í sjey pørtum, sjey døgum. Ein maður og vaksna dóttir hansara búgva burturi frá bygdum og býum. Maðurin koyrir fyri fólk við hesta­vogni sínum. Dóttirin er heima. Ein dagin orkar hesturin ikki meira. Og so er eingin inn­ tøka longur uttan nøkur oyru fyri heimabryggj. Niðurteljingin byrjar. Húsini gerast eitt fongsul, sum tey tó tvær ferðir kunnu rýma úr. Seinnu ferðina fara tey eisini av stað, men venda aftur. Har er eingin vegur enn tann eini. Seinast í filminum sloknar lampan, hóast hon er full av olju. Í byrjanini var einki. Við nógvum endurtøkum í slowtempo sigur Bela Tarr sína góðu søgu við meistaraligum myndum og fáum orðum. Tveir og ein hálvur tími av fullkomnari list og fullkomnum handverki. Hetta er tann veruliga filmslistin, ikki undirhald, men ein uppliving, tú ikki gloymir, um tú so verður líka nógv ár sum »Hesturin úr Torino« er í minuttum, 146. Umafturafturum høgni djurhuus Bogi Mortensen lagt til rættis: Leo Poulsen Hampiliga friðarligt á Strandferðsluni beint nú Tað sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins. Hann heldur, at suðuroyingar hava betri hylling á samferðsluni, og at tað tí er ein fyrimunur, at stovnurin liggur í Suðuroy. Ítrótturin hevur altíð fylt nógv, og suðuroyarsperil er besti matur Fullkomni filmurin mynd: Álvur Haraldsen