fríggjadagur 24. februar 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 24. februar 2012
8
VIKUSKIFTI
Steve Jobs
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Steve Jobs var borin í heim í San
Francisco í 1955. Foreldrini vóru ógift,
og mamman fekk meir ella minni ordrar
frá ríka pápa sínum um, at barnið skuldi
ættleiðast. Hon gekk við uppá hetta við
teirri treyt, at barnið skuldi koma í eina
familju, har tey vóru væl lærd. Soleiðis
bleiv tað ikki, men mamman fekk lyftið
um, at barnið skuldi fáa møguleika at
ganga á college.
Tey, ið tóku sær av Steve, vóru Paul
og Clara Jobs. Paul fekst við bilar, og
Clara var bókhaldari.
Steve vísti seg skjótt verða eitt óvan
liga gløgt barn, og hann fekk tilboð um
at flyta fleiri flokkar upp í skúlanum.
Foreldrini vóru tó varin og lótu hann
ikki flyta meir enn ein flokk í senn.
Áhugin fyri tí tekniska hevði hann,
líka síðani hann var barn, og tá hann
kom í samband við líkasinnaði, funnu
tey upp á bæði skálkabrøgd og nýggja
tøkni.
Byrjaði í garasjuni
Í 1975 grundaðu teir báðir vinirnir Steve
Wosniak og Steve Jobs fyritøkuna, sum
teir doyptu Apple. Í byrjanini hildu
teir til í garasjuni hjá foreldrunum
hjá Jobs, men fyritøkan vaks skjótt,
og við tí fyrstu Macintosh telduni var
Apple ein rættiligur spælari at rokna
við. Kappingarneytarnir tá vóru IBM
og Intel.
Fyrsta Macintosh teldan seldi nógv,
men í 1985 varð Steve Jobs noyddur at
gevast á Apple. Hann var øguliga ill
sintur og ikki egnaður at verða stjóri.
Nakað annað vildi hann ikki verða, og
tí gavst hann heldur.
Í bókini »Steve Jobs – en biografi
om manden bag Apple« verður hansara
illsinni nógv lýst. Til dømis var tað
vanligt, tá onkur av starvsfólkunum á
Apple vístu Jobs okkurt, tey høvdu gjørt,
so svaraði hann, at tað var vánaligt, og
at tey dugdu betri enn hatta.
Í oktober í fjør andaðist Steve Jobs – ein maður, sum hevur ávirkað tey
flestu av okkum, meira enn vit vita. Hann er skaparin av Macintosh, Ipad,
Iphone og Ipod, og líka síðani hann grundaði Apple í 1975, hevur hann
stríðst fyri at framleiða brúkaravinarligar teldur, ið eru vakrar á at líta.
Søgan um Steve Jobs er ikki bara um teldur og telefonir. Søgan snýr seg
eisini um ættleiðing, og ein mann, sum varð elskaður av brúkarunum, men
hataður av teimum, sum sótu rundan um samráðingarborðið við honum
maðurin
sum broytti
heimin
Steve Jobs
grundadi
fyritøkuna
Apple í 1975