Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-24, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 24. februar 2012 9 VIKUSKIFTI Jobs var kendur sum krevjandi per­ fektionistur. Hann hevði serligar mat­ vanar og fastaði oftani. Hann ferðast nógv í India sum unglingi, og tíðin har ávirkaði hann nógv. Toy story og Nemo Árini, hann var burtur frá Apple, nýtti hann at grunda teldufyritøkuna »Next«, og varð hann eisini stórur partaeigari av teknifyritøkuni »Pixar«, sum hevur gjørt filmar sum Toy Story, Nemo og Leyvukongurin. Tá hann í 1997 fekk tilboð um at koma aftur til Apple, vildi hann ikki rættuliga, eftisum hann tá var stjóri fyri Pixar. Men tað stóð illani til við Apple. og nevndin bað og bønaði hann at koma aftur. Steve vildi ikki, at Apple skuldi fara av knóranum, so hann gjørdi av at hjálpa til, men stjóri vildi hann ikki verða. Hendan tíðin var sera strævin, og aftan á hevur hann sagt, at tað var um hesa tíðina, at hansara heilsutrupulleikar byrjaðu. Um aldarskiftið vóru tær teldur, man kendi til, stórar og fýrkantaðar. Tá Apple kom við sínum Apple Macintosh, ið sá út sum ein frukt við sínum vøkru litum og rundu formum, kollveltu teir telduheimin. Teldan bleiv ein av teim­ um mest seldu í øllum heiminum, og tað stóð greitt at Steve Jobs hevði bjarg­ að Apple. Men samstundis sum tað gekk betri og betri hjá Apple, fekk Steve Jobs trupul­leikar við heilsuni. Í 2003 var stað­fest, at hann hevði krabbamein. Hann vildi tó ikki viðganga, at hann var sjúkur og bíðaði mánaðir, áðrenn hann noyddist at leggjast undir skurð. Skurðviðgerðin eydnaðist væl, og Jobs kundi fara aftur til arbeiðis. Tað, sum upptók hansara tíð komandi árini, var ikki so nógv teldur. Í staðin kollvelti hann tónleikaheimin við tólinum Ipod. Ipod og Itunes, har tónleikur kundi keypast, gjørdi at Apple tiltalaði unga fólkið. Og við tí vakra sniðinum, sum eyð­kennur alt sum kemur úr hondunum hjá Apple, var Ipod ein stór framgongd fyri fyri­tøkuna. Vánaligar fartelefonir Ein dag sótu Steve Jobs og nakrir vin­ menn og tosaðu um, hvussu vánaligar teirra fartelefonirnar vóru. Hetta burdu vit kunna gjørt betri, søgdu teir. Og tað var byrjanin til telefonina Iphone. Tá Steve Jobs stóð á pallinum í 2007, byrjaði hann við at siga, at í dag hava vit ikki eitt, men trý nýggj tól, sum vit vilja vísa – nummar eitt er ein Ipod við stórum skermi, nummar tvey er ein fartelefon, og nummar trý er ein telda. Síðani spurdi hann áskoðarirnir »Skilja tit, at hetta er alt eitt og sama tól?« Ipohne hevði sæð dagsins ljós, og fartelefonir skuldu ongantíð verða tær somu aftur. Í 2009 gjørdist Steve Jobs aftur sjúk­ur, og livurin varð skift út við eina nýggja frá einum donori. Hann kom tó fyri seg aftur, og hóast hann var nógv klænk­aður og sá sjúkur út, var hann aftur á pallinum í 2010 fyri at vísa tað nýggjasta Apple tólið – nevnliga Ipad. Aftur hevði Apple kollvelt teldu­ heimin, og hóast at nógv vóru kritisk móti peikitelduni, seldi hon væl. Steve Jobs gjørdist tó alt sjúkari, og í august í 2011 legði hann frá sær sum stjóri í Apple. Góðar seks vikur seinni andaðist hann, og tað síðsta hann skal hava sagt er »Oh wow. Oh wow. Oh wow«. Spurningurin er, hvat Steve Jobs sá tá. Hóast Steve Jobs var nógv klænkaður og sá sjúkur út, var hann aftur á pallinum í 2010 fyri at vísa tað nýggjasta Apple tólið – nevnliga Ipad People don’t know what they want until you show it to them Steve Jobs Steve Jobs kollvelti heimin vid tólunum Ipod, Iphone og Ipad