fríggjadagur 24. februar 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 24. februar 2012
10
VIKUSKIFTI
Sálarfrøði
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hvussu bøta vit huglag og samstarv á ar
beiðsplássinum? Hvønn týdning hevur
spæl í barnagarðinum? Hvussu kunnu
strongd og tunglyndi fyribyrgjast?
Hvussu handfara vit ung við torførum
kenslum? Hvussu ávirkast børn av
hjúnarskilnaði? Hvussu basa vit angist?
Hvussu bøta vit um parlagið?
Hetta eru nakrir av spurningunum,
sum verða viðgørdir á tilsamans 28
verkstovum á Hotel Føroyum og í
Norðurlandahúsinum, tá 31 sálarfrøð
ingar bjóða til fakligan festival dagar
nar 22. og 23. mars.
– Endamálið við festivalinum er
lutvíst at menna sálarfrøðiliga vitan,
innlit og førleika í Føroyum, og lutvíst
at bjóða øðrum fakbólkum møguleika
at ogna sær vitan og íblástur innan júst
hetta økið. Endamálið er eisini at vísa
samfelagnum øll tey sera fjølbroyttu
tilboð, sum hesin fakbólkur hevur at
bjóða, sigur Súsanna O. Skaale, sum
er forkvinna í bólkinum, ið samskipar
tiltakið.
Sálarsjúkur fram í ljósið
Súsanna O. Skaale sigur, at fyri nøkrum
árum síðani var tað tabu og merkt av
skomm, um fólk høvdu tørv á sálar
frøðiligari hjálp.
– Hetta gjørdi slíkar trupulleikar
nógv tyngri at bera hjá teimum, sum
høvdu teir. Og tí er tað eitt mál í sær
sjálvum at fáa fram í ljósið, at tað altíð
eru fólk – rættiliga nógv fólk – sum
dragast við trupulleikar av sálarligum
slag, sigur hon.
Fólk hava eisini havt ta fatan, at
sálarfrøði bert er fyri fólk, sum eru í
svárari neyð og als ikki fungera í sam
felagnum.
– Hetta er als ikki rætt. Sum skráin
fyri fakfestivalin sýnir, fevnur sála
frøðin sera vítt, og eisini fólk, stovnar
og fyritøkur, sum sýnast at fungera
rímiliga væl, kunnu fáa gagn av teimum
amboðum, sum sálarfrøðin hevur at
bjóða, sigur Súsanna O. Skaale.
Tríggir bólkar
Fakfestivalurin er serliga ætlaður
trimum bólkum: Privatpersónum,
ið ynskja persónliga menning, fak
bólkum, ið hava gagn av sálarfrøði,
t.d. pedagogum, lærarum, sjúkrarøktar
frøðingum, læknum, og løgreglufólki,
umframt leiðarum og fólki við starvs
fólkaábyrgd.
Meiri fæst at vita á www.psykolog.
fo. Har ber eisini til at melda seg til
fakfestivalin.
Fólk, stovnar og fyritøkur, sum sýnast at virka væl, kunnu
eisini fáa gagn av sálarligum amboðum, sigur Súsanna O. Skaale,
sum er fyriskipari av Sálarfrøðiliga Fakfestivalinum
Sálarfrøði
er fyri øll
Nógvir sálarfrøðiligur spurningar verða
viðgjørdir á Sálarfrøðiliga Fakfestivalinum
– Tað er eitt mál í sær sjálvum at fáa
fram í ljósið, at tað altíð eru fólk –
rættiliga nógv fólk – sum dragast við
trupulleikar av sálarligum slag, sigur
Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingur