mánadagur 27. februar 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg segði bara:
Nú er nokk etið
VILJASTYRKI - Tá eg hugsi aftur í tíðina, so má eg bara siga,
at eg havi altíð vigað nógv. Men nú er liðugt við tí: Eg ætli mær
ongantíð at taka tey kilo’ini uppá aftur, sum eg nú havi mist,
sigur Signhild Egholm úr Vestmanna. Seinastu 17 mánaðirnar
hevur hon mist 106 pund – uttan at vera á nøkrum slankikuri.
Orð: Snorri Brend
Vestmanna:
Longu
tá
Signhild var borin í heim
fyri 41 árum síðani, var hon
stór. Føðitøl hennara vóru:
Vektin 9 pund. Longdin 52
sentimetrar.
– Mær hevur altíð dámað
væl at etið, og tí havi eg
altíð vigað í meira lagi. Eg
íðkaði eitt sindur av ítrótti
sum ung, men satt at siga
var eg ikki nakar serligur
hondbóltsspælari,
greiðir
Signhild brosandi frá.
– Eg tímdi bara ikki
at spæla hondbólt, hóast
Vestmanna er kend sum ein
hondbóltsbygd.
Hóast hon altíð hevur
verið stór, so minnist hon
einki til nakra serliga happing
av javnaldrum sínum, kanska
tí at vektin var rættiliga væl
deild kring allan kroppin.
– Og eg havi tíbetur hvørki
havt komplikasjónir, ella kent
til nakrar sjúkur orsakað av
tí, at eg altso vigaði 53 kilo
meiri á heysti 2010, enn hvat
eg geri í dag.
Alt broyttist ein heilt
vanligan dag á heysti 2010,
tá hon tók eina stóra avgerð
– eina avgerð, hvørs avleiðing
fólk ikki varnaðust bein
anvegin. Men so líðandi løgdu
maðurin, børnini og hini
merki til, at hon, sum áður
vigaði nógv og var kraftiga
bygd, var farin at minka.
– Eg havi ongantíð havt
tað betri enn í dag, slær
Signhild fast, nú umboð fyri
Sosialin hittir hana á máli.
Ein fyri tveir
Mikudagin 10. november í
2010 var sum allir aðrir
mikudagar. Men í einum
heimi á Gerðisvegi 52 var
hetta fyrsti dagurin í einum
nýggjum lívi.
– Eg valdi at byrja ein heilt
vanligan mikudag. Eg veit
um onnur, sum hava roynt at
fara í holt við ein slankikur
mánamorgun, men longu
sama seinnapart er hann
farin.
– Avgerðin var tikin: Nú
skalt tú halda fast við
avgerðina um at minka inn
tøkuna av mati. Einki við at
fara á henda ella handa
kurin. Tú skalt bara eta
helvtina minni enn tú gjørdi
frammanundan, greiðir Sign
hild íðin frá. Hon valdi tó
ikki, at siga tað fyri nøkrum
beinanvegin.
Sum sagt, so gjørt. Hon
byrjaði beinanvegin við at
skera niður uppá nøgdina av
matinum: Ístaðin fyri tvær
breyðflísar, át hon bert eina.
Ístaðin fyri tveir tallerkar
av døgurða, át hon bert
tann eina. Ístaðin fyri kaku,
át hon heldur frukt – og so
framvegis. Alt sum hon át,
varð í roynd og veru skorið
niður við 50 prosentum.
– Eg avgjørdi beinanvegin,
at eg ætlaði mær at eta tað
sama sum áður, bert í minni
nøgdum. Nei, tað var einki
við at stressa seg upp um
matin, men bara liva sum ein
vanligur føroyingur, – tað
Eg misti kilo hvørja
viku – onkra viku 1 kilo,
onkra viku 2 kilo og onkra
viku bert 800 gramm
FLOTT
– Tað var ein góð kensla, tá fólk
byrjaðu at leggja merki til, at
vektin var farin niður. Tað vóru
eisini nógv, sum hildu tað vera
ótrúliga flott av mær, at kunna
fara so nógv aftur uttan operasjón,
sigur Signhild Egholm
MUNUR Á KVINNU
Signhild Egholm vil ikki upplýsa, hvat hon
vigar í dag. Henda myndin vísir kortini
týðiliga og greitt, at her er munur á kvinnu.
– Nei, hetta var einki lív, slær hon fast.