mánadagur 27. februar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heilt frá barnaárum hevur Signhild dámt væl at eta.
Men hesin hugurin røkkur nú einans til at eta so
mikið, at hon ikki kennir svongd longur.
Henni dámar allan mat, og roynir tí eisini at borðreiða
so fjølbroyttan døgurðamat fyri familjuni sum tilber.
Í farnu viku sá matarskrá hennara soleiðis út:
Mánadag: Ræstur fiskur við garnatálg og spiki.
Týsdag: Grýturættur
Mikudag: Høsnarungi
Hósdag: Turrur fiskur
Fríggjadag: Feska súpan
Leygardag: Knettir
Sunnudag: Oksasteik
Nátturðin er ein vanligur nátturði við ymiskum
viðskera. Sum vera man er nógvur soltin viðskeri
eisini, so sum ostur, skinka, tun og slíkt sum Signhild
dámar væl.
– Eg havi eisini púra lagt av at koyra margarin uppá
breyðið. Tað smakkar líka so væl uttan, slær hon fast.
Døgurðin hesa vikuna
Tú kanst eisini líka
stóla uppá, at eg ætli
mær ongantíð aftur í
sooo stór klæði
Frá fyrsta degi hevði Signhild
sett sær fyri, at hon skuldi
gera allan vanligan mat til
restina av familjuna. Tey
skuldu í øllum førum ikki líða
undir avgerð hennara.
Hon veit um heim, har ein
gera eina matskrá til tann
sum er uppá kur og eina aðra
matskrá til hini. Undir slíkum
umstøðum varir kururin bert
stutta tíð, tí tað er so tíðar
krevjandi.
Matskráin heima á Gerðisvegi
52 er tí í mangar mátar mein
lík teirri í mongum øðrum
heimum: Høsnarungi, oksa
kjøt, knettir, frikadellur, ræst
ur fiskur við garnatálg og
annað slíkt, ið familjuni
dámdi til døgurða.
Tað var bert ein rættiliga
stórur munur: Meðan Sign
hild áður kundi fylla sær upp
á tallerkin aftur, so gjørdi hon
ikki tað longur. Áður var ikki
nóg mikið við einum tallerki.
Nú var ein einstakur talerkur
nóg mikið til at taka ta
ringastu svongdina.
EIN
tallerk
Sonurin helt ein dagin fyri, at væl
var eg vorðin minni. Men hann helt
eisini, at eg var vorðin lægri
við siga, eitt lív sum eg sjálv
kann liva við.
At byrja við sást ikki so
nógv til vekttapið, men eftir
nøkrum døgum byrjaði fam
iljan eisini at síggja mun.
– Ja, tú kanst ætla at tað
føldist væl, tá maðurin ein
dagin segði við meg, at hann
helt at eg var afturfarin. Tað
var ótrúliga stórt at uppliva,
at onnur nú eisini sóu tað
sama sum vektin segði.
– Tja, eg veit ikki. Sonurin
helt tó ein dagin fyri, at væl
var eg vorðin minni. Men
hann helt eisini, at eg var
vorðin lægri!
Tók ikki uppá
Signhild gjørdi sær beinan
vegin greitt, at hon ikki
ætlaði sær á vektina hvønn
dag fyri at kanna vektina.
Hon valdi sær ein dag um
vikuna til hetta – sunnudag
– men er nú á vektini eina
ferð um mánaðin.
– Summi fara á vektina
hvønn einasta dag, meðan
tey eru á kur, men tað vildi eg
ikki. Vektin kann broytast
frá einum degi til annan, og
tað er ikki vist at kilo’ini fara
av hvønn einasta dag.
– Og tað var tað sama hjá
mær. Eg misti tó kilo hvørja
viku – onkra viku 1 kilo, onkra
viku 2 kilo og onkra viku bert
800 gramm. Tað góða var, at
eg ongantíð tók uppá. Tað
fór altíð eitt sindur av, greiðir
hon brosandi frá.
Tá hon so gjørdi støðuna
upp
beint
undan
jólum
2010, kundu hon og familjan
fegin staðfesta, at konan og
mamman hevði mist 10 kilo
eftir bert 40 døgum.
XL ella XS
– Tá ein soleiðis minkar so
nógv í vekt, gongur tað sjálv
andi eisini útyvir garde
robuna. Tað gjørdi tað eisini
í heiminum hjá Signhild.
– Ja, eg havi faktiskt
koyrt øll tey gomlu klæðini
burtur. Tey eru øll endaði
í endurnýtsluni hjá Bláa
Krossi í Havn.
– Kanska er ein einstakur
jakki
eftir
onkustaðni
í
húsinum, haldi eg. Men her
er ikki eitt gamalt plagg eftir,
sigur hon brosandi.
– Og tú kanst eisini líka
stóla uppá, at eg ætli mær
ongantíð aftur í sooo stór
klæði, sigur viljasterka kvinn
an úr Vestmanna.
snorri@sosialurin.fo
TAÐ SAMA
– Eg eti tað sama sum áðrenn 10. november
2010, men eg eti bara minni. Tallerkarnir hava
eisini somu stødd sum áður, men eg koyri bara
døgurða eina ferð uppá, sigur Signhild Egholm