Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2012 · Nr. 25 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Mín dreymur er at hol verður sett á arbeiðið at gera nýggjan undirsjóvartunnil í hesum valskeiðnum. Tað sigur Kári P. Høj­ gaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Hann hevur nú av álvara sett hol á arbeiðið at finna eina politiska semju um at gera undirsjóvartunnil ímill­ um Streymoy og Eysturoy og ímillum Streymoy og Sand­oy. Í hesum sambandi hevur hann nú fingið úrslitið av eini nágreiniligari kanning, sum lýsir fíggjarligu viðurskiftini í sambandi við ætlanina at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Kanningin vísir eisini møguleikarnar fyri at knýta hesar báðar verkætlanirnar saman. Og soumleiðis lýsir kann­ ingin møguleikan at leggja allir undirsjóvartunlarar í eitt felag so at innrtøkur frá tunlum, sum geva avkast, verður brúkt til at fíggja aðrar tunlar við. Og landsstýrismaðurin vísir á, at úrslitið av kann­ ingini er, at fyri sam­felag­ ið er tað besta loysnin, at talan verður um al­menn­ar verkætlanir og at Eystur­ oyartunnilin ikki verður privatur, soleiðis sum arbeitt hevur verið fram ímóti í fleiri ár. Minst 40% dýrari – Verður tað eitt privat felag, sum fer at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, fer hann at vera minst 40% dýrari, enn um tað almenna ger og rekur hann. Hetta er niðurstøðan í eini kanning, sum Landsverk hevur latið gera fyri Inn­ lendis­málaráðið. Í kanningini, sum ráð­ gevaravirkið, Deloittes, í Danmark, eisini hevur verið upp í, verður staðfest ætlanin hjá einum privatum felag at gera undirsjóvartunnil ímill­ um Streymoy og Eysturoy, verður ein dýr søga fyri sam­ felagið. – Niðurstøðan er, at ein privatur undirsjóvartunnil fer at vera minst 40% dýrari enn ein almennur tunnil, staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður. Hann sigur, at orsøkin til tað er, at tað fer at vera nógv dýrari hjá einum privatum felag at taka lán til eina slíka verkætlan, tí felagið hevur onga trygd. Hinvegin kann lands­kass­ in fíggja eina slíka verkætlan munandi bíligari. Tvær ferður 1,7 milliard Kári P. Højgaard sigur, at tað skal tað privata læna til eina slíka verkætlan, verður rentan tvey-trý prosent hægri enn hon verður um so er, at landið fíggjar hana. – Talan er um øgiliga stór­ar upphæddir. Ein Eyst­ ur­oyartunnil kostar eina milliard og ein Sand­oyar­ tunnil kostar 700 milliónir, ella 1,7 milliard tilsamans. – Men tað, sum ofta er gloymt i kjakinum um undir­ sjóvartunlar, er, at teir skulu eisini haldast og røkjast. Brúka vit norskan mátistokk, kostar ein tunnil tað sama í røkt og ábótum í 20 ár, sum hann kostar at gera. Tveir undirsjóv tunlar fyri 1,7 milliard í eygsj UNDIRSJÓVARTUNLAR Kári P. Højgaard setir nú hol á arbeiðið at gera tveir undirsjóvarunlar afturat. Men tað er greitt, at skulu teir verða privatir, verða teir nógv dýrari, enn vissi tað almenna ger teir Fyri samfelagið er tað besta loysnin, at talan verður um almennar verkætlanir Verður tað eitt privat felag, sum fer at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, fer hann at vera minst 40% dýrari, enn um tað almenna ger og rekur hann.