mánadagur 5. mars 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Viðgera smálutirnar og gloyma heildina
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Eitt eyðkenni fyri føroysk
an politikk er, at vit viðgera
ofta smálutirnar og ikki tann
yvirskipaða politikkin. Síggja
vit ein lítlan trupulleika í
einum størri samanhangi,
so gera vit alt, fyri at loysa
henda lítla trupulleikan, og
lata restina liggja. Eitt dømi
um hetta sóu vit í farnu
viku, tá løgtingið viðgjørdi
eitt uppskot um at javnseta
ferðaseðlakostnaðin á sam
ferðsluøkinum.
Fyrimunir og vansar
Eg
havi
sjálvur
ferðast
dagliga millum Havnina og
Skálafjørðin í nógv ár, og havi
tí onkuntíð hugsað tankan,
at tað hevði verið munandi
lættari at búð í Havn. Tað
hevði spart næstan tríggjar
tímar dagliga í bussi. Men
tað er ikki bara fyrimunur at
búgva í Havn. Ein vansi er, at
í Havn, skalt tú rokna við eini
sethúsaskuld, sum man vera
eina millión hægri, enn tá tú
býrt á bygd.
Tað eru fyrimunir og
tað eru vansar, men til alla
lukku, velja vit sjálvi. Eg velji
sjálvur, um eg vil ferðast
nógv og skylda lítið, ella um
eg heldur vil skylda nógv og
ferðast lítið.
Rentustuðul og
ferðastuðul
Men so er tað, at politikarar
koma inn á banan fyri at
stýra smálutunum.
Tað er so synd í teim
um, sum skylda nógv, og tí
geva vit teimum almennan
rentustuðul.
Landskassin
skal gjalda ein part av
rentunum fyri tey dýru
húsini. Men sum við øllum
øðrum hjá landskassanum,
so mugu pengarnir fyrst
krevjast inn, áðrenn teir
kunnu gjaldast út.
So tá bygdamaðurin, við
tí lítlu skuldini, rindar skatt,
so fer ein partur at peng
unum til at gjalda fyri tey
dýru húsini hjá borgaran
um í Havn. Av tí sama hevur
bygdamaðurin minni eftir at
ferðast fyri.
Men so vaknar politik
arin aftur. Nú er tað so synd
í bygdamanninum, tí hann
skal brúka so nógvar pengar
til ferðing. Og hvat gera vit
so? Jú nú skal landskassin
gjalda ferðaútreiðslurnar.
So
tá
havnarmaðurin
næstu ferð rindar skatt,
so
ferð
ein
partur
av
pengunum til ferðaseðilin
hjá
bygdamanninum.
Og
so er sjálvandi óneyðugt at
siga, at eitt úrslit av hesum
verður, at havnarmaðurin
hevur minni eftir at gjalda
húsarentu við.
Frá lumma til lumma
Vit senda rokningar frá
vinstra lumma, yvir í høgra
lumma, og senda so aðrar
rokningar frá høgra lumma
yvir
í
vinstra
lumma.
Og tað kalla vit ”at loysa
trupulleikar.”
Tíverri hava vit nógv
dømi um hetta í føroyska
samfelagnum.
Vit
taka
detalju
eftir
detalju
og
gloyma tað yvirskipaða.
Hvørja ferð eini hús verða
bygd, so má renta gjaldast, og
hvørjaferð eitt strandfaraskip
loysir, ella ein bussur startar,
so kostar tað pengar. Tað
er
bara
ein
spurningur,
hvør skal hava rokningina,
brúkarin ella skattgjaldarin.
At býta um rokningar ger tað
ikki bíligari.
Mugu hugsa øðrvísi
Tað sum eg her skrivi, skal
á ongan hátt skiljast sum
ein atfinning ímóti ítøkiliga
uppskotinum um at javnseta
ferðaseðlakostnaðin á sam
ferðsluøkinum, men heldur
sum ein atfinning móti teirri
yvirskipaðu tankagongdini í
føroyskum politikki.
Vit stríðast um, hvar skúlar
skulu byggjast, og gloyma,
hvat teir skulu brúkast til. Vit
stríðast um, hvussu nógvar
kommunur vit skulu hava,
og gloyma, hvat endamálið
er við kommunum o.s.fr. Vit
stríðast um smálutirnar og
gloyma heildina.
Makrelurin og allur annar fiskur, skal
koma øllum føroyingum til góðar
Georg F. Hansen
formaður, Føroya Arbeiðarafelag
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum hevur boðað frá,
at hann væntandi fer at áseta
føroysku makrelkvotuna í
næstu viku.
Og her skal eg, eins og
fleiri hava gjørt, minna á,
at enn er allur fiskur runt á
føroysku grunnunum ogn
Føroya fólks, og tí skal allur
fiskur vera avreiddur og til
virkaður her á landi.
Tað er ábyrgdin hjá okkara
politiska myndugleika at
tryggja, at hesin fiskur kem
ur øllum føroyingum til
góðar.
Seinasta ár høvdu vit
eitt virki í Kollafirði, sum
tók ímóti makreli. Tað gav
arbeiði til nógv fólk, eisini
var okkurt annað virki, sum
tók í móti, og var hetta eitt
gott íkast hjá teimum.
Í ár er so tað gleðiliga
hent, at eitt uppsjóvarvirki
er í ger á Tvøroyri, so útlit eru
fyri, at vit kunnu taka ímóti
munandi meira av makreli í
ár enn seinasta ár.
Tað má vera ein treyt,
at allur makrelurin – og
fiskur í føroyskum sjógvi
annars – verður fiskaður
av føroyskum skipum við
føroyskari manning og til
virkaður á føroyskum virkj
um.
Um skip landa uttanlands
ella til útlendsk móttøkuskip,
so eiga tey at verða kravd
eftir einum avgjaldi, men um
fiskurin verður tilvirkaður í
Føroyum, skal møguliga eitt
minni avgjald vera lagt á.
Tað er onki órímiligt í, at
fólk, ið hava sítt livibreyð av
fiskivinnuni á landi, krevja,
at landsins myndugleikar
taka neyðugu stigini til at
tryggja okkum, at
allur fiskur kemur uppá
land her og verður tilvirkaður
her á landi í tann mun, tað
yvirhøvur er gjørligt.
1800 føroyingar eru ar
beiðsleysir í løtuni.
Vit í arbeiðarafeløgunum
hava víst á, at nógvir av
limum okkara kundu fingið
arbeiði, um fiskur ikki fór
ótilvirkaður av landinum, og
arbeiðsloysið hevði harvið
minkað munandi.
Eisini halda vit, at fiski
loyvini skulu vera treytað av,
at sáttmálarnir hjá føroysku
manningarfeløgunum verða
fylgdir, og um útlendingar
sigla við føroyskum skipum,
skulu teir fylgja føroyskum
sáttmálum.
Vit vóna, at okkara politik
arar vísa sína ábyrgd og taka
neyðugu stigini til at forða
fyri, at fiskur framhaldandi
fer ótilvirkaður av landin
um.
Annars haldi eg ikki, at
skip sum Føroyingar ikki
eiga meginpartin í, men bara
hava strámenn fyri seg her,
skuldu fingið nakra kvotu
yvirhøvur.
Tað
eigur
at
vera eitt krav, at føroyingar
eiga ein stóran meiriluta í
teimum skipum, sum fáa
fiskiloyvir frá føroyskum
myndugleikum.
Nú frættist, at eitt lógar
uppskot er á veg um eina
rullandi skipan, sum – um
uppskotið verður framt í
verki – fer at avreiða allan
fiskiflotan til nøkur fá, sum
síðan kunnu gera við hann,
sum teimum lystir.
Hetta vilja vit frá Føroya
Arbeiðarafelag ávara staði
liga ímóti, tí hetta er ein
órættvís
skipan,
ið
bert
premierar tey, sum eru í
skipanini tá hon verður sett
í verk. Eisini er tað ein sera
óliðilig og ósunn skipan, sum
hvørki fer at gagna landinum
ella fiskivinnuni á sjógvi ella
landi. Skipanin tekur allar
møguleikar
hjá
nýggjum
fólki at sleppa fram at veiði
liðnum í fiskivinnuni, og tað
merkir, at bæði framdrift
og fyritaksemi verða niður
brotin, samstundis sum nøk
ur fá verða ríkað upp. Ein slík
rullandi skipan brýtur eisini
við lógarfestu meginregluna
um, at fiskurin er ogn Føroya
fólks.
Tórshavn, hin 25. februar 2012
Bara føroysk skip við føroyskari manning eiga at sleppa at fiska føroyska
makrelin, og hann skal tilvirkast á føroyskum virkjum.