mikudagur 21. mars 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Tað eru ikki bert flogmenn,
sum eru niðri í Hamburg í
sambandi við nýggja Airbus
flogfarið hjá Atlantsflog.
Tveir mekanikarar hjá før
oyska flogfelagnum stóðu fyri
inspektiónini av flogfarinum,
men har vóru eisini tvær flog
ternur, sum vissaðu sær, at
alt var sum tað skuldi í kab
inuni.
Atlantsflog hevur leingi
fyrireikað seg til Airbus flog
farið, og hevur útbúgvið bæði
mekanikarar, flogmenn og
flogternur.
Fýra
stýrimenn
stóðu
royndina í Toulouse í síðstu
viku.
Sámal Danielsen, flog
ovasti, gjørdist herfyri fyrsti
flogmaður í Europa, sum fekk
sertifikat til at flúgva RNP
AR, sum er nýggj innflúgv
ingarskipan, sum Atlatnsflog
fer at taka í nýtslu umborð á
Airbus flogfarinum.
Nýggja flogfarið hjá At
lantsflog verður latið av verk
smiðjuni í Hamburg í morgin
og kemur í Vágar klokkan 16.
– Vit tosa ofta um nazismuna.
Men fosturtøka er ikki onki øðrvísi
enn nazistarnir.
Hetta er ein lóg,
sum tryggjar tað livandi barnið,
men vit hava onga lóg, sum
tryggjar tað ófødda barnið. Mén
forboð loysir ikki trupulleikan.
Jenis av Rana, løgtingsmaður
flogferðsla
Arngerð Davidsen, flogterna, Magni Arge, stjóri og Annika Jespersen, yvirflogterna
Huxa
fupp og
fakta
Konsertir við Michalu Petri og Ólavi Jakobsen
Í morgin kemur
nýggi bussurin
Airbus Nýggja flogfarið verður latið av
verksmiðjuni í Hamburg í morgin
Á Mentanardegnum á Sandi í fjør
summar spældur Michala Petri
og Ólavur Jakobsen saman fyri
fyrstu ferð Nú vera tey aftur at
hoyra í Norðurlandahúsinum og
í Fuglafirði.
– Vit eru so heppin, at vit hava
fylgt heimskenda floytuleikar
anum Michalu Petri, síðani hon
blaðung framførdi á fyrsta sinni
her á landi. Síðan hevur hon vitjað
javnan. Alt meðan hon hevur
vunnið sær frama sum hin fremsti
tónleikarin á ljóðføri sínum, blokk
floytuni, ið hon hevur lyft upp á
eitt støði, ið ongantíð er sæð fyrr,
siga fyrireikararnir.
Hon hevur vunnið allan tann
altjóða heiður, ið ein tónleikari
yvirhøvur kann og hevur framført
við mætastu dirigentum og or
kestrum kring allan knøttin.
At framføra við sær hesaferð,
hevur hon valt fremsta, føroyska
gittarleikaran Ólav Jakobsen, ið
hevur drúgvar royndir sum solist
ur, kamartónleikari og eisini kend
ur sum frásøgumaður á Nýggjárs
konsertini.
Tey bæði hava sett saman eina
sera fjølbroytta skrá, har ið væl
ljómandi, virtuosur og spennandi
tónleikur verður spældur. Alt
bundið saman við lættleika í spæli
og nærveru við lurtaran við frá
greiðingum um tónleikin.
Tónleikurin spennir sera víða í
tíð. Tónleikur frá Bach og Haendel
til Piazzolla, úr Kina til Føroyar, frá
aldargomlum løgum til forkunn
ugt og nýtt, sum í teirra hondum
fær lætt flog.
Konsertirnar eru sunnudag
in 25. mars klokkan 16 í Norður
landahúsinum og týskvøldið 27.
mars klokkan 19.30 í Fuglafjarðar
kirkju.
Í
annaðkvøld,
hós
kvøldið 22. mars kl.
20.00,
skipar
Huxa
fólkafloksungdómur
fyri kunningartiltaki í
skúlanum við Løkin.
Á tiltakinum verða tveir
fyrilestrahaldarar.
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður
í
fiskivinnumálum, kem
ur at greiða frá fiski
vinnupolitikkinum
hjá
Fólkaflokkinum,
og Wilhelm Nygaard,
verkætlanarleiðari
á
TAKS, kemur at greiða
frá nýggju skattaskip
anini.
Eftir fyrilestrarnar
verður møguleiki at
seta spurningar.
Endamálið við til
takinum er at lyfta
kjakið
millum
ung
dómin – og øðrum
áhugaðum
–
um
fiskivinnupolitikk og
skattaskipan
á
eitt
hægri støði. Umframt
at síggja málini frá
ymiskum sjónarhorn
um.
– Øll Fólkafloksá
hugaði eru vælkomin
– møtið fjølment, sigur
Fólkafloksungdómur
in.
Randi Jacobsen
Seks næmingar aftrat í skúla
num í Hoydølum hava boðað
frá, at teir eisini hava verið
inni á elektronisku skráse
tingarskipan skúlans, men
fyribils eru teir slopnir við
átalu, tí skúlin heldur ikki, at
teir hava gjørt nakrar broyt
ingar
Í
seinastu
viku
varð
avdúkar
á
Føroya
Studentaskúla-
og
HF-
skeiði í Hoydølum, at tríggir
næmingar høvdu verið inni
á elektronisku skrásetingar
skipan skúlans. Tveir høvdu
pilkað við fráveruuppgerð
sínar.
Tann
triði
hevði
luttikið til stuttleikar.
Leiðsla skúlans gjørdist
heit um oyruni av hesi av
dúking, men teir tríggir
næmingarnir sluppu kortini
við eini harðari átalu. Treytin
var tó, at teir løgdu kortini
á borðið og vístu, hvat teir
høvdu gjørt. Mannagongdin
var, at teir brúktu passorð hjá
lærarum.
Samstundis gav skúlin tey
boð, at um aðrir næmingar
høvdu gjørt tað sama, fingu
tey ráð um at melda seg í
seinasta lagi mánakvøldið á
midnátt, tí annar fór tað at
kosta burturvísing, og skúlin
hevði eisini møguleikan at
melda næmingarnar til løg
regluna.
Tá ið freistin var úti mán
akvøldið, høvdu seks næm
ingar gjørt vart við seg.
- Eg haldi, teir gørdu tað, tí
teir vistu, at vit fóru at finna
fram til teirra, sigur Mikkj
al Helmsdal, rektari í Hoy
dølum.
Hann heldur ikki, at hes
ir næmingarnir hava pilk
að við skipanina, og tí eru
teir fyribils slopnir við eini
ávaring.
Nógv frávera
Frávera er ein stórur trup
ulleiki í skúlanum í Hoydøl
um. Umleið 10 prosent av
næmingunum skulkua ov
nógv. Higartil í ár eru nakrir
næmingar burturvístir vegna
stóra fráveru, og aðrir eru í
vanda fyri at fáa somu boð.
Mikkjal Helmsdal sigur,
at skúlin longu hevur gjørt
fleiri tiltøk fyri at tryggja,
at tað ikki skal bera til hjá
næmingum at fara inn at
gera broytingar í fráveruupp
gerðini, og allir lærararnir
hava fingið nýggj passorð.
Lærararnir skráseta frá
veru fyri hvønn dag í skipan
ini, og næmingarnir kunnu
fara inn í skipanina at síggja,
hvussu til stendur.
Tað hevur sínar vansar
at gera skipanina tryggari.
Fyrr kundu lærarar fara inn
á skipanina at gera rætting
ar hjá hvørjum øðrum. Tað
var hent, tí lærarar býta ofta
um tímar. Hesin møguleiki er
ikki longur. Nú má alt slíkt
ganga gjøgnum umsitaran.
- Men eg vænti, at skip
anin nú verður so trygg, at
svikið ikki hendir aftur, sig
ur Mikkjal Helmsdal.
Sluppu við
skrekkinum