mikudagur 21. mars 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
- Vit hava alla tíðina sagt, at
keypið av Amagerbanken fór
at kosta umleið 95 milliónir
krónur í øðrum útreiðslum.
Talan er fyrst og fremst um
umleggingina av KT-skipan
ini, so hon koyrir saman við
restini av BankNordik-kervi
num, sigur Janus Petersen.
Í sambandi við, at árs
roknskapurin fyri 2011 varð
lagdur fram í gjáramorgunin,
vóru Janus Petersen, for
stjóri,
og
Árni
Ellefsen,
fíggjarstjóri í Danmark, har
bankin nýtti høvi til at halda
íleggjarafund samstundis.
Og í tí sambandi er vert
at nevna, at kursurin á
partabrøvunum hjá banka
num hækkaðu millum 13%
og 19%, tá úrslitið varð greitt.
Tað var ætlanin, at kon
verteringin av KT-skipanini
skuldi verða framd í novem
ber, men tað vísti seg, at av
orsøkum, sum lógu uttan fyri
ávirkan bankans, lat hetta
seg ikki gera.
- Tí vórðu vit noydd at
útseta hesa konverteringina,
sum so í staðin fór fram
17. februar í ár, sigur Janus
Petersen.
Hetta merkir, at bankin
fær nakar eykaútreiðslur í ár
sum standast av, at konvert
eringin varð seinkað.
- Tað kostar umleið tígg
ju
milliónir
krónur
um
mánaðin, at koyra við tveim
um ymiskum KT-skipanum,
og tað merkir so aftur, at vit
fáa eina eykaútreiðslu á 30
til 50 milliónir krónur í ár av
hesum, sigur Janus Petersen.
Støðugt í Danmark
Eitt annað, sum eisini hev
ur kostað pengar, er navna
skiftið frá Føroya Banka
til BankNordik, og hetta er
eisini galdandi fyri Amager
banken.
Og hetta førdi í heyst til
nakað av órógv um bankan
og tað hoyrdist, at kundar
umhugsaðu at skifta frá
Amagerbanken, men hetta
hevur kortini ikki víst seg at
gerast veruleiki.
- Vit hava fingið um
80.000 nýggjar privatkund
ar og einar 10.000 smáar
vinnukundar við Amager
banken, og tað er ein stór
kollvelting, tí vit yvirtaka
ein banka, sum er væl størri,
enn vit sjálvir vóru framman
undan, sigur Janus Petersen.
Hann sigur seg kunna
staðfesta, at teir ikki hava
mist
kundar
í
Amager
banken, síðani hann gjørdist
føroyskur.
- Kundar koma og fara,
men kundaskarin er støðug
ur í deildunum hjá Bank
Nordik í Danmark, sigur
Janus Petersen.
Forstjórin sigur, at bankin
liggur strategiskt væl fyri í
fýra teimum størstu býunum
í Danmark, Keypmannahavn,
Ålborg, Odense og Esbjerg.
Hartil liggja teir eisini í trí
hyrningsøkinum,
Kolding,
Horsens, Vejla.
- Vit hava sostatt savnað
okkum í teimum mest fíggj
arliga aktivu økjunum í Dan
mark, sigur Janus Petersen.
Eisini deildirnar í Grøn
landi hava givið eitt rímilgt
avkast.
- Vit hava valt at savnað
deildirnar
í
Grønlandi
í
Nuuk, tí tað er har allur
aktiviteturin er. Samstundis
ber væl til at veita tænastur
til kundar kring landið úr
Nuuk, sum ger raksturin
nógv meri rationellan, sigur
Janus Petersen
Nøktandi trygging
BankNordik hevur banka
virksemi í Føroyum, Dan
mark og Grønlandi, men
samtakið
umfatar
eisini
tryggingarvirksemi.
Í Føroyum eitur trygging
arfelagið Trygd, og fyri fáum
árum síðani keypti bankin
íslendska tryggingarfelagið,
Vørður.
- Sum hjá øðrum trygg
ingarfeløgum royndist fjórði
ársfjórðingur sera illa við
ringum ódnum 25, november
og 1. jóladag, sum kostaði
Trygd 25 milliónur krónur,
sigur Janus Petersen.
Kortini megnaði trygging
arparturin av samtakinum at
hava svørt tøl á botnlinjuni –
við 20 milliónum krónum.
- Vit eiga umleið 15% av
marknaðinum
í
Íslandi,
og tað er nøktandi. Tað er
eisini nøktandi – við teimum
stóru skaðunum í novem
ber og desember – at trygg
ingarvirksemið
fekk
eitt
rímiliga stórt avlop, sigur
Janus Petersen.
Bankin
niðurjusteraði
væntanina í fjør heyst, og
metingarnar fyri árið í ár
siga 150-200 milliónir krónur.
- Tá skulu so hesar mettu
30-50 milliónirnar dragast
frá, sum konverteringin av
KT-skipanini kostar. Hyggja
vit longur fram vænta vit
eitt avlop í 2013 og 2014 á
millum 200 og 250 milliónir
krónur, sigur Janus Petersen,
forstjóri í BankNordik.
Ársroknskapurin
Rakstrarúrslitið vísti 134 milliónir í avlopi áðrenn einaferð útreiðslur, móti 73
milliónir árið fyri.
Rakstrarinntøkurnar hækkaðu 13% úr 666 upp í 754 milliónir krónur.
Niðurskrivingarnar vóru 101 milliónir í 2011 móti 200 milliónum í 2010.
Eginognin er nú tvær milliardir og solvensurin 15,6%.
2011
2010
Rakstrarinntøkur..................................................................735.............................644
Úrslit áðrenn niðurskrivingar..............................................235.............................273
Niðurskrivingar á útlán........................................................101.............................200
Rakstrarúrslit........................................................................134................................73
Eingangspostar..................................................................-103.............................312
Úrslit áðrenn skatt.................................................................31.............................385
Innlán o.a.........................................................................13.032..........................8.844
Útlán o.a..........................................................................11.769..........................8.675
Innlánsyvirskot................................................................. 1.263.............................169
Ognir tilsamans..............................................................17.086....................... 14.206
Eginogn.............................................................................. 1.958..........................1.977
Solvensur..........................................................................15,6%........................ 17,0%
Yvirskotsgjaldføri í mun til lógarkrav...........................115%......................... 293%
roknskapur Tá alt er tikið við, liggja 31 milliónir
krónur eftir á kistubotninum hjá BankNordik, men
tá er kostnaður av keypinum av Amagerbanken og
hartil hoyrandi einaferð útreiðslur eisini tiknar við
Fakta
Stovnað:
2. februar 1906
Heiti:
Landmandsbanken, Danske Bank, Føroya
Banki, BankNordik (mai 2010)
Virkisøki:
Føroyar, Danmark, Ísland, Grønland
Virksemi:
Bankavirksemi, tryggingarvirksemi
Kundaskari: 180.000
Starvsfólk: 600
Skráseting: NASDAQ OMX
Eftirlit:
Fíggjareftirlitið
Leiðsla:
Janus Petersen, forstjóri, John Rajani, stjóri,
Árni Ellefsen, fíggjarstjóri
Gekk sum væntað
hjá BankNordik
John Rajani, stjóri, sat í høvuðssætinum í Húsagøtu í
Tórshavn, meðan Janus Petersen, forstjóri, og Árni Ellefsen,
fíggjarstjóri, sótu á børsinum í Keypmannahavn
Mynd: Álvur Haraldsen
Vit hava fingið um
80.000 nýggjar privat
kundar og einar 10.000
smáar vinnukundar