mikudagur 21. mars 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú tørvar línuflotanum bráfeingishjálp !
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna
Nú eigur hart tiltrongdi Línu
flotin at verða hjálptur, tí júst
Línuflotin hevur uppiborið og
tørv á eini hjálpandi hond.
Longu í 50´unum byrjaði
línuflotin at upparbeiða sær
søgulig rættindir á Flemmish
Cap.
Línuskipini
í
Klaksvik
gjørdu sítt stóra íkast til
hesi søguligu rættindini. Her
kunnu nevnast m.a. Hans Erik,
Sigurfari, Borðoyarnes, Pison,
Kvikk, Jógvan S, Klakkur og
Jákup B. So bleiv fiskaloysi og
Flemish Cap bleiv stongt fyri
toskaveiðu í nógv ár. Uml. 200
menn mistu arbeiði av hes
um og ikki at gloyma alt tað
avleidda virksemi hetta gav.
Línuskipini, sum høvdu fiskað
har, blivu løgd og lógu bundin
við kei í 2-3 ár uttan kvotu.
Eigarar fóru á húsagang, og
fleiri av skipunum blivu seld
fyri ein bíligan penga.
Nú eru so loksins hesi
søguligu rættindini komin
Føroya landi til góðar aftur. Vit
hava fingið tillutað 2.100 tons
av botnfiski. Men tað bleiv
so ikki Línuflotin í Klaksvík
ella Eysturoynni sum fekk
ágóðan av hesum. Ein skuldi
trúð, at tað mest náttúrliga
var, at línuflotin fyrst bleiv
spurdur og fekk møguleikan
at fara aftur á Flemish Cap.
Frystilínuskip
kundu
t.d.
fiskað kvotuna.
Eitt er, at flakatrolarnir í
Barentshavinum fáa kvotuna
á Flemmish Cap. Men tað sum
verri er, er at línuflotin fær
onki ístaðinfyri hesi mistu
rættindini.
Løgmaður og landstýris
maðurin upplýstu á fundi á
Toftum í febr. í ár, at makrel
urin skuldi koma allari før
oyskari fiskivinnu til góðar.
So skuldi onki meira nátúrligt
verið, enn at línuflotin eisini
fekk lut í hesum. Línuflotin
er tann parturin av flotanum,
sum í løtuni hevur stórsta
tørvin á hjálp.
Línufiskiskapur
gevur
nógv arbeiði og hevur nógv av
leitt virksemi við sær til m.a.
smiðjur, heilsølur, snørisvirkir
og agn, olju o.a.. Soleiðis hava
línuskipini í hálva øld verið
ein
av
grundarsteinunum
undir samfelagnum og givið
arbeiði til nógvar hendur.
Verður alt so
skjótt gloymt ?
Tá fíggjarkreppan fyrst í
90unum leikaði harðast á, og
vit høvdu fiskaloysi, flýggj
aðu fólk í hópatali av land
inum. Kvinnur og menn sam
an við familjum sóu ongan
annan møguleika enn at rýma
av landinum. Tá gjørdi LÍNU
FLOTIN sítt til at fáa landið
í gongd aftur. Rættir íverkset
arar væl stuðlaðir av arbeiðs
mannafeløgum løgdu herðar
til fyri at fáa línuskipini til
fiskiskap aftur. Hetta eru
bert umleið 20 ár síðani. Kann
tað veruliga vera so skjótt at
gloyma.? Hesin sami flotin
liggur í dag í skeljasori, tí ongin
fiskur ella kvotur er til teirra.
Teir sleppa ikki aftur á
Flemmish Cap at fiska, sjálvt
um tað júst var línuflotin,
sum vann Føroyum hesi rætt
indi við blóð sveitta og tárum.
Skipini vóru upp til 5 mánaðar
burtur, og hetta vóru skúlaskip
hjá nógvum ungum dreingjum.
Menn vóru burtur frá konu og
børnum í upp til 5 mánaðar.
Tá hvørki hoyrdu ella lósu vit
dagliga um hugtakið Fólksins
ogn. Hesin fiskiskapur og hesi
skip høvdu alstóran týdn
ing fyri føroysku fiskivinn
una, men tað hevur havt sín
prís. Hetta er nú alt gloymt
og línuskipini eru útihýst á
Flemish Cap. Línuskip hava
enntá søkt um at sleppa til
fiskiskap aftur har. Ein vána
tøkk. Henda kvotan bleiv ikki
givin aftur til línubátarnar.
Hvussu kunnu vit
hjálpa Línuflotanum?
Nú hava vit so møguleikan
at gera skaðan góðan aftur.
Nú hevur landstýrismaðurin
møguleika at hjálpa línuflot
anum við at geva honum part
av makrelkvotuni, sum er
umleið tey 150.000 tonsini. Vit
skulu IKKI taka frá føroyska
nótaflotanum, men Línuflotin
eigur harafturímóti at fáa
av makrelkvotini, sum ikki
er lutað sundur enn. Tí tað
er heldur ikki rætt, at stór
framkomin skip skulu liggja
bundin við kei, tí tey ikki hava
nóg mikið at fiska. T.d. liggur
Norðborg í løtuni bundin við
kei í Norðhavnini, tí onki er at
fiska. Tað kann heldur ikki
vera meiningin.
Kunnu línubátar
fiska makrel ?
Viðv.
makrelfiskiskapinum
vil onkur halda, at Línuflotin
ikki kann fiska hesa kvotuna
sjálvur, men hann eigur
íhvørtfall at fáa møguleikan.
Føroyingar kundu t.d. býtt
nøkur túsund tons av makreli
um við botnfiskakvotu í ís
lendskum sjógvi, sum bleiv
tillutaður línuflotanum.
Eg vil leggja herðslu á, at
línuflotin kann hava hesa
kvotu avmarka í eitt ár í senn,
sum ein bráfeingishjálp, inntil
botnfiskurin kemur aftur. Eg
meini als ikki, at línuflotin
skal leggja um til nótaveiðu, tí
vit hava framkomin skip í hesu
vinnu í dag.
Vit eru noydd til at hugsa
frameftir. Sum støðan er í
dag, so fara nógvir línubátar á
heysin komandi árini, um hesir
ikki fáa bráfeingishjálp. Vit eru
í tólvta tíma. Mestsum allur
línufiskurin verður landaður til
føroysk fiskavirkir og skapar
nógv
virksemi
til
nógvar
hendur. Í hesum CO2 tíðum
má tað eisini vera rættast at
geva línuflotanum góð kor.
Við tí fiskimálaráðharra vit
hava, ivist eg heldur ikki í, at
hetta alt fer at koma í rættlag.
Kjak
Átta ár seinni
Hanus Samró
Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin
Fyri gott og væl átta árum
síðani setti løgtingið eina nevnd
saman, ið skuldi arbeiða við
nýggju miðnámsútbúgvingini.
Ætlanin var at nútímans
gera
útbúgvingina
soleiðis,
at:
“føroyskar
gymnasialar
útbúgvingar eisini geva atgongd
til hægri lestur úti í heimi.”
Nevnd
Nevndin hevur seinastu átta
árini arbeitt við málinum, sum
hevur verið heldur drúgt, tí
broytingin fevndi um nógvar
áhugapartar. Av teimum umleið
fjøruti hoyringspørtunum vóru
Samtak, Dátueftirlitið og Lands
skjalasavnið,
umframt
allir
skúlarnir og lærarafeløgini, so
ikki kann sigast annað enn, at
uppskotið hevur verið til við
gerðar í skipanini. Nevndin er
endiliga komin á mál, og fríggja
dagin 16. mars varð uppskotið
lagt fyri løgtingið.
Broyting
Hvat er so hent hesi átta árini?
Um blaðað verður gjøgnum
uppskotið, eru nógvir glottar
at hóma. Millum annað verður
staðfest í uppskotinum, at
1. “útboðið av útbúgvingar
breytum skal geva einstaka
næminginum møguleika at
velja lestrarkós”.
2. “atlit verða tikin at for
treytum og áhugamálum
hjá teimum ungu”
3. Danskt verður ikki krav-,
men valfak.
Realiteturin
Í ástøðinum eru broytingarnar
góðar, tí tað er torført at vera
ósamdur við omanfyri nevndu
dømi, men um farið verður
ítøkiliga gjøgnum uppskotið,
hvørvur optimisman.
Næmingar velja jú lestrar
kós í dag.
Teir velja nevniliga mill
um HF, student (málsligu
ella matematisku deild) ella
handilsskúlan
o.s.fr.
Upp
skotið leggur bara upp til,
at tað verður ein útbúgving
við einari leiðslu, men inni
haldið
í
útbúgvingunum
verður ikki broytt. Næmingar
sleppa framvegis ikki at seta
sína útbúgving saman. Fyri
at taka eitt dømi, stendur í
uppskotinum um huglæru
breytina (málsligu deild):
“Útbúgvingin verður skip
að við støði í gymnasialu
huglærugreinarøðini, har ein
stórur helmingur av undir
vísingini er kravdar læru
greinar, og ein lítil helmingur
er vallærugreinar.”
Størsta broytingin er tí
verri navnabroytingin, har
gomlu heitini verða broytt
frá “matematisku og málsligu
deild” til nýggju og slóðbrót
andi heitini “hug- og náttúru
breyt”.
Ella sum tað stendur í upp
skotinum:
“Nýggja hugbreytin svarar í
ávísan mun til málsligu deild.”
Fortreytin
Tað er tíverri ikki løgið, at
vit sita átta ár seinni og við
gera eitt uppskot, sum ikki
broytir nakað serligt. Ein av
fortreytunum fyri arbeiðs
bólkinum var nevniliga, og tað
verður endurgivið orðarætt úr
uppskotinum, at:
“Gymnasialu
útbúgving
arnar verða framyvir skipað
ar við ymsum útbúgvingar
breytum, har tey sereyðkenni,
sum verandi gymnasialu út
búgvingarnar hava, í stóran
mun verða varðveitt.”
Við øðrum orðum: løgting
ið viðger í løtuni, hvussu ser
eyðkennini í verandi miðnáms
útbúgving verða varðveitt…
Átta ár seinni!
“Nýggja miðnámsútbúgvingin”
Vit skulu miða ímóti, at
nýggja miðnámsútbúgvingin
hóskar til samtíðina, ið vit nú
einaferð eru í. Tískil skal tað
vera møguligt hjá næmingum
at velja nútímans fak, sum
arbeiðsmarknaðurin nú eina
ferð spyr eftir. Tað kundi
t.d. verið fak, har næmingar
fingu møguleikan at læra um
photoshop ella telduforritan.
Spurnartekin hava verið
sett við, hví Føroyar fram
haldandi nýta danska próv
talsstigan, ið gongur frá -03
til 12, tá ið tað er ein altjóða
góðkendur próvtalsstigi, ið
eitur ECTS. Taki undir við
hugsanini, men ynski at vera
uppaftur víðgongdari.
Hví innføra vit ikki al
tjóða
útbúgvingina,
Inter
national Baccalaureate (IB),
tá ið vit eru í gongd við at
fáa nýggja skipan? Hon er al
tjóða góðkend av øllum uni
versitetunum í heiminum. IB
gevur harafturat næmingun
um møguleikan at seta sína
egnu útbúgving saman.
Vit
kundu
harafturat
strembað eftir nýggjari skipan,
har tað verður kravt av næm
ingunum, tá ið skúlaárið er av,
at næmingarnir skulu hava eina
ávísa nøgd av CAS (Creativity,
Action og Service) stigum.
Við hesum broytingunum
verður tað framvegis møgu
ligt at hava føroyskt, føroyska
søgu, og føroyska mentan, sum
eyðkennir okkara land.
Omanfyri nevndu dømi bróta
harumframt frá hugsanini:
Hvussu varðveita vit ser
eyðkennini í verandi skipan.
Vónandi er tað ikki átta ár
ov seint!