mikudagur 4. apríl 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 4. apríl 2012
10
Páskablaðið
Páskareggja
Til 10 páskareggja-muffins skalt tú nýta:
10 blást egg (bara eitt egg skal í deiggið,
restin kann goymast til aðra nýtslu)
fruktfarvu edik
1 egg
1,5 dl av sukri
1 tsk av vaniljusukri
1,5 dl av mjøli
50 gr av smøri ella becel
1/2 tsk av bakipulvuri
1 banan
25 gr av kókisjokolátu
50 gr av marsipani
Eggini:
Blás 10 egg - minst til at goyma eitt fyri
seg, tí tað skal nýtast til deiggið.
Nýt eina grova stoppinál ella eina kjønál at prika eitt
hol í spískara endan á egginum. Ger varliga holið størri,
og ger eitt evarska lítið hol í rundara endan á egginum
eisini. Blás blommu og hvíta út gjøgnum størra holið.
Legg eggini á blot í saltvatni - royn og fá tey at søkka,
so tey verða rein innan. Eftir einar 20-30 min kanst
tú taka eggini uppaftur og skola tey í feskum vatni.
Lat eina súpuskeið av ediki í ein hálvan kopp av vatni.
Stoyt matliting á eggið, og drep tað niður í koppin.
Endurtak, um tú ynskir ein sterkari lit. Til ber sjálvsagt
eisini at mála eggini við litblýantum ella týssjum.
Deiggið:
Smeltað smørið og lat tað kólna.
Píska egg, sukur og vaniljusukur til eitt luftigt krem. Rør
smørið í, og síðani mjøl og bakipulvur. Lat bananina í, rív
marsipani niðurí á einum grovum rívijarni og stoyt síðani
mjólkina í. Smelta sjokolátuna og vent henni í deiggið.
Fylling og baking:
Legg bakipapír á eina plátu og ger smá
reiður av syllpappírið, so eggini fáa
staðið - ella nýt ein muffinform.
Lat deiggið í eggini við einum sproytiposa – men fyll
tey bara 2/3 upp, tí deiggið gongur nógv. Baka á 180
stigum í 20 min, men kanna av og á við eini kjøtnál, um
tey eru bakað. Tað eru jú ymiskt hvussu stór eggini eru.
Tá einki deiggj hongur við kjøtnálini, eru eggini klár.
Deiggj, sum kemur út gjøgnum holið, meðan eggini
eru í ovinum má turkast beinanvegin, tí um tað
nær at kólna, festir tað seg á eggjaskalið.
Deiggið kanst tú skifta út, júst sum tær lystir – tað mugu
bara ikki vera klumpar í, tí so typpist sproytiposin.
Vælgagnist
So sera vakrar og forvitnisligar,
og fyri børnini er tað nett sum
jólaaftan, tá tey sleppa at
bróta eggini og finna útav, hvat
slag av køku er inni í egginum
muffins
Skálin er frá
Mariu Poulsen