mikudagur 4. apríl 2012síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 41 · 4. apríl 2012
11
Páskablaðið
Pippi og vinir hennara.
Páskaprýði
Tað er lætt og stuttligt at
síggja eggini í eggjabakkanum
broytast til fittar høsnarungar.
Set teir í urtapottarnar, hong
teir upp í vindeygað ella sum
her á eina nælandi grein
Tú skalt nýta:
Egg - so nógv, sum tú hevur hug at gera
Vatnlitir
Svarta týssj ella eygu við lími á baksíðuni (fáast m.a. í 2x3 og ymsum bókhandlum)
Karton
Gulltráð
Svávulpinnar
Soleiðis gert tú:
Stikk eitt lítið hol í tann spíska endan á egginum við eini grovari stoppinál ella eini
kjøtnál. Stikk síðani eitt lítið hol í runda endan á egginum. Her má onkur vaksin helst
hjálpa til, um børnini eru smá, tí skjótt er til, at eggið brotnar millum smáu hendurnar.
Blás eggið út. Um tað er torført, royn so varliga at gera holini eitt lítið
sindur størri. Mála eggini. Vit hava nýtt gult og appelsingult, men allir
pastellitir hóska til páskirnar – tað er bara at royna seg fram.
Tekna eygu á við svørtu týssjini ella líma keyptu
eyguni uppá. Klipp veingir, bukka innasta partin
og líma teir inn móti egginum. Klipp nev, og
líma »undirnevið« inn móti høsnarunganum.
Nú er bara eftir at bróta ein svávulpinn, so stykkini
eru umleið 1 cm til longdar, binda gulltrá um
miðjuna á stykkjunum, og stinga eitt petti við
trái niður í holið á høvdinum á høsnarunganum.
Tá svávulpinna-petti liggur tvørt fyri holið inni í
egginum, kanst tú heingja høsnarungan upp.
Prýðiligt og páskaligt