fríggjadagur 20. apríl 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 46 · 20. apríl 2012
10
VIKUSKIFTI
Greinaheiti
Óli Samró
Innleggið frá Nani sá út til at vera ov
langt og hart, men Rooney bakkaði eitt
sindur, vendi sær við og saksasparkaði
bóltin beint í tríkantin aftanfyri Joe
Hart í Manchester City málinum.
»I was there«. Eg sat uppi í tróðr
inum ovast á Old Trafford og sá við
egnum eygum beint niður á eitt tað
flottasta málið nakrantíð í fótbólts
søguni. Hýruvognsførarin, hann
sat fremst beint aftan fyri Sir Alex
Ferguson. Svarti taxabilurin stóð
parkeraður millum Range Rovers,
Aston Martins, Porsche og hinar fínu
bilarnar hjá spælarunum á besta plássi
í parkeringskjallaranum.
»Har var eg heppin«, segði hýru
vognsførarin, tá eg bað hann koyra meg
á Old Trafford. Hann var sjálvur á veg
út á Old Trafford at hyggja at United og
City. Hann var United fjeppari um ein
háls og hevði árskort til allar dystirnar
hjá United til sín og til svarta klassiska
»London-Cabin«.
Hetta var ikki ein vanligur hýru
vognsførari, hugsaði eg, tá vit komu í
prát. Visti alt um føroyska landsliðið, og
so tosaði hann ikki sum vanligir bretskir
hýruvognsførarar. Hann var útbúgvin
búskaparfrøðingur frá unversiteti. Hann
hevði stutt frammanundan fingið í lag
eina fráfaringaravtalu við ein av stóru
bankunum. Bankin skuldi niðurleggja
fleiri deildir og siga nógvum fólkum
upp. Hann var miðskeiðis í tretivunum
og mátti finna sær eina nýggja lívsleið,
nú Investment Banking deildin bleiv
spard burtur. Stutt frammanundan
hevði hann fingið útgoldið 100.000
pund í fráfaringarsamsýning.
Alt sítt lív hevði hann ráðgivið øðr
um í at gera íløgur. Nú var hann sjálv
ur í teirri støðu. Hvussu kundi hann
best fáa hesi 100.000 pundini at vaksa.
Niðurstøðan var at gera íløgu í taxa
vinnuna í Manchester. Hann keypti
ein gamlan hýruvogn við »øllum loyv
um«. Skrottaði gamla bilin og keypti
ein spildurnýggjan »London-Cab«.
Íløgan var uml. 90.000 British Pounds.
Íløguprofilurin var fimm ár.
Hesin nýggi bilurin kostaði uml.
Tað var ikki, tí at hann var dupult so góður taxasjaførur, at
hann vann dupult so nógvan pening sum sjaførurin á hvíta Ford
Mondoe bilinum, men tað var, tí at hansara loyvi var meira enn
dupult so gott, greiðir hýruvognsførarin í Manchester frá
Loyvið hjá
taxabilinum
í Manchester
Wayne Rooney, sum spælir fyri Manchester United, ger eitt
minniligt mál í lokaldystinum ímóti Manchester City
Fólksins ogn
Óli Samró skrivar greinarøð um fólksins ogn og føroyska fiskivinnu.
Onnur grein er um loyvini. Seinni greinar verða millum annað um loyvir, útlendskan kapital,
um lønsemi og um ráðgevingina hjá ICES, Havstovuni og Fiskidaganevndini.