fríggjadagur 20. apríl 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 46 · 20. apríl 2012
11
VIKUSKIFTI
30.000 pund, sostatt kostaði loyvið uml.
60.000 pund.
Fyri rest keypti hann árskort til allar
dystirnar hjá Manchester United á bestu
rekkjunum og so ein parkeringsbás í
fremstu røð til hýruvognin – helst ein
asti cab í parkeringskjallaranum.
Nú skuldi hann njóta eitt nýtt
kapittul í lívinum.
Bilurin var ein av teimum fínastu
og dýrastu modellunum av klassiska
London-Cab, ið keypast kundi. Í útsjónd
tað sama, men tekniskt munandi betri.
Ein nýggj útgáva við einum nýggjum
Mitsubishi 2500 diesel motori, ið kraft
aði betur enn gomlu kabbarnir og var
munandi bíligari í rakstri. Hesin hevði
ein mentan týskt konstrueraðan undir
vogn, so bilurin lá betur á vegnum og
var nógv komfortablari hjá ferðandi og
honum at koyra í. Fór ikki hoppandi
eftir vegnum sum teir gomlu. Innan var
alt ekta leður. At keypa Mercedes ella
líknandi persónbil kundi hann ikki, tí
við fulla loyvinum var tað eitt myndug
leikakrav, at bilurin skuldi kunna taka
fólk inn í koyristóli.
Bilurin var bara ein parantes. Fyri
hann var tað loyvið, sum var áhugavert,
og sum hevði týdning.
Sjálvandi var loyvið meira enn dup
ult so dýrt sum bilurin, greiddi hann
frá. »Hasin gamli slitni Ford Mondeo
hevur ikki loyvi at koma inn um ringin
og sleppur heldur ikki á flogvøllin«,
greiddi hann frá og peikaði á bilin við
síðuna av okkum, meðan vit bíðaðu í
ljóskurvuni. Eitt loyvi sum tað hjá Ford
Mondeo bilinum kundi keypast fyri
minni enn 5.000 pund. Við vánaligum
loyvum er einans ráð til bíligar og vána
ligar bilar, segði hann. »Teir fáa hvørki
ráð til árskort til City ella United«.
Tað var ikki, tí at hann var dupult so
góður taxasjaførur, at hann vann dupult
so nógvan pening sum sjaførurin á
hvíta Ford Mondoe bilinum, men tað
var, tí at hansara loyvi var meira enn
dupult so gott, greiddi hann frá.
Hann hevði loyvi til øll økini í Man
chester. Hann hevði flogvallarloyvi,
banagarðsloyvi og slapp inn um innara
ringin í miðbýnum at taka fólk upp, við
øðrum orðum hann kundi fiska alla
staðni har nógv fólk vóru samlað. Eisini
hevði hann loyvi til at koyra fjarleiðir,
tí hann kundi taka langar túrar um alt
Bretland.
Loyvini til flogvøllin vóru avmarkað
í nøgd, og tí var tað ikki leingi at bíða
eftir túri har. Fólkini á flogvøllinum
skuldu antin inn í miðbýin ella út til
býir og bygdir kring Manchester. Ofta
fekk hann túrar til Liverpool, Leeds og
Blackpool. Hann hevði longu havt fleiri
túrar heilt til London og Edinburgh í
Skotlandi – so íløgan í dýrara motorin
og undirvognin løntu seg til longu
túrarnar. Flestu túrarnir vóru tó at fáa
innan fyri ringin. Har vóru stóru hotell
ini, og nógv av business-kundunum
høvdu ørindir har. So hann hevði fólk
í bilinum allan dagin.
Kapasiteturin var fullnýttur, sum
hann segði á búskaparmáli. Loyvið var
hvønn cent vert. Higartil hevði úrslitið
verið betri, enn íløguætlanin vísti.
So eingin ivi er um, at hann aftur í
ár og komandi fýra árini hevur árskort
á fyrstu parkett til allar heimadystirnar
hjá Manchester United til sín og svarta
hýruvognin.
Í Manchester eru loyvini býtt í tveir
bólkar, Hackney carriage – vehicle
og Private Hire. Tað áhugaverda er
loyvið til Hackney carriage. Loyvini
verða skrivað út árliga til verandi
loyvishavarar ímóti einum sámuligum
gjaldi. Harumframt verða 30 nýggj
loyvir skrivað út um árið. Triðja hvørt
ár metir ein serfrøðingabólkur, um talið
av loyvum skal minkast ella økjast.
Nógvar treytir eru til umsøkjararnar, eitt
nú váttan frá peningastovni um fígging,
bilurin skal vera undangóðkendur, um
søkjarin skal hava koyrt taxa í minst
fimm ár seinastu sjey árini o.s.fr.
Millum teir meira enn eitt túsund
umsøkjararnar, ið uppfylla treytirnar,
verður árliga trekt lutakast um loyv
ini.
Um tú ikki er ímillum teir hepnu
at fáa loyvi við lutakasti, so má loyvi
keypast frá einum av loyvishavarunum,
sum vil út úr vinnuni.
Eg betalti 18 pund fyri túrin. »To
tell you the truth, investing in the right
licenses is the best thing you can do«,
segði hann tá eg fór úr bilinum.
Her var nógv sum minti um føroyska
fiskivinnu.
Tað ræður um at tryggja sær tey góðu loyvini, tá ið tú skal vinna pengar í hýruvognsvinnuni í Onglandi