Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað verða skipararnir, sum í dag føra ísfiskatrolararnar, Hamra­nes og Breiðanes, John Martin Poulsen og Tór­ hallur Randrup, sum koma at føra nýggju frysti­trol­ar­ arnar. Ognarviðurskiftini eru býtt soleiðis, at feløgini, sum eiga skipini í Hvalba, eiga ein helm­ing, meðan eitt felag hjá Tummasi Christophersen í Vest­manna, eigur hin hem­ ing­in. Tveir stjórar eru í nýggja felagum, og teir koma eisini at virka sum reiðarar. Teir eru Mikkjal Hammer í Hvalba og Tummas Christhophersen í Vest­manna, báðir royndir í leik­um. Skipini, sum P/F Jókin hev­ur keypt, eru smíðað í Týsk­landi, ávikavist í 1996 og 1997. Tey eru 41 metrar long og 11 metrar breið, og frystiorkan er 30 tons um døgnið. Skipini fara at par­ trola og frysta fiskin um­ borð. Royndir skiparar Skipararnir, John Martin Poul­sen og Tórhallur Rand­ rup, hava siglt saman í nógv ár, fyrst við Mýlingi, har báð­ ir flestu árini sigldu sum dekk­ar­ar. - Eg var við Mýlingi í eini 15 ár, flestu árini sum dekk­ ari. Ein part av seinasta ári­num, eg var við Mýlingi, var eg skipari. Síðan førdi eg Sjagaklett tey árini, vit høvdu skipið, og tá var John Martin stýrimaður. Nú hava vit báðir so ført Hamranes og Breiðanes, síðan skipini vórðu keypt til Hvabiar. Tórhallur Randrup sigur, at 12 mans verða við hvørjum av hesum báðum nýggju skip­unum. - Tá vit fara at frysta um­ borð, verður neyðugt við mann­ing­arskifti, men vit fara fyrst í gongd, og síðan fáa vit at síggja, hvussu vit fara at skipa hesi viðurskifti, sig­ur hann. Um miðjan mai Tórhallur Randrup sigur, at skip­ini fara úr Ålesund til Peter Head í Skotlandi, har tey eitt nú verða málað. - Sambært ætlanini verða skip­ini leys úr Peter Head aftur hin 10. mai, og ætlanin er fyrst at fara á makrelveiði. Tórhallur Randrup sigur, at ætlanin er at veiða tey fiska­sløg, sum skipini nú eina­ferð fara at fáa, og øll veið­an verður fryst umborð. Nýggju skipini í Hvalba fáa fiskidagarnar, sum Sjaga­ klett­ur, Roc Amadour og Rasm­us Effersøe áttu. Væntandi verða nýggju skip­ini í Hvalba nakað fyri mið­an mai mánað, og tá verð­ u­r skipað fyri móttøku. Vilmund Jacobsen Sunnukvøldið komu Hamra­ nes og Breiðanes til Skagens, har skipini sambært avtalu við Skagens Skibsværft verða liðug og klár at loysa hin 10. mai. Í Skagen skulu høvuðs­ motor­ar og ljósmotorar tak­ ast í botn, sum tað verður rópt, skrúva og dysa skulu skift­ast, og bæði skipini skulu málast. Spara 10% í olju Tórhallur Randrup, skipari á Breiða­nesi, sigur, at tað eru bløð­ini á nýggju skrúvuni sum eru soleiðis háttað, at skip­ini koma at spara olju. - Hetta merkir tó ikki, at kraft­in verður minni, men held­ur meiri. Skiparin vísir á, at oljan er dýr, og trolararnir brúka nógva olju. - Um sparingin á 10% fer at halda, fer tað at hava ein munandi týdning fyri rakst­ urin av skipunum, leggur Tór­hallur Randrup aftrat. Bestu skip í 2011 Hamranes og Breiðanes eru fyrrverandi Stjørnan og Polar­hav, smíðaðir í Gdansk í Pólandi í 1990. Síðan TG Fish í Hvalba key­p­ti skipini, hevur tað gingið ógvuliga væl hjá teim­ um at fiska. Í 2010 lógu teir í veiðivirði stavn og stavn við stóru par­ trolararnar, Vestmenning og Fram, men gjørdust ov stutt­ ir til størsta veiðivirðið. Men í 2011 endaðu teir heilt uppi í oddinum við ein­ um veiðivirði á stívliga 43 miljón­ir krónur. Hetta má sigast at vera ógvu­liga flott, tá havt verður í huga, at hesi skip hava lut­ fals­liga lítla last – og bara fiska upsa, meðan seks aðrir par­trol­ar­ar rokast í gulllaksi frá apríl til september. Teir hava ligið í oddinum, síðan hvalbingar keyptu skipini – og í 2011 endaðu teir á ovastu rók Fiskikongar á beding í Skagen Hvalbiartrolararnir, Hamranes og Breiðanes, eru í løtuni í Skagen, har ymiskt skal gerast við skipini. Eitt nú fáa skipini nýggja skrúvu og dysu, sum fer at merkja, at skipini fara at spara 10% av oljuútreiðslunum 24 mans fáa kjans við frystitrolarunum P/F Jókin, sum er eitt felag, ið hvalbingar eiga saman við Tummasi Christophersen í Vestmanna, yvirtaka í morgin tveir russiskar frystitrolarar í Ålesund í Noregi Hvalbingar og vestmenningar fara nú undir eina spennandi roynd við tveimum frystitrolarum Mynd: Vilmund Jacobsen tá vit fara at frysta umborð, verður neyðugt við manningarskifti, men vit fara fyrst í gongd, og síðan fáa vit at síggja, hvussu vit fara at skipa hesi viðurskifti