mánadagur 23. apríl 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Flaggdagin fyllir Árni Olafs
son sjeyti.
Árni varð føddur suðuri
í Vági tann 25. apríl 1942,
sonur Halldor Olafsson og
Lenu, fødd Danielsen. Hann
er giftur við Annu fødd Jo
hannesen, á Skála. Tey eiga
dótrina Malan.
Árni tók realprógv í Vági
í 1958 og studentsprógv í
Havn í 1960. Foreldrini fluttu
til Havnar, so Árni búði
barnaárini í Vági og ung
dómsárini í Havn. Hann man
longu tíðliga hava havt hug at
leita út um eingjargarðarnar,
tí hann fór á málskeið í Ong
landi, áðrenn hann fór at
lesa víðari. Tað var ikki so
vanligt tá á døgum sum nú,
og eiheldur var nógvur pen
ingur at fáa til tílíkt. Hann
hevur fortalt, at hann fekk
fimmhundrað
krónur
í
studningi frá landsstýrinum,
og at tað gjørdi góðan mun.
Sum tey flestu, ið tá fóru
undir víðari lesnað, fór Árni
til Danmarkar, har hann tók
prógv í búskaparfrøði, cand.
polit., í 1968. Hann fekk starv
sum skrivari og seinni fulltrúi
í Finansernes centralstyrelse,
har hann starvaðist inntil
hann í 1976 avloysti Einar
Kallsberg sum serkønur í
føroyskum viðurskiftum í
danska
uttanríkisráðnum.
Árni undirvísti eisini í bú
skaparfrøði á Keypmanna
havnar universiteti og á
Handilsháskúlanum.
Í 1980 fekk Árni far-loyvi
frá starvinum í uttanríkis
ráðnum og tók við sum
skrivstovustjóri í landsstýr
inum saman við Johan Djur
huus. Árni tók sær serliga av
fíggjarmálum og fiskivinnu
samráðingum, sum hann
var serliga skikkaður til við
síni fíggjarligu útbúgving og
starvi í danska fíggjarmála
ráðnum, eins og royndunum í
uttanríkismálaráðnum. Hetta
starvið røkti Árni inntil 1984,
tá hann fór aftur í starvið í
uttanríkisráðnum. Nevnast
kann, at Árni hevur givið eina
sera lesiverda frágreiðing um
upplivingar sínar hesi fýra
árini í landsstýrinum í teirri
annars á mangan hátt løgnu
”Frágreiðingini um 80-árini”,
sum løgtingið gav út í 2000,
har politikararnir stórt sæð
verða ”frídømdir” fyri alla
ábyrgd.
Árni og eg komu at
arbeiða saman í 1987, tá vit
vórðu bidnir um, saman
við Jalgrími Hilduberg, at
fyrireika samráðingar við
donsku stjórnina um yvir
tøku av ráevnunum í før
oysku undirgrundini. Í 1985
hevði ein onnur nevnd rikið
nógv av donsku sjónarmið
unum í undirgrundarmál
inum aftur, men framvegis
var stjórnin lítið sinnað til
at fara undir veruligar sam
ráðingar
við
landsstýrið.
Hetta gjørdist byrjanin til
eitt drúgt og sera áhugavert
samstarv, har fjølbroyttu
evnini hjá Árna veruliga
komu til sín rætt. Tað ráddi
á mangan hátt um at bróta
upp úr nýggjum við útvegan
av tilfari og undirbygging av
argumentum á nógvum ym
iskum økjum. Hetta arbeiðið
førdi til at forsætisráðharrin
og løgmaður gjørdu semju
í august 1988 um at farast
skuldi undir samráðingar, og
at ein nevnd av sakkønum við
umboðum fyri báðar partar
skuldi setast at fyrireika og
útgreina arbeiðið.
Vit tríggir gjørdust tey
føroysku umboðini í hesi
nevnd, og aftur her var
Árni tann, ið dugdi at finna
tey sakligu argumentini og
orða tey á tílíkan hátt, at
tey vunnu frama. Vit høvdu
eitt sera gott samstarv okk
ara millum og eisini við
donsku
umboðini.
Hóast
vit mangan stóðu langt frá
hvørjum øðrum fall einki
øvugt orð partanna millum.
Tá so yvirtøkan varð framd í
september 1992 vórðu aftur
boð eftir Árna, hesaferð at
vera við í tí stóra, og higartil
ógjørda, arbeiði at fyrireika
eina skilagóða umsiting av
ráevnum í føroysku undir
grundini. Ein nýggj nevnd
av
serfrøðingum
framdi
hetta arbeiðið bæði skjótt og
væl, og longu í juni 1993 var
frágreiðingin liðug og saman
við henni uppskot til lóg um
forkanningar av føroysku
undirgrundini. Við heimild
í lógini varð eitt umfatandi
kanningararbeiði framt sum
fortreyt fyri seinni útvinn
ingararbeiði. Seinni gjørdist
Árni formaður í Oljuráðlegg
ingarnevnd landsstýrisins,
ið legði fram drúgt álit við
uppskoti til fullfiggjaða lóg
um kolvetnisvirksemi í juli
1997. Við heimild í hesi lóg
er eitt umfevnandi leiting
arvirksemi farið fram á før
oyskum havbotni, og kom
andi summar fer størsta
borivirksemi
higartil
í
gongd.
Størsta bragdið, ið Árni
framdi, er kortini tað, at
hann átók sær leiðsluna av
donsk-føroysku
nevndini,
ið samráddist við bretsku
stjórnina um havbotnsmark
ið landanna millum. Hesar
samráðingar leiddi hann við
einum skynsemi og toli, sum
at enda førdi til eitt sera
fyrimunarligt úrslit fyri
Føroyar.
Hóast Árni hevur búð
og virkað meginpartin av
lívinum í Danmark, hevur
hansara starv í størsta
mun verið til frama fyri
føroysk
áhugamál,
og
hetta starv hevur hann
røkt á fyrimyndarligan
hátt, sum vit hava honum
nógv at takka fyri. Sjálvur
vil eg fegin takka honum
fyri gott samstarv og
vinalag gjøgnum mong ár,
og ynskja honum tillukku
við teimum sjeyti.
Halgir Winther
Poulsen
Nøvn
Árni Olafsson sjeyti
Terapi og sosialT arbeiði
- Tá øll kenna øll
v/Dr. Zur
skeið
31. mai & 1. juni 2012
Arbeiðir tú innan sosiala ella sálarfrøðis-
liga øki? Merkir tú av og á, at tað er tor-
ført at hava klientar ella viðskiftafólk, ið
tú hittir undir meiri privatum umstøðum?
Hvussu skalt tú handfara problematikk-
in? Hvussu skalt tú t.d. fyrihalda teg, tá
tú hittir tínar klientar í lokalu ítróttar-
veitsluni? Í hvussu stóran mun kanst tú
uppføra teg, sum tú hevur hug til? Eigur
tú at taka atlit til, at klientar eru millum
gestirnar?
Í nýggju talgildu øldini hevur ein nýggj
avbjóðing eisini stungi seg upp hjá
terapeutum og fólkum, ið arbeiða við
líknandi arbeiði.
Googlar tú t.d. tínar klientar? Kanst tú
verða vinur við tínar klientar á Facebook?
Hvar gongur markið? Og kanst tú kanska
nýta Skype til terapiforløb? Hvussu eigur
tað at ganga fyri seg?
málbólkur
Psykologar, terapeutar, sosialráðgevar
og onnur sum fáast við at veita sálar-
frøðiliga- og sosiala hjálp.
TilmelDing
Tekna teg og les meiri um skeiðið á
heimasíðu okkara - www.synergi.fo
- ella ring 322355.
OBS! Tilmeldingarfreistin er broytt
til 7. mai 2012.
Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo