Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Ráu hølini og frálíku tón­ar­nir frá Mike Antony á niðastu hædd á Norður­atlants­ bryggju­ni í Keypmannahavn, vóru sera góðir karmar til ferni­ser­ing­ina »Udvandring – ung færøsk samtidskunst«. Fram­sýn­i­ngin, sum Heið­rik á Heygum hevur sam­skip­ að, hevur fingið nakað av umrøðu í føroysku fjøl­miðlu­ num, umframt at lokala sjón­ varpsrásin hjá TV2 í Keyp­ manna­havn, TV2 Lorry, eisini hevur umrøtt hana. Væl samansett Eftir at hava vitjað fram­sýn­ ingina vil eg gera greitt, at »Udvandring – ung fær­øsk samtidskunst« hevur uppi­ borið alla umrøðuna, fram­ sýn­ing­in kann fáa. Felags­ nevn­arin fyri framsýningina er, at øll seks listafólkini, sum sýna fram verk síni, eru av unga ættarliðnum, øll fødd í átta­ti­árunum og hava nomið sær útbúgving og funnið íblást­ur uttanfyri føroysku bø­garð­ar­nar. Reint listarliga bróta hesi seks listafólkini frá eldra ættarliðnum bæði geo­graf­iskt og tematiskt við evn­u­m sum til dømis kyns- og samleikatrupulleikar. Sjálv framsýningin er ógvu­liga væl samansett. Hetta soleiðis at skilja, at verkini hvør sær sera sterk og einki verk ella lista­fólk dettur burtur ímill­um. Listarliga eru verkini ógvuliga ymisk og framsýningin spennir víða. Hetta merkir, at sum á­skoð­ ari kemur á eina lítla ferð inna­n­fyri ymsar greinar, sam­stund­is sum einstøku verk­ini eisini leggja upp til, at tú kanst steðga á og dvølja, og so annaðhvørt lata tey fanga ella fara á ferð. ­Vert at vitja Fríggjadagin í farnu viku, tá tað var fernisering, hevði ein ørgrynna av fólki valt at hyggja framvið á Norð­ur­at­ lants­bryggjuni. Samskiparin Heið­rik á Heygum var bæði bils­in og fegin um, at so mong fólk komu til ferniseringina. Men hann eigur eisini at vera fegin og errin, tí hann hev­ur gjørt eitt stórt og gott ar­beiði, sum hann eigur rós uppi­borið fyri, tí úrslitið er ser­stak­liga gott og áhugavert – og er minst eina vitjan vert. Fangandi og fjølbroytt fernisering LIST Seks av okkara evnaríku listafólkum sýna fram verk á Norðuratlantsbryggjuni í Kepymannahavn næsta mánaðin. Samskiparin av framsýningini, Heiðrik á Heygum, hevur gjørt eitt stórt arbeiði Ung listafólk Fimm av teimum seks, sum sýna fram á Norðuratlantsbryggjuni. Frá vinstru Erla Marita Askham, Silja Strøm, Halldis Olsen, Johan Martin Christiansen og Heiðrik á Heygum Myndir: Rólant Waag Dam