Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Seinni ár ár verður farið undir arbeiði at byggja einar 150-200 íbúðir um alt landið. Og tey næstu árini er vænt­andi, at nógv meiri íbúðar­bygging afturat fer at bakka­stokki. Tað er Húsalánsgrunnurin sum er drívmegin í allari hes­ar byggingini og Andras Róin, stjóri staðfestir, at hvat íbúðarbygging í Føroyum við­víkur, ganga vit eini spennandi framtíð ímóti. Húsalánsgrunnurin hevur ligið mest sum óvirkin í fleiri ár. Men nú er lógin broytt og tískil kann Húsa­láns­grunn­ urin nú fáa ein virknan leiklut á bústaðarmarknaðinum. Sostatt er grunnurin ikki longur avmarkaður til bara at fíggja bústaðir. – Nú kunnu vit eisini sjálv­ ir bæði byggja, eiga og reka íbúðir, sigur Andras Róin. Her er ikki bara talan um vanligar ibúðir, eisini íbúð­ir til eldri, til ung, til fólk við serligum avbjóðingum, um­ framt lutaíbúðir, har fólk ogna sær eina lutaíbúð fyri eitt lutfalsliga lítið fíggjarligt inn­skot. – At fáa sær eina lutaíbúð er líka trygt sum at eiga sín egna bústað. Andras Róin staðfestir, at Húsalánsgrunnurin ætlar sær ikki at liggja á latu síð­ uni. – Okkara endamál er, at Húsa­láns­grunnurin skal verða almenna bústaðar­fel­ ag­ið í Føroyum. Tað merkir, at Húsa­láns­ grunnurin skal ikki bara fíggja bústaðarbygging, men hann skal eisini byggja og reka bústaðir, sum hann síð­ ani leigar út til fólk. Hetta kann Húsaláns­ grunn­urin gera einsamallur. Men hann kann eisini gera tað í samstarvi við lands­ myndug­leikar, í samstarvi við kommunur og áhugabólkar av ymsum slagi, eitt nú Javna og MBF. – Vit hava fingið okkum hugskot úr Noregi og Dan­ mark og í næstum verður helst farið til Hetlands, har tey eisini hava ein sera virkn­ an og áhugaverdan Húsa­ láns­grunn. 10-15 verkætlanir Andras Róin sigur, at síðani lógin um Húsalánsgrunnin varð broytt, hevur rættiliga nógv virksemi verið. Og tað fer at síggjast aftur í umfatandi bústaðarbygging hesa næstu tíðina um alt landið. – Longu í ár ætla vit at seta hol á einar 10-15 verkætlanir um alt landið. Tað er ringt siga, hvussu nógvar íbúðir talan er um, men talan er um verkætlanir frá fýra, fimm íbúðum til blokk­ar upp á 20-30 íbúðir. Tilsamans verður talan um einar 150-200 íbúðir, sum verða klárar at flyta inn í næsta ár, summar tíðliga í ár­inum og aðrar seinni. Talan er um samstarv við bæði kommunur, áhuga­ felags­skapir og privatfólk. – Áhugin at byggja íbúðir hevur verið sera stórur, ikki minst hjá kommununum. Stjórin í Húsa­lánsgrunn­ inum ivast ikki í, at hereftir fer íbúðarbygging at verða ein týdningarmikil partur av kommunala virk­sem­inum fyri at gera bústaðar­markn­ aðin meiri fjøl­tátt­aðan. – Tað er verður ikki ein spurningur um kommunur fara at byggja íbúðir. Tað verð­ur heldur ein spurningur um, hvørjar kommunur ikki gera tað. – Eg leggi eisini til merki til, at tað er blivin ein kapp­ ing ímillum kommunur um at byggja bústaðir, tí tær síggja fyri sær, at kommunur, sum ikki byggja íbúðir kunnu missa skattaborgarar til komm­unur, sum eru sinnaðar at útvega fleiri íbúðir. – Eg má viðganga, at vit eru tikin eitt sindur bóli av, hvussu stóran áhuga komm­ unur um alt landið hava at byggja íbúðir, leggur hann afturat. Nógv lættari Andras Róin staðfestir, at við einum virknum Húsa­ láns­grunni, verður tað nógv lættari hjá kommununum at fara undir bústaðarbygging. – Tað kann vera tórført hjá eini kommunalari umsiting at skipa fyri slíkari bygging. – So eitt model, eg síggi fyri mær í sambandi við leigu­íbúðir, er kommunan byggir íbúðarblokkar saman við Húsa­lánsgrunninum, men so keypir Húsaláns­ grunn­urin blokk­arnar frá komm­ununum og leigar íbúð­ir­nar út til fólk. Samstundis fer Húsa­láns­ grunnurin at bjóða sær til at fyri­skipa lutaíbúðarfelag, sum kann standa fyri íbúðar­ bygg­ing. aki@sosialurin.fo BÍLIGIR BÚSTAÐIR Byggja íbúðir um alt landið Íbúðarbygging Longu í ár verður farið undir arbeiðið at byggja 10-15 íbúðarblokkar við 150-200 íbúðum um alt landið, og hesi næstu árini verða nógvar íbúðir bygdar afturat. Húsa­láns­grunnurin skal vera ein drívmegi í bústaðarbygging í framtíðini, sigur Andras Róin, stjóri FYRIMYNDIR Á hesum stykkinum úti í Mattalág, har stoypivirkið stóð, fer Húsalánsgrunnurin at byggja eina 30 íbúðir av ymsum slagi sum kunnu brúkast sum fyrimyndir fyri aðrari bygging kring landið