Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gongst sum ætlað fer tað nú at bera til hjá føroyingum at fáa lán til húsabygging, har rentan er væl lægri enn rent­ an, sum bankarnir taka fyri húsalán. Andras Róin, stjóri í Húsa­lánsgrunninum sigur, at gongst sum ætlað, kann grunnurin skjótt bjóða før­ oy­ingum lán, har rentan er bíligari enn tann, sum bank­ ar­nir taka. – Eftir at lógin um er broytt, hevur Húsa­láns­ grunn­in eisini heimild at út­ vega realkredittlán. Tað einasta, sum manglar, er, at landsstýrismaðurin í fíggjar­málum ger ein kunn­ gerð um tað og hetta er grunn­urin í samskifti við lands­stýrismannin um. – Men klára vit at út­vega føroyingum bíligari set­húsa­ fígging, fer tað at føra til, at prísurin á húsum og íbúð­um fer upp. – Verður fíggingin bílig­ ari, klára fólk at seta seg fyri hægri lánum og sostatt verða tað dýrari at byggja ella keypa íbúð. Prísurin verður altíð regu­ ler­aður eftir, hvussu nógv fólk hava ráð at rinda. Men Andras Róin sigur, at fyri at byrgja fyri, at tann bíliga fíggingin fer at elva til príshækking, ætlar Húsa­ láns­grunnurin at byggja fleiri íbúðir fyri at økja um út­boðið. – Eitt størri útboð fer at trýsta prísin niður, so okk­ ara avbjóðing verður at finna eina javnvág ímillum tað, at bílig fígging trýstir prís­in upp, men at størri út­ boð afturfyri trýstir prísin niður. Ongin trupulleiki Tað hevur mangan verið ført fram, at føroyski markn­ aðurin er ov lítil til at hava ein sjálvstøðugan real­ kreditt? – Tað síggi eg ongan trupul­leikan í. Tað er rætt, at før­oyski marknaðurin er ov lítil til ein sjálvstøðugan real­kreditt. – Hinvegin kann Húsa­ láns­grunnurin útvega føroy­ ingum donsk real­kreditt­lán. Tað gera føroysku pen­ inga­stovnarnir framman­ undan. – Men eg haldi, at rentan er alt ov høg, tí bankarnir taka eitt gjald, sum eftir mín­ um tykki er alt ov høgt. Andras Róin sigur, at í Danmark hava al­manna­ gagnlig bústaðarfeløg í Dan­ mark, sum Húsaláns­grunn­ urin, rætt til at útvbega real­kredittlán fyri eitt gjald, ella bidrag, uppá 0,27%. – Hinvegin taka føroyskir bankarnir eitt bidrag upp á eini 1,9% fyri at útvega fólki realkredittlán. – Fær Húsalánsgrunnur­in eisini hendan møguleikan, at taka realkredittlán til at byggja bústaðir í Føroyum fyri, kunnu vit taka lán, har rentan er undir 2%. – Teir pengarnar kunnu vit brúka at byggja bústaðar í Føroyum fyri og tað hevði gjørt ein øgiligan mun. Lægri renta Húsalánsgrunnurin vil eis­ ini fegin hava møgu­leikan at fíggja sethúsa­bygg­ing í Før­ oyum við real­kreditt­lán­um. Men tað strandar eisini uppá áðurnevndu kunngerð, sum tey samskifta við lands­ stýrismannin í fíggjar­mál­um við. – Kemur tað so langt, skulu vit samstarva við ein út­lendskan veitari og tað hev­ur Andras Róin góðar vónir um. Hann sigur, at fær Húsa­ lánsgrunnurin hendan møgu­leikan, eru útlit fyri at Húsa­lánsgrunnurin kann læna fólki pengar til set­ húsa­bygging, har rentan er góð 3%. – Tað er væl lægri enn bankarentan er í dag. Men kunnu vit útvega lán við eini rentu, sum er eitt-hálvt­annað prosent lægri enn rentan, bankarnir nú taka, haldi eg, at vit eiga at gera tað, tí tað hevði gjørt stór­an mun hjá teimum, sum byggja. Hann vísir eisini á, at Húsa­lánsgrunnurin fær nógv­ar áheitanir frá fólki, sum spyrja um tey ikki kunnu fáa lán í Húsa­láns­ grunn­inum, tí tey vilja sleppa burtur úr bank­unum. Mugu taka ábyrgd Tað skerst ikki burtur, at føroysku bankarnir hava verið hart ímóti at Húsa­ láns­grunnurin fær hend­an møguleikan, tí tað er kapp­ ingaravlagandi at ein al­ mennur grunnur skal kapp­ ast við privatu bank­arnar. – Eg haldi ikki, at vit hugsa so nógv um tað. Í Føroyum hava vit ein øgiligan tørv á at útvega góðar, bíligari og fjølbroyttari bústaðir og tað er eitt atlit, sum eigur at viga tyngri enn virksemið hjá nøkrum privatum bankum og kappingarførið. – Vit halda, at hetta er alt ov týdningarmikið til at tað druknar í einum kjaki um ójavna kapping við privatu bankarnar. – Vit eru ikki øll sett í verð­ina fyri at forvinan sum mest. Summi eru sett í verð­ ina fyri at gagna øðrum. – Og er tað so, at eitt høg­ ir prísir og høg renta elva til fólkafráflyting, haldi eg, at tað er ein ábyrgd, sum vit eiga at taka í álvara. Andras Róin heldur annars ikki, at kappingin verður avlagað, hóast húsa­ láns­grunnurin fær heimild at útvega og veita fígging. – Vit hava eisini eitt krav um avkast. Peningurin í Húsa­lánsgrunnurin er ikki al­mennur stuðul, men tað eru rentur og avdráttir, sum lán­takarar hava goldið lán aftur við. – Men eitt annað er so tað, at Húsalánsgrunnurin er rættiliga bíligur í rakstri, tí her er ikki so nógv fólk. – Eg haldi eisini, at tað er eitt gott mál at seta sær, at vit skulu kunna út­vega góðar íbúðir til fólk, sum kanska ikki hava so góð ráð, sigur stjórin í Húsa­láns­grunn­ urin. aki@sosialurin.fo Rentan kann lækka 1,5% BÍLIGIR BÚSTAÐIR Bílig lán – Gevur landsstýrið okkum loyvi til tað, kann Húsalánsgrunnurin útvega fólki bústaðarlán við eini væl lægri rentu enn bankarnir kunnu í dag og tað hevði gjørt ein øgiligan mun hjá fólki, sum vilja fáa sær tak yvir høvdið, sigur Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum Um stutta tíð skulu einar 30 íbúðir byggjast í Havnini, sum skulu vera fyrimyndir fyri aðra íbúðarbygging runt um í landinum. Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum, sigur, at hetta er ein verkætlan, hann er serstakliga spentur upp á Húsalánsgrunnurin eig­ ur eitt stykki upp á 6.500 fermetrar við Mattalág í Havn. Har er ætlanin at byggja fara undur eina royndar­ verk­ætlan við at byggja ymisk sløg av íbúðum, bæði bú­staðir til ungdóm, til støk og aðrar bólkar. – Alt økið verður kanska 30 íbúðir, men ætlanin er at byggja eini fýra, fimm sløg av íbúðum. – Hepnast tað væl, kunnu hesar íbúðirnar verða fyri­ mynd, tá ið aðrar íbúðir skulu byggjast. Andras Róin sigur, at verða somu tekningar o.s.fr., brúktar aftur, fer tað helst at fáa prísin á hvørjari einstakari íbúð rættiliga langt niður, tá ið sama slag íbúðir verða bygdar aðrastaðni. – Tað er onki galið at kopi­era eitt gott byggjarí og samstundis kann tað fáa prís­in rættiliga langt niður. Hann sigur, at longu seinni í hesum mánaðinum er ætlanin at skipa fyri eini hug­skots­kapping ímillum arki­tektar um íbúðarbygging á stykk­inum í Mattalág. Um alt landið Fyri Húsalánsgrunnin hevur tað annars stóran týdning, at bygt verður um alt landið. Í hesum sambandi hev­ ur hann lagt sær orðini hjá Húsalánsgrunninum í Het­ landi í geyma. Har verður dentur lagd­ur á at byggja um alt Hetland, tí verður bara bygt í mið­ staðar­økinum, hava fólk, sum vilja sleppa sær av við hús­ini og fáa sær okkurt minni, onki val uttan at flyta úr bygdini, ella av oynni, inn í miðstaðarøkið. – Tað er ein hugsunar­hátt­ ur, sum dámar okkum væl. Eg sigi ikki, at íbúðar­bygg­ ing skal verða í hvørjari ein­ astu bygd, men fyri mær er tað heilt nátúrligt, at bygd­ ir við 100-200 fólkum, hava 6-10 íbúðir til taks, sigur Andras Róin, stjóri í Húsa­ láns­grunnurin. 30 fyrimyndir mitt í Havnini