Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BÍLIGIR BÚSTAÐIR Áki Bertholdsen – Endamálið hjá Húsa­láns­ grunninum er at útvega før­ oyingum eitt fjølbroytt úrval av íbúðum um alt landið. Tað staðfestir Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum. – Dygdin skal vera ílagi og tær skulu ikki kosta meiri enn einar 4000 krónur um mán­aðin í leigu, ella har á leið fyri eina íbúð upp á 70- 80 fermetrar og so verður tað bíligari ella dýrari, alt eftir stødd og slagi av íbúð. Stjórin í Húsaláns­grunn­ inum ivast ikki í, at skulu vit tosa um at fáa føroy­ ingar við útbúgving at flyta heimaftur, hevur tað av­ gerð­andi týdning at bøta um bústaðarviðurskiftini. – Kostnaðarstøðið í Før­oy­ um er høgt, men harafturat kemur, at eini 30-40% av út­ reiðslunum hjá fólki er til bústaðir. Hvørgin er mjúkur Sum støðan er nú, hava úti­ setar, sum vilja flyta heim, groft sagt tveir møguleikar, og hvørgin er mjúkur. – Antin leiga teir ein kjall­ ara fyri fleiri túsund um mán­aðin og har viðurskiftini eru so ótrygg, at tey kunnu verða koyrd á gøtuna at kalla frá degi til dags. – Hin møguleikin er at smoyggja eina skuld upp á tvær milliónir um hálsin fyri at byggja ella keypa eini hús í Havn. – Og tað slepst ikki undan, at tað verður mest í Havn, útisetar flyta til, tí á bygd eru ikki nógv størv til fólk við útbúgving. – Og tann, sum fyrst hevur sett seg í stóra skuld fyri eini hús, er stavnsbundin restina av lívinum, tí møguleikarnir at selja húsini og fáa okkurt minni at búgva í á eldri árum, er ógvuliga avmarkaður. – Samstundis er livistøðið í Føroyum eini 30% lægri enn í Danmark, so hví skulu úti­ setar yvirhøvur hugsa um at flyta heim aftur til til slíkar treytir, spyr stjórin í Húsa­ láns­grunninum. – Eg ivist ikki í, at prísurin á bústaði ger sítt til at for­ skrekkja fólk frá at flyta heim, sigur Andras Róin. Tí heldur hann, at ein fjøl­ broyttari bústaðar­markn­að­ ur, har tað ber til at ogna sær ein lutfalsliga bíligan bústað, hevur avgerðandi týdning í royndunum at fáa fólk heim aftur at búgva. – Men hetta er eisini ein spurningur um, at alt bú­ staðar­mynstrið broytist. Hjá modernaðum fólki snýr lívið seg ikki bara um at byggja sær eini sethús og at brúka ein stóran part av lívinum upp á at rinda rentur og av­ dráttir. – Hjá modernaðum fólki snýr tað seg meiri um at hava tað góða lívið, og har eru bústaðarviðurskiftini av av­gerðandi týdningi, heldur Andras Róin. aki@sosialurin.fo Gongur dreymurin hjá Andras Róin út, skal tað bera til at ogna sær eina góða lutaíbúð við at leggja 50.000 krónur á borðið. Eitt hugsandi model er, at tann, sum keypir eina lutaíbúð, skal sjálvur út­ vega sær 200.000 krónur. Men í Danmark er tað van­ligt, at tann, sum ogn­ ar sær íbúðina fyri eina millión leggur 5%, ella 50.000 krónur á borðið. Síðani ber til at læna 150.000 til restina av inn­ skot­inum í einum peninga­ stovni. So eru 800.000 krónur, ella 80% av prísinum á íbúð­ini upp á eina millión eftir, men tey lænir luta­ íbúðar­felagið so frá Húsa­ láns­grunninum. – Eftir einum modelli sum hesum, verður húsa­ leig­an 4000-4500 krónur um mán­aðin, sigur Andras Róin. Í hesum sambandi sigur hann, at eftir eini vegleiðing frá Almannamálaráðnum, klára tey flestu at rinda eina leigu upp á 5000 krónur um mán­aðin. Men leigan skal helst ikki fara upp um tað, tí so megna fyri­tíðar­pen­sjón­ istar summ­ir stakir uppi­ hald­arar og aðrir veikir bólk­ar, ikki at fylgja við. aki@sosialurin.fo Eitt, sum vindur meiri og meiri upp á seg í londum rundan um okkum, er, at byggja íbúðir inn í býunum. Talan kann vera gaml­ar virkisbygningar, sum ikki verða brúktir longur, men sum verða bygdir til íbúðir fyri at fáa lív í miðbýirnar aftur. Í Hetlandi er dømi um eina kirkju, sum er bygd um til íbúðir. – Nógvir miðbýir eru tómir og keðiligir og tað er stórt spell og hví skulu fólk noyðast langt út í hagan fyri at fáa tak yvir høvdið. Andras Róin heldur, at tað kunnu eisini vera stórir bygningar í Havn­ ini, sum saktans kunnu byggjast um til íbúðir. – Tað hevði skapt nógv lív í miðbýin í Havn­ini. Hann nevnir komm­ unu­skúlan sum eitt dømi. – Tað tykist sum um at semja er um, at hann skal ikki vera skúli aftur, so tað hevði avgjørt ver­ ið ein møguleiki at gjørt hann til ein íbúðar­ blokk. aki@sosialurin.fo 50.000 á borðið Fáa lív í Mið­ byin Bíligur bústaður fortreyt fyri at fáa fólk heimaftur DÝR HÚS Skulu vit tosa um at fáa føroyingar at flyta heim, mugu vit hava góðar og bíligar bústaðir til teirra, sigur stjórin í Húsalánsgrunninum Tær skulu ikki kosta meiri enn einar 4000 krónur um mánaðin í leigu, ella har á leið Hví skulu útisetar yvirhøvur hugsa um at flyta heim aftur til til slíkar treytir, spyr stjórin í Húsalánsgrunninum