hósdagur 3. mai 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 51 · 3. mai 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
Grønt gongur aftur og aftur í summarsins mótamynd, og her eru
nøkur boð uppá hvussu tú kanst fylgja grøna rákinum í summar
Grønt summar
Langan kjóla
Eitt rák, sum fyllur nógv í mótamyndini í summar, eru fótlangir kjólar, sum helst skulu hava
eina rúgvu av stuttligum prenti. Fótlangir kjólar hava verið partur av summarinum seinastu
tvey-trý ára, og í ár er einki undantak. Allir fótlangir kjólar eru vælkomnir, so tú kanst eisini
finna ein gamlan kjóla fram úr skápinum, og seta hann saman við nýggjum smúkkum.
Sunnur smootie
Tað ber illa til at tosa um grøna rákið,
uttan at nevna mat. Smootie-drykkir
eru altíð vælumtóktir um summarið, og
her er ein uppskrift uppá smootie, sum
inniheldur eina rúgvu av sunnum rávørum.
1 lítlan lógva av mintbløðum
1 banan
2 cm ananas uttan skal
½ avokado
4 cm agurk
1 lógva av frískum ella frystum spinati
Ís og 1 spsk. av góðskuolju
3 dl rísmjólk
Grøn eygu
Summarið stendur í etniska
tekninum, og tað er eisini
galdandi, tá ið vit tosa
um smyrsl. Grøn eygu
hóska seg ógvuliga væl til
summarið, og tú kanst gera
grønu eygnaskuggarnir
meira áhugaverdir við
at leggja gult innast í
eygnakrókinum, og síðani
svart uttast, fyri at skapa
smokey eyes við grønum.
Ljósa
grønar
negl
Hetta ljósagrøna
neglalakkið er
nógv at síggja
júst nú . Tú kanst
nýta hendan litin
til allar neglirnar,
ella tú kanst fríska
lookið eitt sindur
við at leggja svart
á nakrar negl, og
ljósagrønt á nakrar.
Grønur
summar-
drinkur
Vit skulu sjálvandi
eisini hava eitt sindur
til summarkvøldini.
Her er ein uppskrift
uppá drykkin Mojito.
Tilfari:
1 tsk. sukur
Frísktpressa limesaft
frá 1 heilari limefrukt
10 myntbløð
5 cl. rom
Apolonaris
Tranebersaft
Knústur ísur
Soleiðis gert tú:
Sukur, limesaftin og
myntbløðini vera koyrd
í ein “shakara”.
Síðani koyrir tú rom og
tranebersaft í, og ryst væl.
Koyr knústa ísin í eitt stórt
glas, og hell drinkin yvir ísin
ígjøgnum eina sí, soleiðis
at myntbløðini ikki koma
í glasið. At enda skalt tú
fylla upp við appolnaris,
og møguliga pynta við
frískum myntbløðum.