Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 51 · 3. mai 2012 7 VIKUSKIFTI Hví valdi tú í sínari tíð at fara upp í landspolitikk? Politikkur hevur altíð havt mín áhuga frá ungum av, og so hevur politikkur eisini verið ein partur av mínari familju. Men heilt ítøkiliga heittu nøkur fólk á Sandoynni á meg um at stilla upp Hvørji eru tíni politisku hjartamál? Tað er eingin ivi um, at tjóðskaparsøkin er allarfremsta politiska hjarta­ málið hjá mær Hvat hevði tú raðfest ovast í játtanar­ karmum, sum landsstýrið hevur lagt fram? Tað er sjálvandi trupult, men havandi í huga støðuna hjá suðurøkinum í landinum, hevði er raðfest ein sandoyartunnil ovarliga Hvussu menna vit útjaðaran? Útjaðarin er tvíbýttur í dag. Tað eru útoyggjarnar, sum hava serligar fortreytir, og har eiga vit at gera eina serliga mentanarvinnuliga skipan. Síðani eru tað Sandoyggin og Suðuroyggin, sum er tann størri útjaðarin, og har noyðast vit at gera vakstrarætlanir. Men tað týdningarmiklasta er uttan iva sandoyartunnilin Hvat ger tú í frítíðini? Fyrst og fremst eri eg nógv saman við konu og børnum. Fáist eitt sindur við old-boys fótbólt, og annars er tað seyðahald og so eri eg á floti av og á Hvussu heldur tú teg í form? Eg geri ov lítið av tí, skal eg siga beinanvegin, men tað er fótbóltur og so tað, at spæla við børnini, sum heldur meg í form Er tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur? Eg eri til bæði. Eg eri náttúrumenniskja, og seyðahaldið ger tað, at eg eri nógv í haganum, men mær dámar sanniliga eisini at fáa veruligan hita á suðurlendskum strondum Hvat er tað besta tú fær at eta? Stórt sæð allur føroyskur matur, men eg haldi at góð turr grind og spik slær ikki falskar mentur Hvør er besti filmur tú hevur sæð? Tað er trupult at taka úr rúgvuni, tað eru so ómetaliga nógvir góðir filmar gjørdir. Schindlers List er ein, men tað eru so nógvir aðrir, sum kundu komið á tann listan Hvør árstíðin er hin besta? Tað er várið Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum? Tað eru mest tíðindasendingar. Í føroyska sjónvarpinum er tað Dagur & Vika, men mær dámar eisini væl náttúrusendingarnar hjá Zacharis Hammer. Annars hyggi eg ikki nógv í sjónvarp, men tá eg hyggi, er tað í stóran mun eftir fótbólti Hvør bók liggur á náttborðinum? Beint í løtuni er tað ein bók, ið eitur Havsins kirkja eftir Il de Funesco, ein spanskur rithøvundur. Bókin snýr seg um stríðið hjá lægru stattunum í Spania í 1300 talinum at koma fyri seg Er tú framvegis uppi í politikki um 10 ár? Tað verður fyrst og fremst upp til fólkið at gera av, men stendur tað upp til mín, so haldi eg, at eg hevði sagt ja. Eg haldi, at eg hevði ynskt tað Børn verða brúkt sum undan­ førsla fyri so nógv. Og ikki bara fyri, at hítir eru so dýrar í Føroyum. Fólk, sum annars eru mett at vera so toluliga skilagóð og ikki býttari enn fjøldin, tveita sjálvboðin frá sær frælsið (eisini rabiat loysingarfólk) og gifta seg. Ikki so fá enntá fleiri ferðir. Tí tey eiga børn. Og tá er fyrimunur at vera ófræls/ur. Okkurt við foreldramyndugleika ella foreldrarætti, teir ljóða sum ein kúgingaramboð, og arvi og øðrum løgfrøðiligum bondum, sum binda hjún. Fólk hava bil, tey flestu fleiri enn ein, tí tey hava børn, siga tey. Tá eg var barn, høvdu børnini bein, og tey dugdu eisini at brúka tey. Børn gingu í skúla og tey gingu heimaftur. Um veturin koyrdu vit á sparkara. Tá vit dugdu at telja upp í 20, súkklaðu vit. Leysir, aktivir barnalokkarar vóru eisini tá og leysir hundar. Men ferðslan var sjálvandi ikki so stór sum nú, tá hvørt skúlabarn verður koyrt fram og aftur. Men tá vóru ongar gongubreytir, tað eg minnist. So vandin á vegunum var ikki minni enn nú. Eg eri ikki giftur, eg eigi eingi børn. So eg havi ikki bil. Eg lærdi at ganga nøkur ár, áðrenn eg fór í skúla. Sum eitt trilvandi fet á enda­ leysu frælsisleiðini í oyðuni er flagg­dagurin vorðin ein halgi­dagur, líka keðiligur sum allir aðrír halgidagar. Ikki ein hallelýjadagur, men kortini eitt sindur religiørur. Vit flagga við kross­inum. Nógv krossaðu seg, tá tey fingu valkortið til fólka­- atkvøðuna og lósu baksíðuna. Men hon er bara vegleiðandi, baksíðan, siga tey, sum gloymdu at rættlesa, tí nú er alt vorðið samanlagt, rasjonaliserað og so effektivt. Ongar dupultar funksjónir, bara onn­ur síðan verður rættlisin. Púra samdur. Tað líkist ongum ella tí, sum verri er, at samkynd nú skulu sleppa inn í barnagarðarnar at heilavaska børnini, so tey halda, at tað er í fínasta lagi, at maður liggur hjá manni, og kona hjá konu. Hetta er júst tann væl smurda glíðibreytin, sum vit ávaraðu móti, tá grein 266b varð lumpað inn á okkum við tápuligum argumentum um tolsemi, og at øll hava rætt at vera her ella har, sama hvørju megin, tey liva kyns­lívið. Í barnagarðinum eiga tey at hoyra søguna um Heidi og fjallatussan, sum ivaleyst var pedofilur, hóast hann ongantíð varð skuldsettur og enn minni ákærdur og uppaftur enn minni dømdur fyri tað. Og kristindómurin skal boðast í sandkassanum, upp á gamla mátan við harðskapi, hóast tað er forboðið at sláa børn, tá nakar, sum kann hugsast at siga frá, sær. Men tað ber til at fylla buksurnar ella sparkidraktirnar gjá teimum við vátum sandi, duga tey ikki faðirvár uttanat, ella at signa seg við einum fingri ella brodera Harrin signi heimið í ljósareyðum. Vit eiga ikki at gloyma, at uttan harðskap og væl brýnd svørð og spjót var eingin kristin­dómur. Og so stóð illa til í bardaganum móti tolsemi og skeiv­ari kynsligari orientering. So var eingin fagnaður at boða. Børn eiga at læra at sláa og bíta og klóra og sparka og royta longu í vøggustovuni, so tey fáa vart seg móti øllum tí ónda, sum biðar eftir teimum har úti. Ikki tí, tey nógvu hava for­ eldur, sum eru gift, og tí eru tey bara úti, tá tey ganga frá út­hurð­ini til bilhurðina. Og tað er sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, serliga langt. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Páll á Reynatúgvu lagt til rættis: Leo Poulsen Góð turr grind og spik slær ikki falskar mentur Tað heldur Páll á Reynatúgvu, sum eigur drúgvar royndir í politikki, bæði lokalt og á landsplani. Hann er náttúrumenniskja, men dámar eisini væl hitan á suðurlendsku strondunum, og so fer frítíðin saman við familjuni ella á fótbóltsvøllinum Band, bilar og børn