hósdagur 3. mai 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 51 · 3. mai 2012
8
VIKUSKIFTI
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinastu fimm árini hevur fuglfirð
ingurin Signar á Brúnni verið skúlastjóri
Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, men
í summar gongur avtalan um starvið
út, og tá letur Signar seg pensjónerað
frá einum longum arbeiðslívi í fólka
skúlanum.
– Avtalan um stjórastarvið gongur
út 1. august, og nú eg eisini eri blivin
67 ár, er tíðin komin at gevast, sigur
Signar á Brúnni.
Kring landið er hann mist líka
kendur sum politikari. Hann var bert
25 ára gamal, tá ið hann kom í løg
tingið fyri Tjóðveldisflokkin, og í 30
ár – við onkrum styttri steðgi - um
boðaði hann flokkin í løgtinginum og
landsstýrinum.
Men hann vildi ikki sleppa skúlanum,
hóast hann bleiv politikari.
– Mær hevur altíð dámt stak væl
at verið lærari, og tá ið eg fór upp í
politikk, vildi eg ikki sleppa skúlanum.
Alla ta tíðina eg var tingmaður, var eg
lærari eisini, og tað var millum annað
fyri at fylgja við broytingunum, sum
vóru innan skúlaverkið. Ert tú uttanfyri
í fýra-fimm ár, so er verri at koma inn
aftur, og eg havi verið glaður fyri, at
eg helt tað við líka. Lærarastarvið er
tað starvið, sum mær hevur dámt eina
best. Eg havi hildið meg verið komin á
røttu hillina í skúlanum, sigur Signar
á Brúnni.
– Tíðin í politikki var góð og spenn
andi, og eg lærdi ein hóp av at hava
ábyrgd av ymsum málsøkjum. Upp á
stutta tíð kom eg væl inn í nógv mál,
og tað er eisini komið mær til góðar, nú
eg havi verið skúlastjóri.
Signar á Brúnni gavst í politikki í
2002, og síðani hevur hann hildið seg
burtur frá politiska vígvøllinum.
– Ta fyrstu tíðina, eftir at eg gavst,
var tað eitt sindur undarligt ikki at verða
uppi í politikki og ikki kunna blanda
seg uppí. Men eftir eina tíð, og eftir at
eg var farin í skúlan aftur, var áhugin
fyri skúlanum skaptur av nýggjum, og
eg brendi fyri tí starvinum. Og tá eg eri
farin í eitt starv, so havi eg gingið upp
í tað við lív og sál, og soleiðis hevur
eisini verið, eftir at eg gavst í politikki
og fór í skúlan at starvast aftur, sigur
hann.
– Eg fylgi væl við í politiki, men eg
eri ikki freistaður av, at fara at blanda
meg upp í politikk aftur. Tað er farið.
Trivist væl
Seinastu árini hevur Signar á Brúnni
røkt starvið sum skúlastjóri í Skúlanum
á Ziskatrøð í Klaksvík, og har hevur
hann trivist væl.
– Tá eg varð spurdur, um eg vildi
fara til Klaksvíkar at verða skúlastjóri,
hugsaði eg leingi um tað. Skúlin á
Ziskastrøð er ein stórur skúli við umleið
400 næmingum og 40 lærarum, og eg
hugsaði, um eg skuldi taka tað á meg.
Men eg valdi so at taka av, og tað havi
eg ikki iðra meg eina løtu um, sigur
hann.
Hann er landskendur sum politikari, men skúlin hevur altíð
havt eitt serligt pláss í hansara hjarta. Í summar gevst Signar
á Brúnni sum skúlastjóri í Klaksvík, men hann roknar ikki við at
keða seg, nú hann verður pensjóneraður úr skúlanum
Signar fer
úr góðari
veitslu