Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 51 · 3. mai 2012 9 VIKUSKIFTI myndir: Eydbii Myndir – Eg kom til ein góðan og væl riknan skúla, og eg kendi meg frá fyrsta degi væl­komnan. Vit hava eisini havt eitt gott arbeiðslag í skúlanum, og eg kenni tað, sum at lærarar og leiðsla hava lyft í felag, og tá er alt nógv lættari. Mær hevur dámt væl næmingarnar, og sam­ starvið við foreldrini hevur verið gott, so eg havi bert positiva hugsan um hesa tíðina sum skúlastjóri. Signar á Brúnni var fremmandur í skúlaumhvørvinum í Klaksvík, tá ið hann gjørdist stjóri í øðrum av fólka­ skúlunum í býnum. – Tað var ein fyrimunur fyri meg, at eg kom uttanífrá til skúlan á Ziskastrøð. Eg var ikki bundin at nøkrum bólki, tá ið tað kom til skúlaskap í Klaksvík. Og tað var ein fyrimunur, tá ið nú ein av mínum uppgávum var at virka fyri eini samanlegging av skúlunum í Klaks­vík – Skúlanum á Ziskatrøð og Skúlanum við Ósánna – og eg merkti beinan­vegin, at ein partur av ímóti hesi saman­legging. – Vit hava arbeitt við saman­legg­ ingini, men mótstøðan hevur verið so mikið stór, at har eru vit ikki komin á mál. Men eg hugsi, at alt tekur sína sodn­ingar­tíð, og soleiðis er helst eisini í hesum føri. At tveir skúlar liggja síð um síð, og lítið samstarv er millum teir, er fram­vegis ófatiligt fyri mær, og eg rokni við, at tað er bara spurningur um tíð, áðrenn báðir skúlarnir verða ein eind, sigur Signar á Brúnni. Fer ikki at keða seg Tá ið hetta skúlaárið er av, gevst Signar á Brúnni sum skúlastjóri í Klaksvík. – Tað verður við sorgblídni, at eg gevist, men hinvegin er tað gott at fara úr einari veitslu, meðan veitslan er upp á tað besta, og soleiðis havi eg tað. Eg havi so at siga bara góð minni frá míni tíð í Klaksvík, sigur hann. – Eg verði oftur spurdur, hvat eg nú fari at gera, sum at alt er liðugt eftir hetta. Men eg havi nógv áhugamál, sum eg kann brúka tíð uppá. Sum yngri plagdi eg at mála og tekna, men tá eg bleiv tingmaður í 1970, steðgaði eg upp við á tí økinum. Eg havi tikið penslar­ nar fram aftur og kundi hugsað mær at gjørt meira við tað aftur. Annars dámar mær væl at lesa, at smíða, og at fáast við plantur og trø. Vit hava eini eldri hús á Skipanesi – í Grótinum – og har fara vit at fríðka um komandi tíðina, og so kundi eg hugsað mær at farið at ferðast meira og uppliva onnur lond. Tað er eisini onkur fyrimunur við at gev­ast við fasta starvinum eftir eitt drúgt arbeiðslív. – Tað verður eisini gott at verða meira leysur og ikki skula møta klokkan 8 hvønn dag til arbeiðis. Nú kann eg sjálvur velja, hvat eg fari at gera, og eg fari ikki at keða meg. – Tey størvini, eg havi havt, hava verið stórar avbjóðingar, og nú fari eg til nakað meira avslappandi. Spurningurin er sjálvandi, hvussu tað fer at vera, og eg kann ikki svara tí sum er. Eg veit, at eg havi nógv áhugamál, men tað kann eisini verða, at eg fari at blanda meg uppí onkrastaðni. Eg vil gjarna verða upp­tikin av tí, sum hevur mín áhuga, og eg havi verið so heppin í mínum lívi, at eg havi tikist við tað, sum hevur havt mín stóra áhuga, sigur Signar á Brúnni. Signar á Brúnni hevur trivist væl millum bæði lærarar og børn á Ziskatrøð Fakta Navn: Signar á Brúnni Aldur: 67 ár Bústaður: Fuglafjørður Útbúgving: Lærari Starv: Stjóri í Skúlanum á Ziskastrøð í Klaksvík Løgtingsmaður: 1970-80, 1984-2000 Landsstýrismaður: 1989-1991, 1993-1994 og 1998-2000