hósdagur 3. mai 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 51 · 3. mai 2012
10
VIKUSKIFTI
Greinarøð
Óli Samró
Eins og taxabilarnir í Manchester hava
tvey ymisk virði, so hava skip og loyvi
í Føroyum eisini tvey ymisk virði - eitt
fyri skipið og eitt fyri loyvið. Oftast
er loyvið munandi meira vert enn
skipið.
Fyrst og fremst verður virðið ásett
eftir, hvussu nógvan pening loyvið
kastar av sær. Virðið veksur um loyvið
er galdandi í eitt langt tíðarskeið.
Loyvið veksur enn meira í virði, um
eftirspurningurin eftir loyvunum er
størri enn útboðið – eisini eftirspurn
ingur frá útlendingum. Eru fá myndug
leikakrøv veksur virðið, og virðið
minkar um avmarkandi treytir fylgja
við. Eru loyvini trygg, so at peninga
stovnarnir kunna fá pant í veiðuloyvi
beinleiðis ella óbeinleiðis og harvið
vilja fíggja virksemið, ja, so sigur tað
seg sjálvt, at virðið veksur enn meira.
Manningaravtalurnar fyri skipabólk
in ávirkar beinleiðis virðið á loyvinum.
Er manningaravtalan góð fyri reiðaran,
so veksur virði. Um stórur partur av
veiðuvirðinum verður útgoldið í hýru,
minkar virðið.
Hinvegin er eitt fiskiloyvi lítið og
einki vert, um tað einki kastar av sær
fíggjarliga. Eitt nú tá vánaligar mann
ingaravtalur ella krevjandi myndug
leikakrøv eru knýtt at einum loyvi. Er
loyvið ótrygt, ja, so fellur virðið ímóti
null beinanveg. Verða so útlendingar
útihýstir frá at eiga loyvini, so minkar
virðið enn meira hjá teimum, sum eiga
loyvini. Heilt galið blívur, um eingin
vil fíggja.
Uttan iva hevur tað størst týdning,
um ein loyvishavari í praksis eigur
loyvið ella ikki. Hvussu trygt er loyvið.
Tað er her stóra óvissan er.
Pelagisku loyvini
Í dag hava pelagisku loyvini stórt virðið.
Einaferð í tíðini vóru tey nærum virðis
leys.Virðið á Varðanum í Gøtu var í fjør
nógvar milliardir vert, um prísirnir í
2011, sum skip í Norra og Danmark,
ið kunnu samanberast við skipini
hjá gøtumonnunum, við pelagiskum
veiðiloyvum vóru seld fyri, og við
grundarlag í teimum veiðurættindum
og treytum, sum skipini hjá Varðanum
høvdu í 2011.
Men hvat loyvini eru verd næsta ár,
tað veit eingin! Men tað er tað, sum hev
ur týdning. Loyvið verður tað vert, sum
ein møguligur keypari metur fortreyt
irnar fyri at vinna pening uppá loyvið
samanborið við váðan. Verður staðfest,
at loyvini í prinsippinum eru rullandi
og vara ævigt, so er virðið enn størri
og sjálvandi minni um váðin veksur.
Broytast fortreytirnar, so gøtumenninir
í framtíðini skulu kappast á einum
fríum marknaði við kinesarar, russar,
hollendingar, skotar, írar, íslendingar
og norðmenn um rættin at fiska, so
verða loyvini, teir hava ídag, kanska
einki verd. Fara nýggju føroysku skip
ini at kappast við gomul skrottað skip
um allan heim, og øll fáa sama rætt at
bjóða frítt um rættindini, uttan at somu
treytir um manningarsáttmálar, land
ingarskyldu o.t. fylgja við, tá verður
virðið á teirra loyvi einki vert.
Vit kunna hugsa okkum eina støðu,at
gamli Tróndur og nýggi Tróndur í Gøtu
skulu bjóða ímóti hvørjum øðrum á
eini uppboðssølu av veiðirættindum
við Føroyar. Gamli Tróndur hevur við
kinesiskum eigarum lítla og onga skuld
og við kinesiskari manning lítlar og
ongar hýruútreiðslur. Gamli Tróndur
kemur altíð, eg endurtakið altíð, at
kunna bjóða ein hægri prís fyri veiðu
rættindini enn nýggi Tróndur við stór
um avskrivingum og við føroyskari
manningaravtalu. Úrslitið verður tá,
at viðrið á gamla Trónda veksur, tí nú
kann hann fiska við at keypa eitt loyvi,
meðan virðið hjá loyvinum á nýggja
Trónda í Gøtu fellur niður í einki. Á
tann hátt blívur Føroyar eitt paradís
fyri gamalt skrott.
So virðini á pelagisku loyvunum
í morgin kunna vera alt frá null til
óendaligt. Tað má man kalla stóra
spreiðing vegna stóra óvissu.
Hví vóru pelagisku loyvini so nógv
verd ígjár?
Tí tey kasta so nógvan pening av
sær!
Hvat eitt loyvið var vert í gjár er søga, tað áhugaverda er hvat
eitt loyvi er vert ídag, ímorgin og í framtíðini. Hvat virðið var í gjár
kann ikki brúkast til nakað. Virðið er nú einaferð tað, sum keypari
og seljari blíva samdir um, tá ein handil verður undirskrivaður.
Tað er veruliga virðið av skipi og loyvið pluss minus alt annað!
Fyrst loyvið
so skip
Fólksins ogn
Óli Samró skrivar greinarøð um fólksins ogn og føroyska fiskivinnu.
Onnur grein er um loyvini. Seinni greinar verða millum annað um loyvir, útlendskan kapital,
um lønsemi og um ráðgevingina hjá ICES, Havstovuni og Fiskidaganevndini.