hósdagur 3. mai 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 51 · 3. mai 2012
11
VIKUSKIFTI
Hví kasta tey so nógv av sær?
Eigararnir hava lagað flotan til loyv
ini í eini tjúgu ár, soleiðis at veiðutól
og rættindir javnviga. Hvørt skipið er
betur enn annað, og tey passa perfekt
til loyvini.
Hvussu hava teir gjørt tað?
Teir hava keypt skip og loyvi upp,
selt skipini og fingið nýggj skip at leggja
loyvini á. Gomlu skipini eru skrottað.
Eftir eru nýggj skip við stórum og góð
um loyvum (sami leistur sum taxa
sjaførurin í Manchester brúkti).
At skipini í bólkinum »Nótaskip«
eru so nógv verd, er stutt og greitt tí, at
eigararnir hava verið framúr dugnaligir
at gera íløgur í og at umsita loyvir. Teir
hava keypt upp loyvi til »marknaðar
prís« seinastu tjúgu árini, og so hava teir
lagað veiðutólini til loyvini. Teir hava
dugað betur enn aðrir at umsita loyvi
og at rationalisera vinnutólini. Nakrir
hava viljað keypt og aðrir viljað selt,
keypari og seljari eru vorðnir samdir
um ein prís, longri er tann søgan ikki.
Seljari er farin út úr vinnuni við einum
posa av pengum, og hinir sita eftir við
loyvum. Teir hava torað at gjørt íløgur
og hava gjørt íløgur í røttu vinnutólini.
Við stórum váða fylgir møguleiki fyri
stórum vinningi. Vanligt business!
At marknaðurin hevur verið við, og
teir duga eisini væl at fiska og reka skip,
ger tað bara enn betri.
Teir hava dugað at vart um loyvini,
so tey hava verið intakt í einum bólki.
Teir hava dugað at vart fyri, at aðrir
skipabólkar og reiðarar hava fingið part
í teirra fiskiskapi – eins og aðrir skipa
bólkar verja um síni rættindir.
Hinvegin eru teir í mun til aðrar
bólkar slopnir undan flest øllum
myndugleikakrøvum. Virksemið hevur
ótarnað hildið lív í nógvum samfeløg
um í Norra, Íslandi, Skotlandi og Dan
mark. Men tað letur til at vera søga, so
at tað nú vera fylgja treytir við um, at
hesin bólkur eisini skal skapa virðir í
Føroyum.
Men helst er høvuðsfrágreiðingin,
at tað við gamla Trónda í Gøtu og
seinni staðfest við nýggja Christian
í Grótinum og Krúnborg eydnaðist
at fáa nýggja manningaravtalu í lag
við manningarfeløgini. Tá fór samlaði
kostnaðurin til manningina munandi
niður í prosentum – men nógv upp í
útgoldnum krónum. Manningarfeløgini
eiga rós uppiborið fyri skilagott og
framskygt fakfelagsarbeiði. Tá fór at
bera til at reka stóru pelagisku skipini.
Men best av øllum var, at allir partar
vóru vinnarar: Manning, reiðarí og ikki
minst føroyska samfelagið. Hevði tann
avtalan ikki komið tá, er ivasamt, um
nøkur pelagisk vinna av týdningi hevði
verið í dag yvirhøvur.
Um loyvini eru dýr ella bílig, veldst
um, hvør tað er, sum metir um. Onkur
vil siga, at tey pelagisku loyvini hjá
feløgunum í Felagnum Nótaskip eru
dýr, onnur siga at føroysku pelagisku
loyvini eru sera bílig! Dýr, tí tey eru so
ótrygg ella bílig, tí tey kasta so nógv av
sær og at potentiali er óendaligt!
Stóra óvissan í Føroyum er, hvussu
álítandi loyvini eru!
Hví eru so línu-
loyvini so lítið verd?
At línuskipini hava tørv á bráðfeingis
hjálp, tí tey hóra ikki undan, hevur
javnan verið frammi í almenna rúm
inum. Tíðindi eru ofta um, at línuskip
ikki fáa fólk.
Hví eru línuloyvini so lítið verd?
Svarið er einfalt. Línuskipini kasta
alt ov lítið av sær. Eigararnir vinna
ov lítið av pengum til at endurnýggja
flotan.
Hví kasta línuloyvini so lítið av
sær?
Línuskipini hava eitt ógvuliga av
markað øki at veiða á. Eisini eru treyt
irnar, sum fylgja við loyvunum so
avmarkandi, eitt nú strong myndug
leikakrøv um avmarkingar í útlendskar
landingar, at tey ikki kunna frysta
umborð, tí tey skulu skapa arbeiði á
landi, serligar avmarkingar í samband
við endurnýgging av fiskifari o.s.fr. Ein
røð av forðingum fyri lønsemi.
Men fyrst og fremst er tað mann
ingaravtalurnar, sum gera at hvørki skip
ella menn vinna pening. Trupulleikin er
ikki, at manningin fær ov nógv, men at
har er einki at býta millum reiðarí og
manning. Skipini vinna ikki pening, m.a.
tí at manningin fær útgoldið stóran part
av veiðuvirðinum í hýru. So tað sigur
seg sjálvt, at har er eingin peningur
hjá reiðaríunum eftir at arbeiða við.
So tað má vera logiskt fyri øll, at hesin
bólkurin má vera í trupulleikum. Tað
er einki galið á heimsmarknaðinum
fyri tosk og hýsu yvir tíð, so tað er ein
føroyskur strukturellur trupulleiki!
Harafturat hava línuskipini, sum
einasti bólkur í fiskidagaskipanini, ikki
lagað flotan eftir umstøðunum og til
rættindini, talið av línuskipum minkar
ikki, sum í hinum bólkunum. Tað eru
ov nógv skip í mun til avmarkaðu
rættindini á einum avmarkaðum øki!
Symptomini um, at línuloyvini
mugu strukturerast, hava verið týðulig
í áravís. Tað hevur leingi verið trupult
at fáa fólk! Ja, tað er akkurát har,
trupulleikin er. Lønsemið er ov lítið í
bólkinum! Tað eru ov nógv línuskip í
mun til rættindini og lønsemið.
2018
Tað eru løgtingslimirnir, sum við fiski
vinnupolitikkinum koma at avgera,
hvat loyvini verða verd í framtíðini.
Virðini kunna fáa alt frá einum fleirtals
milliarda virði til einki virði, tað eru
karmarnir og treytirnar sum avgera.
Løgtingsfólkini mugu finna eina javn
vág ímillum tað vinnuliga, lívfrøðiliga
og fíggjarligu inntøkuna til landið.
Fyrr enn tað er ein felags uppfatan
av hvat »fólksins ogn« merkir, og hvat
endamálið við lógini um vinnuligan
fiskiskap skal vera, ber stutt og greitt
ikki til at koma víðari (ein seinni
grein).