Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Tað er eisini ábyrgdin hjá for­eldru­num at tryggja sær, at børnini kom trygt og væl ígjøg­num síðsta skúladag. Tað staðfestir Bjarta Vil­ helm, stjóri í Gigni, sum er heils­u­frøði til børn og ung. Summerfrítíðin er í nánd og sostatt eisini próvtøkan og síðsti skúladagur. Í hesum sambandi verður ofta skipað fyri stórari veits­ lu fyri næmingunum ið eru li­d­nir í fólkaskúlanum. - Hóast tað í stóran mun eru skúlin og næmingarnir, ið fyrireika veitsluna, er tað eisini uppgávan og ábyrg­din hjá foreldrunum at trygg­ja, at teirra barn kem­ur væl og trygt gjøgnum síðs­ta skúla­ dag, sigur Bjarta Vil­helm. Og hon hevur eisini nøkur góð ráð um, hvussu foreldrini kunnu bera seg at fyri at tryggja sær, at skúlaveitslan endar væl, uttan at ganga og mala ímillum beinini á teim­um ungi og oyðileggja veitslu­n­a. - Foreldrini eiga ikki at halda seg burtur. Tvørtur ímóti eiga tey at vísa áhuga og at bjóða seg fram at hjálpa næmingunum at gera av­ talur, so at veitslan kann hald­ast í tryggum rammum og gerast ein hugnalig og stuttlig staðfesting av at skúlatíðin í fólkaskúlanum nærkast endanum. Tosa um rúsdrekka Í Gigni hugsa tey nógv um rús­drekka, sum tey halda er tað stóra vandamálið. Aldursmarkið fyri at drekka er 18 ár, men veru­leik­ in er, at nøkur ung undir 18 ár drek­ka og tað er ein veruleiki, vit eiga at fyrihalda okkum til, sigur Bjarta Vilhelm. - Rúsdrekka kann føra óvænt­aðar støður við sær fyri tey ungu. Tey flestu ungu eru kanska ikki von við at drekka rúsdrekka og tískil er vandi fyri, at tey drekka ov nógv, umframt at tey kunna koma í óvæntaðar støður, sum tey angra aftan á. Foreldur og børn eiga at tosa saman um rúsdrekka. Tey eiga at tosa saman um, hvat tey ungu vænta sær av rús­drekka hetta kvøldið og um, hvat foreldrini vænta. - Tosi eisini um, hvussu tey ungu kunna handfara rús­drekka og hjálpi teimum ungu at gera avtalur sína­ mill­um og at handfara hesar av­tal­ur. Stjórin í Gigni staðfestir, at hon tosar ikki um, at læra tey ungu at drekka. - Vit skulu ikki læra tey ungu at drekka, tí tað ber ikki til at læra at drekka. Men tað snýr seg um at hug­sa skilagott og at hjálpa teimum at takkla tær støður, tey kunnu koma í so at tey ikki gera nakað, tey angra aftaná. Tendraða telefon Stjórin í Gigni heldur, at tað er týdningarmikið og trygt fyri tey ungu, at tey altíð kunnu ringja til tey vaksnu, um okkurt tekur seg upp, so at brúk er fyri tí. Tískil eiga foreldrini at tendra fartelefonina og at hava hana hjá tær. - Sig við tann unga, at tú ert til taks. Syrg eisini fyri, at tann ungi hevur telefon við pengum á, so tey kunna ringja. Bjarta Vilhelm heldur eisini, at foreldrini í flokki­ num, og kanska foreldraráðið við, hava samband við hvønn ann­an, og at øll eru við til at gera síðsta skúladagin góðan. - Tað er eitt gott hugskot, at tey ungu og fyrireikarnir eru tilvitað um, hvør er boðin í veitsluna. - Boð um eina veitslu ferð­ ast skjótt við sms og á Face­ book, og tí er skjótt, at onnur enn tey, ið eru bjóðaði við, møta til veitsluna. - Hesi kunna til tíðir hava eina aðra dagskrá enn æt­lan­ in var við veitsluni. Hetta kann føra til keði­ ligar støður og tað kann vera torført hjá teimum ungu sjálvum at vísa øðrum ung­ um burtur og at hava tamar­ hald á, hvør verður latin inn til veitsluna. - Tosa við tey ungu um hetta og bjóða tína hjálp um tað gerst neyðugt. Sama, hvar veitsla er, eiga vaksin at vera til staðar, skul­ di okkurt gingið galið. - Tey vaksnu kunna halda seg í einum rúmi við síðuna av so tey eru løtt at heita á og skjót at fáa fatur á, um tað gerst neyðugt, samstundis sum tað er lætt at halda eyga við veitsluni og hvussu gong­ ur. - Foreldur eiga eisini at av­ tala, hvussu tey ungu koma trygt heimaftur aftaná veit­ slu­na. - Tað er týdningarmikið, at tey antin verða heintaði av foreldrunum, ella at tey fylgj­ast heim, sigur stjórin í Gigni. Soleiðis koma børnini trygt ígjøgnum síðsta skúladag SÍÐSTI SKÚLADAGUR Foreldrini eiga at gera sítt til at tryggja, at teirra barn kemur væl og trygt gjøgnum síðsta skúladag, sigur Bjarta Vilhelm, stjóri í Gigni Eitt gott minni Síðsti skúladagur skal verða eitt gott minni og tað er ábyrgdin hjá foreldrunum at hjálpa til. Serliga kann rúsdrekka føra tey ungu í støður, tey angra aftan á, sigur Bjarta Vilhelm, stjóri í Gigni Tað snýr seg um at hugsa skilagott og at hjálpa teimum at takkla tær støður, tey kunnu koma í so at tey ikki gera nakað, tey angra aftaná. Tískil er vandi fyri, at tey drekka ov nógv, umframt at tey kunna koma í óvæntaðar støður, sum tey angra aftan á. Syrg eisini fyri, at tann ungi hevur telefon við pengum á, so tey kunna ringja