mánadagur 4. juni 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Tað er avgjørt áhugavert at
knýta føroyingar upp í.
Tað heldur Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnu
málum, nú tað er greitt, at
ein el-kaðal skal leggjast úr
Íslandi niður til Bretlands.
Sum tað sæst í aðrari
grein her á síðuni, er avtalað
gjørd ímillum Bretskar og ís
lendskar myndugleikar um
kaðalin.
Ein el-kaðal úr Íslandi
niður til Bretlands, gongur
framvið Føroyum og Johan
Dahl heldur avgjørt at tað
er áhugavert at fáa Føroyar
knýttar upp í hendan kaðal
in.
Og hann hevur eisini tikið
stig til at kanna møguleikan.
- Eg havi havt fund við
íslendskar myndugleikar, har
eg havi greitt teimum frá, at
vit hava áhuga at verða knýtt
upp í ein slíkan kaðal.
Íslendingar vístu eisini
áhuga fyri at knýta okkum
upp í, sigur Johan Dahl.
Nógv meiri orka
Johan Dahl staðfestir, at
ein arbeiðsbólkur er settur
at útgreina, hvussu okkara
orkuveiting skal byggjast út
frameftir.
- Í hesum høpi skulu vit
sjálvandi eisini kanna møgu
leikan fyri at knýta okkum
upp í ein el-kaðal úr Íslandi
niður til Bretlands.
- Eg meti, at útreiðslan av
tí kann verða minni enn aðr
ar orkuútbyggingar.
Men spurningurin um,
hvat tað kostar at byggja
orkukervið út, liggur eisini
í hondunum á arbeiðsbólki
num, sum arbeiðir við orku
spurninginum
Landsstýrismaðurin vísir
á, at Føroyar eru eitt avbyrgt
el-kervi og tað førir við sær,
at tað ber bara til at hava
eina avmarkaða nøgd av
orku á kervinum.
- Fáa vit knýtt okkum upp
í ein el-kervið, sum gongur
niður á meginlandi, ber til
at fáa munand meiri varandi
orku á netið.
- Tá ber tað eisini til at
selja orku. Vit hava nóg
mikið av vindorku og sjóvar
falsorku, sum vit kunnu
selja niður á meginlandið í
Evropa.
- Tí er er tað serstakliga
áhugavert at kanna møgu
leikan at knýta okkum upp í
ein kaðal úr Íslandi, niður til
Bretlands, sigur Johan Dahl.
Íslendingar vístu
eisini áhuga fyri at knýta
okkum upp í
Eirikur Lindenskov
Talan er um ein 1.500 kilo
metrar langan sjókaðal,
sum
skal
leggjast
úr
Íslandi umvegis Hetland,
sum skal føra íslendskan
streym til bretska elnetið.
Tað skrivar danska blaðið
Ingenøren.
Tað er ein avtala mill
um íslendska ídnaðar
málaráðharran,
Oddný
G. Harðardóttir og enska
ídnaðarmálaráðharran,
Charles
Hendry,
sum
skal føra til, at bretar
fáa streym úr íslendsku
orkukeldunum.
Sam
bært
Morgunblaðnum
skal íslendsk geoorka úr
vulkansku undirgrundini
framleiða
streym
til
bretska elnetið.
Granskarar eru fyri
stuttum komnir til, at við
at bora tveir kilometrar
niður
í
íslendsku
undirgrunina
verður
komið niður til magma,
sum
framleiðir
turran
damp
við
temperaturi
upp á yvir 400 stig celsius
– tríggjar ferðir so heitt,
sum vanligir geotermisk
ir brunnar.
Avtalan skal tryggja
bretum støðugar elprísir í
mong ár, men hvønn prís
Charles Hendry hevur
samráðst seg til, er enn
ikki komið fram. Ætlan
in er, at sjókaðalin verður
tikin í brúk fyri 2020.
Charles Hendry hevur
fyrr sagt, at kaðalin er
»heilt avgerandi fyri orku
tryggleikan og fyri grøna
orku«, tí so hvørt sum
oljan Norðsjónum verður
uppi, kunnu bretar vænta
sær øktan innflutning av
olju og gassi.
Frammanundan hevur
Stórabretland
kaðalar
til Holland, Írland og
Frankaríki. Harumframt
eru kaðalar til Noregs og
Danmarkar annaðhvørt í
gerð ella á tekniborðinum.
Sjókaðal úr
Íslandi til
Bretlands
ORKA Ísland og Stórabretland
skrivaðu hósdagin undir avtalu,
sum millum annað fevnir um
at leggja heimsins longsta
sjókaðal
millum londini bæði
Johan Dahl vil
knýta Føroyar
í íslendingar
STREYMVEITING Landsstýrismaðurin í vinnumálum kannar møguleikan at
knýta Føroyar í el-kaðalin, sum skal leggjast úr Íslandi niður til Bretlands
Orka
Johan Dahl hevur tosað við íslendingar um at knýta Føroyar upp í el-
kaðalin, sum skal leggjast úr Íslandi niður til Bretlands