mikudagur 6. juni 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
Weihe frá. Einaferð setti eingin
minni enn Paul Watson seg í
samband við Pál Weihe fyri at
fáa stuðul.
– Paul Watson ringdi til mín
úr Hollandi og ynskti mín stuðul,
men tað hevði ikki mín áhuga
yvirhøvur. Eg vil fegin hjálpa
við at forða fyri dálking, soleiðis
at hvalirnir kunnu verða reinir,
og grind á tann hátt kann verða
egnað sum mannaføði, sigur Pál
Weihe.
Fólk roykja í hjallinum
Í sínum starvi sum yvirlækni
á Deildini fyri Arbeiðs- og Al
mannaheilsu og sum formaður
í Fólkaheilsuráðnum hevur Pál
Weihe mangan ávara føroyingar
nar um vandarnar, ið standast av
royking. Hann heldur, at stórar
broytingar eru farnar fram í
roykivanunum hjá fólki seinastu
10 árini.
– Hvat ið royking viðvíkur, er
ein revolutión farin fram. Fyrr
sást tú fólk roykja allastaðni, men
soleiðis er ikki í dag. Í dag tykist
tað nærmast taparakent, um
ein persónur roykjur, heldur Pál
Weihe. Hann átekur tó ikki sær
sjálvum og Fólkaheilsuráðnum
heiðurin fyri at færri føroyingar
roykja.
– Tað er ikki okkum fyri at
takka, at alsamt færri fólk roykja.
Tað er ein mentanarbroyting,
sum er farin fram, og serliga eru
tað fjølmiðlarnir, ið hava verið
við til at broyta hugsanina hjá
fólki mótvegis royking, sigur Pál
Weihe, ið sjálvur kann kalla seg
fyrrveradi roykjandi.
– Sum vaksin havi eg verið
fastur roykjari í eitt tíðarskeið.
Eg roykti ikki nógv, men jú, eg var
roykjari, greiðir Pál Weihe frá og
heldur áfram:
– Fyrr sluppu gestir at roykja
heima hjá okkum, men soleiðis
er ikki í dag. Ikki tí, tey tora væl
at festa sær í eina sigarett, men
so biði eg tey bara um at fara
útum ella út í hjallin at roykja.
Samanumtikið blandi eg meg
ikki í, tá fólk festa sær í, og eg
fari á ongan hátt eftir fólki, sum
roykja, sigur Pál Weihe.
Er eingin fyrimynd
Hóast Pál Weihe hevur eina
rúgvu av vitan um heilsu og tað,
at vera væl fyri kropsliga, so livir
hann í stóran mun sum flest allir
aðrir føroyingar, og hann sær á
ongan hátt seg sjálvan sum eina
fyrimynd.
– Eg eri eingin fyrimynd fyri
fólk, um hvussu tey skulu síggja
út, sigur Pál Weihe við einum og
brosi og leggur afturat:
– Til ber at siga, at eg havi
holla vitan, um hvat ein rættur
og heilsugóður livimáti er, men
tað merkir ikki, at eg sjálvur altíð
livi heilsugott, sigur Pál Weihe,
sum tó heldur seg hava góðar
matvanar.
– Tað er so heppið, at mær
dámar fyri so vítt alt tað, sum
Fólkaheilsuráðið viðmælir fólki
at eta. Eg eri ikki kakufólk, men
eg viðgangi, at stendur ein dós
av Quality Street karamellum á
borðinum, ja so fái eg mær júst
eins og flest onnur, sigur Pál
Weihe. Fyri tveimum árum síð
ani varpaði Fólkaheilsuráðið ljós
á rørslu og týdningin av, at fólk
røra seg dagliga. Tí roynir Pál
Weihe eisini at fáa rørslu inn í sín
egna og stundum rokaliga ger
andisdag, sum ofta er merktur
av gransking, pappírsarbeiði og
fundum.
– Eg royni at ganga, men eg
tími illa út, um veðrið ikki er
nøkunlundað gott. Ein gongu
túrur tíðliga á morgni virkar
onkursvegna sissandi, og gongur
mann saman við onkrum, ber til
at práta ímeðan, og tað dámar
mær væl, greiðir Pál Weihe frá.
Hann hevur eisini roynt seg
innan fitness, men tað er ikki
nakað fyri hann.
– Eg føli meg kiksaðan í eini
venjingarmiðstøð, so tað er bara
ikki eg. Men tað skal sigast, at
umframt gongutúrar, so royni
eg onkuntíð at toga eitt sindur í
eini rógvimaskinu, sum stendur
niðri í kjallaranum, har Deildin
fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
heldur til, sigur Pál Weihe, sum
dámar væl at fáast við heilsu hjá
føroyingum.
– Tað, sum ger mítt arbeiðið so
spennandi, er, at eg dagliga sam
skifti við nógv fólk. Mær dámar
ótrúliga væl at práta, og práti
eisini nógv við tey fólkini, sum
koma til kanningar hjá mær,
sigur hann og heldur áfram:
– Fólk hava tað inntrykkið av
mær, at eg eri ein øgiliga varin
persónur, men veruleikin er
tann, at eg eri ein risikotakari. Til
dømis dámar mær væl at koyra
skjótt á týska motorbananum,
sigur Pál Weihe og flennir. Fyri
stuttum var tað tó nakað, sum
fekk hann at vera minni glaðan
fyri sítt arbeiði í eina lítla løtu:
– Herfyri, tá veðrið var framúr
gott, skuldi eg í onkran fjølmiðil
at ávara fólk móti sólini, og eg má
siga sum er, at mær dámdi einki
at skulu tosa ljótt um sólina, sum
stórt sæð allir føroyingar hava
longst eftir, sigur Pál Weihe.
rannva@sosialurin.fo
FAKTA
Navn: Pál Weihe
Aldur: 62 ár
Bústaður: Hoyvík
Útbúgving: Cand.med. á
Københavns Universitet
í 1977. Serlækni í
samfelagslæknafrøði og
arbeiðslæknafrøði í 1988.
– Fólk hava tað inntrykkið av mær, at eg eri ein
øgiliga varin persónur, men veruleikin er tann,
at eg eri ein risikotakari. Til dømis dámar mær
væl at koyra skjótt á týska motorbananum
– Tað er ikki okkum fyri at takka,
at alsamt færri fólk roykja. Tað
er ein mentanarbroyting, sum
er farin fram, og serliga eru tað
fjølmiðlarnir, ið hava verið við
til at broyta hugsanina hjá fólki
mótvegis royking, sigur Pál Weihe
Mynd: Heinesen Myndir