hósdagur 11. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 49 - 11. mars 2004
Nr. 49 - 11. mars 2004
7
Tað verða ongar
kloakkir lagdar út í
Leitisvatn. Kloakk-
irnar úr Vatnsoyrum
verða leiddar út á
sjógv uttarlaga á
Sørvágsfirði
VATNVEITING
Edvard Joensen
Vágar:
Ongar kloakkir
verða veittar út í Leitisvatn.
Søgur um, at kloakkir úr
Vatnsoyrum
liggja
út
Vatnið, eru ikki sannar.
Í samband við grein, sum
mikudagin stóð í Sosialin-
um um, at Miðvágs Komm-
una tekur vatn úr Leitis-
vatni, hevur onkur lesari
vent sær til blaðið við fyri-
spurnigni um, hvussu reint
vatnið er, sum miðvingar
skulu drekka.
Víst er í fyrispurnginum
á, at tað verður sagt, at
vatnsoyrarfólk lata sít avlát
fara í Leitisvatn, og at tað
ikki kann vera serliga huga-
ligt hjá miðvingum at vita
sær, at tey skulu drekka
kloakkvatn úr Vatnsoyrum.
Men tað er púra burtur-
við við slíkum søgum,
kunnu bæði miðvingar og
onnur ugga seg við.
Tað eydnaðist ikki at fáa
viðmerking frá Miðvágs
Kommunu. Men borgar-
stjórin í Sørvágs Komm-
unu, Eivin Jacobsen, sigur,
at kloakkinar úr Vatnsoyr-
um verða førdar ut á sjógv
uttarlaga á Sørvágsfirði.
Og tað hava tær verið í
rímiliga nógv ár nú, sigur
hann.
Í samband við, at vatn-
veitingin í Sørvági fyri
árum sían varð løgd frá
Sørvágsvatni, var samstun-
dis løgd kloakkleiðing úr
Vatnsoyrum í somu gravir,
sum vatnrørini, og so varð
alt pumpað til Sørvágs.
Kloakkirnar úr Vatns-
oyrum eru undir eftirliti av
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni lagdar út so mikið uttar-
laga á firðinum, at eingin
ivi er um, at avlopið fer til
havs. Útskiftining er stór á
Sørvági, so har er alt í lagi.
So miðvingar kunnu vera
púra tryggir við tað vatn,
teir fáa úr nýggju vatnleið-
ingini, sigur borgarstjórin í
Sørvági.
Nýtt fiskavirki er
ávegis í Miðvági.
Ætlanin er at salta og
turka fisk, og farið
verður helst í gongd
seint í summar ella í
heyst
FISKAVIRKING
Edvard Joensen
Miðvági:
Eitt nýtt fiskavirki er ávegis
í Miðvági. Bygningurin er
reistur og verður innilok-
aður fyrsta dagin. Ætlandi
verður farið undir fram-
leiðslu seint í summar ella í
heyst.
Hóast afturgongd nógva-
staðni í vinnuni og fráboð-
anir um vánalig søluútlit og
harða kapping við kinesar-
ar, er Jens Eli Ellefsen í
Miðvági, sum er maðurin
aftan fyri smápartafelagið
Pronto, ikki svartskygdur.
Hann er farin undir at
byggja nýtt fiskavirki, sum
skal salta og turka fisk.
– Tað hevur altíð gingið
upp og niður við fiskivinn-
uni, sigur hann, og eg vænti
eina uppgongd um ikki so
øgiliga langa tíð. So tað er
at vera klárur at taka við, tá
tað verður. Tað liggur jú í
navninum, sum er italienskt
og merkir at vera skjótur,
vísir hann á.
Talan er um ein gamlan
fiskivirkisbygning,
sum
verður útbygdur, greiðir
Jens Eli Ellefsen frá. Lang-
abbin bygdi hesi húsini og
bæði abbi og pápi hansara
hava turkað fisk her. So tað
er í grundini ein familju-
traditión, sum verður førd
víðari, sigur hann.
Húsini eru í trimum
hæddum, og ætlanin er at
hava saltfiskavirki í mið-
hæddini. Har skal vera ein
saltfiskalinja við avhøvd-
ara, flekimaskinu og útgerð
til at spræna saltlaka í fisk-
in, greiðir Jens Eli Ellefsen
frá.
Á loftinum verður hjallur
til at turka fisk í. Tað verður
gjørt upp á gamlan føroysk-
an máta við greipum.
Í niðastu hæddini verður
egningarskúrur.
Har
er
longu virksemi. Ein bátur
hevur skúr har, eins og agn-
goymsla og stampagoymsla
eisini eru har.
Verkætlanin er ikki av
teimum dýrastu, sigur Jens
Eli. Arbeiðskraftin er fing-
in rímiliga bíliga. Hann
hevur sjálvur gjørt timbur-
arbeiðið saman við onkr-
um, hann hevur fingið at
hjálpa sær.
– Eg haldi, at tað er nøk-
unlunda beint eisini, flennir
hann. Tó skal tað ikki vera
so beint kortini, at vatn ikki
setir av.
El- og sanitetsarbeiðið
verður hann kortini noydd-
ur at keypa sær, sigur Jens
Eli.
Tað virkið fer at standa
liðugt, væntar hann, at tað
fer at standa í umleið
600.000,-
til
700.000,-
krónum. Fígging er fingin
frá Norðoya Sparikassa.
Jens Eli Ellefsen væntar,
at arbeiði fer at verða til
eini tíggju fólk ella so, tá
farið verður til arbeiðis.
Fiskin ætlar hann at keypa á
uppboðssølu, sigur hann.
Vatnið er reint
Nýtt fiskavirki í Miðvági
Nýtt fiksavirki er reist í
Miðvági. Ætlanin er at
arbeiða saltfisk og at turka
fisk í húsinum
Mynd: Edvard Joensen
Jens Eli Ellefsen væntar ikki nakran undirgang, hóast
fiskaprísirnir í løtuni eru lágir. Tað hevur altíð gingið upp og
niður við tí, og hann væntar uppgongd aftur innan alt ov
langa tíð, sigur hann
Mynd: Edvard Joensen
Leitisvatn er so reint, sum eitt nátúrligt vatn kann vera. Tað verða ongar kloakkir leiddar í
vatnið yvirhøvur, váttar borgarstjórin í Sørvági
Mynd. Edvard Joensen
Landsverkfrøðingurin
sigur fólki upp í Suðuroy
Reingerð er ikki ein grundleggjandi tænasta
Maskinur og útgerð
batna í hvørjum og
tað kostar
arbeiðspláss
SKILABØTUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroy:
Maskinur og
útgerð mennast og batna í
hvørjum. Og tað er ikki
óvanligt, at tað kostar ar-
beiðspláss.
Tað ger tað eisini gald-
andi hjá Landsverkfrøðing-
inum og eisini hann skila-
bøtur - rationaliserar.
Seinast
hevur
hetta
kostað fimm monnum hjá
landsverkfrøðinginum
í
Suðuroy starvið.
Ein maður í grótbrotinum
í Porkeri varð sagdur upp í
heyst. Ein maður á vega-
deildini í Øravík fer frá við
eftirløn, uttan at nakar ann-
ar verður settur ístaðin og
beint nú eru tríggir mans í
grótbrotinum
í
Porkeri
eisini sagdir upp.
Oyvindur Brimnes sigur,
at hesa seinastu tíðina hev-
ur Landsverkfrøðingurin
keypt útgerð, sum er meiri
framkomin enn tann, sum
var, og tað ger, at brúk er
ikki fyri so nógvum fólki
longur.
Í Porkeri varð ein gravi-
maskina keypt í heyst, sum
tekur væl meiri enn ein
gummigeit,
sum
var
frammanundan
og
tað
gjørdi, at tað var brúk fyri
einum manni minni at ar-
beiða í grótbrotinum.
Men tað nýggjasta er, at
landsverkfrøðingurin
nú
hevur keypt ein nýggjan
knúsara til grótbrotið í
Porkeri.
Hetta er ein knúsari sum
kann flyta seg og tí kann
hann alla tíðina flyta seg
aftaná spreingirnar.
Sostatt verður ikki brúk
fyri fólki at koyra grót
haðani sprongt verður, yvir
til knúsaran.
Knúsarin kostar tríggjar
milliónir og hann kemur
síðst í mai.
Knúsarin, sum er í Pork-
eri, er farin og sostatt hevur
Landsverkfrøðingurin
keypt 20.000 tons av gróti
úr Noregi.
– Tað verður annars gjørt
við millumbilum og tað er
um tað lagi at tað er líka bí-
ligt at keypa grót úr Noregi,
sum tað er at bróta tað í
Føroyum og føra tað ímill-
um oyggjarnar, sigur Oy-
vindur Brimnes.
Tó leggur hann afturat, at
tá eru ikki tey samfelags-
ligu atlitini ikki tikin við,
sum tað, at grótbrot í Før-
oyum skapa arbeiðspláss og
skattainntøkur.
Bjóðast út
Annars hevur Landsverk-
frøðingurin bjóðað koyr-
ingina av gróti frá havna-
lagnum
á
Langasandi,
niðan til verkið í Hundsara-
botni, út.
Tað var eisini gjørt í fjør,
men tað miseydnaðist, tí
allir teir, sum koyra, slógu
seg saman og bjóðaðu í fel-
ag, so tað kom ongin kapp-
ing í.
– Men nú royna vit so
einaferð
afturat,
sigur
Landsverkfrøðingurin.
Hann sigur, at møguliga
verður eisini koyringin við
asfalti boðin út í ár.
Hinvegin fyriliggur onki
um, nær koyringin við gróti
úr grótbrotinum í Porkeri
oman á havnalagið til grót-
bátin, verður boðið út.
Landsverkfrøðingurin
sigur, at øll arbeiði, sum
landsverkfrøðingurin ikki
ger sjálvur, skulu bjóðast út
fyri at fáa kapping í, so at
tað verður so bíligt sum
gjørligt.
– So fyrr ella seinni verð-
ur koyringin í Porkeri eisini
boðin út, sigur Oyvindur
Brimnes.
Higartil hevur tað ikki
eydnast so væl við tí, sum
landsverkfrøðingurin hevur
bjóðað út í hesum sam-
bandi, so fyrrenn vit fáa tað
at rigga einastaðni, er ongin
orsøk til at bjóða koyring-
ina fleiri staðni út.
Í Suðuroynni er tað heldur
ongin loyna, at mótstøðan í
Porkeri ímóti at bjóða koyr-
ingina út, er ógvuliga hørð,
tí porkenningar krevja at
hava koyringina sjálvir.
Páll á Reynatúgvu,
sum var landsstýris-
maður, er ikki samd-
ur í, at reingerð er
grundleggjandi tæn-
asta hjá heimarøktini
ØKISVIÐGERÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Reingerð er ikki ein
grundleggjandi tænasta hjá
heimarøktini.
Tað heldur Páll á Reyna-
túgvu, sum til fyri kortum
var landsstýrismaður í al-
mannamálum.
Hann er tí ikki heilt
samdur við Hans Paula
Strøm, sum nú er lands-
stýrismaður, um, at tað er
neyðugt at útseta økisvið-
gerðina fyri at heimarøktin
skal kunna røkja sínar
grundleggjandi tænastur.
Hinvegin sigur hann, at
tað er neyðugt at rætta eina
misskiljing, tí nú eru ymisk
sløg av økisviðgerð komin í
bland.
Í Sosialinum í gjár helt
Soffi Egholm ikki, at tað
gjørdi so nógv, at økisvið-
gerð sálarfrøði varð útsett
eitt sindur, tí alt ov lítlar
fyrireikingar eru gjørdar
fyri at gera kommunurnar
førar fyri at bjóða fólki eina
økis-sálarfrøði.
Men tað er ikki hetta
slagið avøkisviðgerð, sum
Hans Pauli Strøm hevur
lagt á hyllina fyribils.
– Tann økisviðgerð, sum
vit arbeiddu við, og sum er
løgd á hyllina, er økisvið-
gerð innan fysio- og ergo-
terapi,
sigur
Páll
á
Reynatúgvu.
– Tað, sum Soffi Egholm
ber fram í Sosialinum í
gjár, eru avgjørt viðkom-
andi spurningar, men hetta
var kanska ikki heilt rætta
høpið, tí í hesum sambandi
snýr tað seg ikki um sálar-
frøði, men um fysio- og
ergoterapi.
Eftir ætlanini um økis-
viðgerðina innan fysio- og
ergoterapi, er ætlanin, at
fysio- og ergoterapeutar
skulu geva fólki ymiskar
venjingar heima.
Hetta eru ein fyribyrgj-
andi tænasta, sum skal
gera, at fólk verða meiri
sjálvhjálpin, Endamálið er,
at tey, sum hava mist før-
leika at klára seg sjálvi,
skulu kunnu vinna hann
aftur og at tey, sum enn
hava førleika, eisini varð-
veita hann, so at tey klára
seg sjálvi sum longst.
Samstundis skuldi hesir
økisviðgerðarar kunna lata
viðskiftafólkunum ymisk
einføld hjálpartól. Hetta
skuldi gerast fyri at lætta
um hjá Hjálpartólamiðstøð-
ini, sum eisini brúkar nógva
tíð uppá at avgreiða um-
sóknir um tey mest ein-
føldu hjálpitolini.
Eiga at umhugsa
privatiseringar
Páll á Reynatúgvu letur sær
annars ikki lynda uttan víð-
ari, at økisviðgerðin innan
fysio- og ergoterapi skal
leggjast á hyllina og á ting-
fundi seinnapartin í gjár,
ætlaði hann at biðja lands-
stýrismannin um nærri
grundgevingar fyri, hví tað
er neyðugt at steðga á við
ætlanina at seta økisvið-
gerðina í verk.
Grundgevingina
hjá
landsstýrismanninum um at
raðfesta reingerð og aðra
grundleggjandi tænastu í
heimarøktini, góðtekur Páll
á Reynatúgvu ikki uttan
víðari.
– Eftir mínum tykki er
reingerð ikki ein grund-
leggjandi
tænasta
hjá
heimarøktini.
Uppgávan hjá heimarøkt-
ini liggur í orðinum. Tað er
røkt og ikki reingerð.
Tí heldur Páll á Reynat-
úgvu, at vit eiga at um-
hugsa at loysa tað uppgáv-
una, sum eitur reingerð, frá
heimarøktini.
– Reingerð kundi saktans
ligið uttanfyri heimarøkt-
ina, sigur hann.
Hann veit eisini, at økis-
leiðararnir hjá heimarøkt-
ini, eru sinnaðir at viðgera
spurningin.
Sjálvur umhugaði hann,
tá ið hann var landsstýris-
maður, at loysa reingerðina
frá heimarøktini og at bjóða
reingerðina út.Ein annar
møguleiki var at gera tað til
eina tænastu, sum brúkarar-
nir sjálvir skuldu gjalda
fyri.
– Hetta at einskilja rein-
gerðina, hevur verið roynt
aðrastaðni, men har hava
úrslitini nógva staðni verið
vánalig?
– Ja, men tað kann gerast
upp á so nógvar mátar og tí
er hetta ein spurningur, sum
má viðgerðast gjølliga.
– Men eg haldi at tað er
rætt at brúka peningin hjá
heimarøktini til røkt og ikki
til reingerð, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Tøknilig framstig kosta fimm
fólkum hjá landsverkfrøð-
inginum í Suðuroy, starvið
– Vit eiga at umhugsa at
broyta heimarøktina so at
hon ikki longur skal gera
reint heima hjáfólki, sigur
Páll á Reynatúgvu
C
M
Y
K
7
6